Tað eru nógv viðurskifti at halda skil á tá tað snýr seg um løgfrøði innan starvsfólkaøkið. Á hesi útbúgving fært tú eina grundleggjandi vitan um hvørjar lógir og reglur eru galdandi í starvsfólkamálum.
At tú sum leiðari, starvsfólkaleiðari, starvsfólk á lønarbókhaldið vm. hevur løgfrøðiliga vitan og kunnleika til galdandi krøv, lógir og reglur hevur nógv at siga fyri títt arbeiðspláss. Hevur tú ikki neyðugu vitanina, kann tað lættliga ganga galið – við stórum avleiðingum.
So er hetta bestemt ein útbúgving fyri teg. Fyri tað fyrsta fært tú eitt gott skeið, við sera góðum og viðkomandi innhaldið. Tú fært slides, sum eru lættar at hyggja aftur í, tá tú ert liðug/ur við útbúgvingina. Undirvísarin tilrættarleggur undirvísing og innhald eftir teimum luttakarum, sum teknað seg. Harafturat hevur tú møguleika at seta spurningar og fáa svar!
Modul 1 | 5. februar 2025
Modul 2 | 19. februar 2025
Modul 3 | 5. mars 2025
Tín investering er 15999 kr. + mvg. > 5333 kr. + mvg. pr. modul
Tað er kanska ikki so nógv, í mun til, hvat ein skeiv avgerð, kann koma at kosta í útreiðslum til løgfrøðing. Ein sera hent útbúgving hjá einum leiðara ella HR-fólki, at hava í viðførinum.
Tilmeldingarfreistin er farin ella eingin pláss eru eftir. Vinarliga set teg í samband við okkum.