Hvat kanst tú sum arbeiðsgevari, og hvar gongur markið, tá tú vilt vita meira um eitt starvsfólk?
Á hesum skeiðinum fært tú svar uppá, hvat eftirlit arbeiðsgevarin kann hava við sínum starvsfólki.
HR-løgfrøði modul 4 kann takast sum eitt sjálvstøðugt modul (skeið), ella sum partur av HR-løgfrøði útbúgvingini hjá Synergi.
…at tú sum arbeiðsgevari kanst hava GPS eftirlit á einum arbeiðsbili, men at starvsfólki skal upplýsast um at GPS eftirlit er við bilinum, og hvat hesir upplýsingar kunnu nýtast til?
…at tú sum arbeiðsgevari hevur skyldu til at tryggja, at dátur frá einum eftirliti ikki mugu koma á skeivar hendur. Heldur ikki kann tað nýtast til annað endamál, enn tað tú hevur upplýst starvsfólkinum?
Hetta skeiðið kann eisini takast sum einkult modul. Tær nýtist ikki at hava tikið modul 1-3 fyri at koma við 😉
GG! Hevur tú luttikið á modul 1-3 í HR-løgfrøði útbúgvingini fært tú 1.000 kr. + mvg. í avsláttri uppá modul 4 og 5. Nýt hesa gávukortkodu tá tú teknar teg: HR4-1000