Gleð teg til hetta forkunnuga skeiðið við serlæknanum og serfrøðinginum í góðum talgildum vanum, Imran Rashid. Skeiðið fer í dýpdina við at læra at skilja, bæði hvussu okkara atferð er í talgilda heiminum, og hvørja ávirkan talgildi heimurin hevur á okkara lív.
Í fyrsta modulið av skeiðinum seta vit sjóneykuna á sálarfrøðina, m.a. menningina av heilanum og tey ástøði, sum greiða frá okkara tilvitanarstøði og atferðarmynstri. Hetta ger, at vit eru betri før at skilja eftirfylgjandi evnini, ið eru á skránni.
Í øðrum modulið verður sjóneykan sett á talgildu verðina, har vit kanna, hvussu tøknifrøðin bæði kann betra um og verða ein avbjóðing í okkara lívi og dagligdegnum. Vit fara at hyggja at muninum millum okkara tøknifrøðiligu nýtslu og misnýtslu ,og kjakast um, hvussu design kann ávirka okkara online atferð. Vit fara eisini at hyggja uppá sosialu og sálarfrøðiligu avleiðingarnar av ótilskipari talgilding fyri fólk í øllum aldrum.
Í triðja og seinasta modulið verður sjóneykan sett á at finna eina sunna javnvág við tøknina. Við einari blanding av teori og praktiskum workshops og ráðgeving, fer Imran Rashid at vísa á ætlanir fyri at fremja góða talgilda hjáveru hjá bæði einstaklingum og familjum. Hetta modulið vísir á praktiskar loysnir uppá vanligar talgildar tvístøður, og endar við, at luttakarar kunnu spyrja og deila av egnum royndum.
Skeiðið er ment til tín, sum ynskir at fá eina betri fatan av bæði egnu atferð umframt talgildu avbjóðingunum, okkara modernaða samfelag stendur fyri.
Við einari blanding av teoretiskari vitan og praktiskum venjingum, miðar skeiðið móti, at luttakararnir, við neyðugum amboðum , verða betri førir fyri at stýra í talgildu verðini við størri tilvitsku og tamarhaldi.
Tak fetið eitt stig víðari at læra at skilja bæði teg sjálva/n og talgildu verðina rundanum teg.
Kom við á hetta forkunnuga skeið við fremsta danska serfrøðingingum í góðum talgildum vanum, Imran Rashid.
Teknar tú 5 fólk til fært tú 5 % í bólkaavsláttri – Nýt kotuna: Synergi5
Teknar tú 10 fólk til fært tú 10 % í bólkaavsláttri – Nýt kotuna: Synergi10
Tað er bindandi tilmelding til skeiðið.