Um Synergi

Spf. Synergi varð stovnað 11. november 2003 av systrunum Anniku og Ásu Andreasen. Fyrstu tvey árini starvaðust tær báðar einsamallar hjá Synergi. Í dag eru 3 fólk í føstum starvi hjá Synergi. Harumframt eru ein hópur av sera dugnaligum undirvísarum knýttir at felagnum, bæði føroyskir og útlendskir.

Endamálið hjá Synergi er at geva føroyska samfelagnum meirvitan og íblástur at menna seg. Soleiðis fáa vit eitt betri samfelag, betri fyritøkur og glaðari og enn meiri eldhugað starvsfólk. Hetta er ein samfelagsuppgáva, sum starvsfólkið hjá Synergi er fegið um at vera við til at lyfta saman við viðskiftafólkunum.
 
Synergi bjóðar sjálv fram og skipar fyri onnur:
· Skeið – har øll kunnu tekna seg
· Skeið – bert fyri tínari fyritøku
· Kvøldskeið
· Skeið fyri arbeiðstøk
· Starvsfólkadagar
· Ráðstevnur
· Fyrilestrar
· Temadagar
· Verkstovur 
· Stevnur (messur)
· Størri tiltøk
· Útleigan av nýmótans teldustovu
· Útleigan av teldum
       
Synergi skipar bæði fyri opnum skeiðum - tað eru skeið, har øll kunnu tekna seg -  og fyri innanhýsis skeiðum, sum eru skeið, har bert tín fyritøka luttekur. Flestu skeiðini kunnu keypast sum innanhýsis skeið og tey kunnu eisini tillagast júst tykkara tørv. Innanhýsis skeið kunnu haldast í hølum hjá tykkum ella í hugnaligu hølunum hjá Synergi í Rabarbuhúsinum á Tvørgøtu 13, har vit eisini hava teldur til 14 fólk.
 
Samband 

Telefon: 322355
Fax: 322329
Teldupostur: synergi@synergi.fo

Bankasamband 
EIK – 9181 – 450.800.0
V-tal 533343