Í Office 365 finnur tú eina røð av forritum, sum hoyra til tín Officelicens. Eitt av teimum er Teams.
Eitt vanligt Teamsskeið, har tú lærir alt frá A-Z, er eitt heildagsskeið.
Men við hesum snarskeiðið, koma vit skjótt í gongd 😉
So kanst tú læra rest seinni;)
Teams er ein forrit, sum ger tað lætt at arbeiða saman í bólkum, deildum og toymum. Óansæð um tit sita á sama matrikkli ella um tit eru í hvør sínum enda av landinum/heiminum, so er Teams ein sera hentur samstarvspallur.
Teams kann samanlíknast við bólkar á Facebook. Facebook brúkar tú til privata nýtslu. Tí er Teams eitt kærkomið trygt tól hjá øllum, sum hava tørv á og hug til, at skipa sítt samskifti í bólkum, sum á Facebook.
Undir Teams kunnu tit td. kjatta, hava skjøl, samrøður, online fundir og nógv annað í einum stað. Tit fáa eitt greitt og produktivt samarbeiðsrúm.
Harafturat ber eisini til at sameina Teams við nógv onnur amboð og tænastur. Eitt nú Planner, sum vit eisini læra at brúka á skeiðinum.
Um tú ikki fært eina bíleggingarváttan sendandi stutt eftir, at tú hevur meldað teg til, gev okkum líka eitt prei á synergi@synergi.fo. So kanna vit, um bíleggingin er í lagi.
Tilmeldingarfreistin er farin ella eingin pláss eru eftir. Vinarliga set teg í samband við okkum.