Tú fert at læra stórvirknu Microsoft Copilot 365-funkurnar, sum fara at spara eina rúgvu av tíð og vera ein stór hjálp í dagliga arbeiðinum.
Við Microsoft Copilot 365 kanst tú bert við at birta (Promta) gera og betra um tíni Wordskjøl og gera og betra um tínar PowerPoint-framløgur, umframt at taka snarvegir til avanseraðu formlarnar og pivot-funkurnar í Excel. Hetta er ein heilt nýggj verð, sum fer at gera arbeiði hjá tær munandi lættari!
Virkisføri hjá hesum nýggju amboðunum økist viku fyri viku. 🤩
Á hesum skeiðinum lærir tú bæði at brúka nýggju Copilot 365-funkurnar umframt perspektivering mótvegis øðrum vitlíkisamboðum og menningarmøguleikum.
Copilot 365 brúkar motorin frá ChatGPT, men verjir tínar dátur, so hesar ikki verða brúktar til at venja forriti ella at tínar dátur á annan hátt koma út úr tínari fyritøku. Tann tætta sameiningin millum tær sterku funkurnar í Office – forritunum og ChatGPT geva heilt nýggjar møguleikar, sum ongin av amboðunum hava havt fyrr á so høgum støði.
Skeiðið vendir sær fyrst og fremt til verandi brúkarar av Office 365/ Microsoft 365.
Hettar skeiðið er fyrst og fremst til Office 365/ Microsoft 365 brúkarar.
Skeiðið er ment við tí fyri eyga at geva tær góðan íblástur, at lyfta tínar førleikar og at bjóða tær virðisskapandi “Quick wins”, sum tú fært gleði av beinanvegin í tínum arbeiðsdegi beint eftir lokið skeið. Vit vænta, at tú hevur eina grunnleggjandi vitan um 365-útgávurnar av Word, PowerPoint og Excel, – og vit kunna lovað tær eitt førleikalyft, hóast tú ert yvir grundniveau.
Harumframt sparir tú bæði tíð og pening til ferðing og gisting 😍
Ein stutt lýsing av skeiðinum frá skeiðsleiðaranum 😃👇👇
Ein stutt lýsing av hvat Microsoft 365 Copilot kann 👇👇👇