Viðskiftatreytir

Gjaldstreytir

Tá ið tú teknar teg til eitt av okkara tiltøkum, er tilmeldingin bindandi og skal vanliga gjaldast beinanvegin. Eru aðrar gjaldstreytir galdandi, verða tær lýstar í sambandi við tiltakið. Fært tú sum kundi ikki møtt til tiltakið, hevur tú rætt og møguleika til, at lata plássið til starvsfelaga ella onkran annan.

Avlýsing

Hevur tú teknað teg til eitt av tiltøkum okkara og harvið játtað gjaldstreytirnar, eru fylgjandi treytir galdandi. Tilmeldingin er bindandi, men tú kanst tó melda frá við at gjalda niðanfyristandandi avlýsingargjald:

- Avlýsing meiri 8 vikur áðrenn tiltakið:  10% av kostnaðinum
- Avlýsing millum 8 - 4 vikur áðrenn tiltakið:  50% av kostnaðinum
- Avlýsing minni enn 4 vikur áðrenn tiltakið: 100% av kostnaðinum

Eru aðrar avlýsingartreytir galdandi, verða tær lýstar í sambandi við tiltakið. 

Forfall

Synergi tilskilar sær rætt til at finna annan skikkaðan persón at hava skeiðið/fyrilesturin um skeiðleiðarin/fyrilestrarhaldarin, av ávum, sum Synergi ikki kann tryggja seg fyri frammanundan, ikki fær komið. Tað veri seg eitt nú sjúka hjá viðkomandi ella avvarandi, ferðaseinking, bráðkomin støða hjá viðkomandi ella annað, sum ger, at viðkomandi ikki fær komið (framt verkið). Er talan um hendingar, sum koma undir force majeure, tilskila vit okkum rætt til at útseta skeiðið/fyrilesturin ella at levera skeiðið/fyrilesturin við øðrum skeiðleiðara/fyrilestrarhaldara.

Innanhýsis skeið/fyrilestur

Omanfyristandandi reglur eru eisini galdandi, tá tú hevur bílagt innanhýsis skeið/fyrilestur frá Synergi.

Synergi avlýsir

Avlýsir Synergi eitt tiltak vegna ov fáar tilmeldingar, fær kundin sjálvandi peningin aftur. Synergi má í slíkum føri hava eitt kontonr., har peningurin skal flytast.

Vit taka fyrivarni fyri broytingum, sum vit onga ávirkan hava á. 


Serligt um webinar - Les her!