Les alt um útbúgvingina her >>

FRAMSÍÐA >>

PRAKTISKT >>

TILMELDING >>

MODULINI >>


UNDIRVÍSINGARDAGAR >>



UNDIRVÍSARAR >>

 


Starvsfólk frá hesum arbeiðsplássum hava luttikið:

Advokatfelagið við Strond 4
Almanna- og heilsumálaráðið
Almannamálaráðið
Arbeiðsloysisskipanin
Bank Nordik
Bókamiðsølan
Býarbókasavnið
Dátueftirlitið
Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu
Dugni
Effo
Eiðis Kommuna
Eik
Eysturoyar Røktar- og Ellisheim
Fiskimálaráðið
Fiskiveiðieftirlitið
Fróðskaparsetur Føroya
Fuglafjarðar Kommuna
Føroya Arbeiðarafelag
Føroya Lívstrygging
Føroya Stiftsstjórn
Føroya Tele
Gjaldstovan
Havsbrún P/f
Heilsufrøðiliga Starvsstovan
Heilsuhjálparafelag Føroya
Heilsumálaráðið
Hoyrnin
Ílegusavnið
Januar
Januar, løggilt grannskoðanarvirkið
Javnaðarflokkurin
Klaksvíkar kommuna
KSS
Láargarður
Landsapotekarin
Landslæknin
Landssjúkrahúsið
Maskinmeistarafelagið
NEMA
NSR Suður
Nærverki
P/F BankNordik
P/f Kósin
P/F Skyn
Privat
Ríkisumboðið í Føroyum 
Rúsdrekkasøla Landsins
Sernám
SEV
Sjóvar Kommuna
Sorinskrivarin
Steingrund Akustik og Rannteld
Strandfaraskip Landsins Farstøðin
Suðuroyar Sjúkrahús
TAKS
Tannlæknastovan, 600 Saltangará
Tannlæknastovan, Tórshavnar kommuna
Tjarnargarður
Tjarnargarður - Tórshavnar kommuna
Tórshavnar Kommuna
Tryggingarfelagið
Tryggingarfelagið Føroyar
Umhvørvisstovan
Vinnuframi
Vinnuháskúlin
Vinnuhúsið
Yrkisdepilin

 

ÚSSM | Vár 2018 | Útbúgving fyri skrivstovufólk, samskiparar & móttøkufólk


Fyrsti undirvísingardagur: 21. februar 2018


Fá eina serliga og persónliga útbúgvingartilgongd, har fokus er sett á teg og tína persónligu og fakligu menning. Tú verður búgvin og víðariment/-ur innan mest viðkomandi økini í tínum starvi. Tú fert at trívast uppaftur betur í starvinum og verður styrkt/-ur sum sparringspartnari hjá bæði leiðara og starvsfeløgum.

Útbúgvingin er løgd til rættis sum ein samanrenning av undirvísing, coaching og sjálvlesnaði, so tú kanst fáa lærutilgondina at passa inn í ein gerandisdag, har nógv er at gera. Afturmeldingarnar siga, at hetta er tann besta lærutilgongdin.


Tað, sum tú fært burturúr er m.a.


  • Ein fyltan amboðskassa soleiðis, at tú betur kanst stýra í einum rokutum gerandisdegi
  • Styrktar førleikar í samskifti, samstarvi og ósemjuhandfaring, sum tilsamans geva tær størri slagmegi
  • Størri motivatión og arbeiðsgleði
  • Fokus á styrkir og avbjóðingar – og eina ætlan fyri framtíðar mál
  • Prógv fyri tínum førleikum
  • Við útgangsstøði í egnari styrki verður tú uppaftur betri í samstarvinum við onnur fólk.



Skapa tær eitt gott netverk
- tað er stuttligt og tú fært gleði av tí!


Longu fyrsta undirvísingardagin verður tú partur av einum netverksbólki. Tit kunnu brúka hvønn annan so hvørt - og líka so týdningarmikið er tað, at tit kunnu sparra við hvønn annan í gerandisdegnum og á tann hátt halda fast í mál og menningarøki.

Tú situr soleiðis ongantíð einsamøll/einsamallur við nýggja tilfarinum.

Hevur tú spurningar um útbúgvingina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á Synergi.

Vælkomin til eina spennandi menningartilgongd!


Blíðar heilsanir

Annika, Ása & Birita
Synergi




Liðilig og málrættað útbúgving yvir ½ ár


Útbúgvingin er skipa soleiðis:

  • 6 lærubøkur - eina til hvørt av teimum 6 modulunum
  • 4 undirvísingardagar
  • 2 coachingar
  • hittast í netverksbólkum
  • møguleiki at fara til próvtøku
Tú fært soleiðis eina útbúgving, har tú partvíst lesur sjálv/ur, fært undirvísing, umframt at tú sleppur til coach og kanst hittast í netverksbólkinum, ið tú verður ein partur av.

At gerast limur í netverksbólki og at kunna hittast til heili 4 undirvísingardagar, ger, at tú verður ikki slept/ur upp á fjall. Tú verður hildin til alla tíðina.

Møguleiki er at fara til próvtøku, sum er skipað, sum ein lærutilgongd. Tvs. at tú fært tveir heilar dagar, at svara uppá spurningar. Hetta merkir, at teir spurningar, sum tú ivast í, kanst tú granska og lesa um í bókunum. Hetta ger, at sjálv próvtøkan kann metast, at verða ein partur av undirvísingini.


Málbólkur


Útbúgvingin er fyri skrivstovufólk, samskiparar, móttøkufólk, skrivtovufulltrúar, skrivarar, móttøkufólk, skúlaskrivarar, verkætlanarskrivarar, leiðsluskrivarar, advokatskrivarar, læknaskrivarar, hjálparfólk á skrivstovum og onnur í líknandi størvum.




Les alt um útbúgvingina á leinkjunum til vinstru!