So er Planner eitt sera hent og einfalt tól, sum hjálpir tykkum at stýra øllum uppgávunum. Tit kunnu lættliga halda skil á hvør ger hvat, hvørjar uppgávur eru loystar og hvørjar eru eftir. Tit síggja nær deadline er, um nógv manglar osfr.
Planner er eitt stýringstól, sum fylgir við Office 365 for Business haldinum. Planner er ein einføld onlineskipan, sum riggar væl bæði til teldu, teldil og á telefonini. Planner arbeiðir saman við Outlook, Teams og øðrum Microsoft produktum.
at stovna eina nýggja ætlan og uppgávur
at býta út uppgávur og at fylgja framgongdini
at leggja viðheft skjøl og viðmerkingar afturat
Við at filtrera uppgávurnar í Planner, kanst tú skjótt og lætt síggja, hvørjar uppgávur tú hevur, hvørjar hasta mest osfr. Tú kanst eisini fáa yvirlit yvir uppgávurnar hjá hinum og síggja um onkur t.d. hevur fingið ov nógvar uppgávur tillutaðar. Tú kanst seta deadlines, deila fílur og tit kunnu kjatta um uppgávurnar og annars fylgja við í, hvussu verkætanin gongur.
Tit fáa sostatt eitt gott yvirlit yvir allar uppgávurnar. Óansæð um tað eru tínar egnu ella uppgávurnar hjá hinum verkætlanarluttakarunum.
Harumframt fært tú eitt flott grafiskt yvirlit eisini, har tú sært status og um tað er onkur uppgáva sum tú eigur at halda eitt serligt eyga við.
Um tú ikki fært eina bíleggingarváttan sendandi stutt eftir, at tú hevur meldað teg til, gev okkum líka eitt prei á synergi@synergi.fo. So kanna vit, um bíleggingin er í lagi.