Á skeiðnum fært tú ítøkilig amboð og innlit í, hvussu tú tryggjar sálarfrøðiliga trygd, styrkir starvsfólkamentanina og brandið og byggir eitt professionelt HR-arbeiði líka frá rekruttering til off-boarding.
Skeiðið gevur eina praktiska og holistiska tilgongd til mest týðandi leiðslu og -HR-disciplinir. Endamálið er at útbúgva luttakararnar við ítøkiligum metodum, amboðum og innlit í, hvussu tú skapar ein sterkan HR-struktur, sum stuðlar eini positivari starvsfólkauppliving gjøgnum alla setanartilgongdina. Serligur dentur verður lagdur á sálarfrøðiliga trygd, gott samskifti og leiklutin hjá HR í at styrkja mentanina og brandið hjá fyritøkuni.
Jette Skeem, CEO, Cand. Negot, hevur fleiri ára royndir við at undirvísa í leiðslu og HR og hevur vunnið virðislønir fyri besta undirvísara og fyrilesara.
Jette hevur havt starsfólka- og leiðsluábyrgd fyri upp til 600 starvsfólk, so umframt holla teoretiska vitan, hevur hon eisini drúgvar praktiskar royndir.