Bo Hejlskov Elvén: Atferðartrupulleikar og harðskapur | 29. august 2017


Kom við til ein sera spennandi temadag um handfaran av atferðartrupulleikum og harðskapi 




Í øllum samanhangi, har fólk hittast, koma atferðartrupulleikar fyri


Tað kann bæði vera í minni mun – t.d. sum at eitt barn ikki vil samstarva, ella í størri mun – at ein persónur er harðligur ella skaðar seg sjálvan.

Hesar støður mugu vit duga at handfara - líkamikið um tað er í leiklutinum sum lærarari, pedagogur,   røktarfólk av ymiskum slagi, saksviðgeri, móttøkufólk ella foreldur.


Vit mugu duga at handfara truplu atferðina, áðrenn vit kunnu broyta hana



Temadagurin snýr seg um, hvussu vit arbeiða við atferðartrupulleikum og harðskap út frá hugsjónini, at vit eru noydd at duga at handfara truplu atferðina, áðrenn vit kunnu broyta hana.


Vit læra ymiskar metodur


Vit fara at hyggja at metodum at handfara atferðartrupulleikar, metodur at eftirmeta tær støður, har truplu støðurnar eru og metodur at gera broytingar, soleiðis at vit sleppa undan at tað sama hendir aftur.


Metodurnar kallast "Low arousal approach" og byggja tær uppá neuropsykologi og affektteori


Metodurnar verða kallaðar “Low arousal approach” og byggja tær uppá neuropsykologi og affektteori. Tær taka útgangstøði í, at vit skulu loysa sjálvt tær mest truplu støðurnar uttan at nakar kemur til skaða.


Fyrsti partur av temadegnum


Fyrsti partur av temadegnum er um teori og hugsan út frá hugtøkum sum ábyrgd og tamarhald. Eisini gjøgnumganga vit orsøkirnar til hví konfliktir taka seg upp og hvønn týdning tað hevur fyri, hvussu vit handfara tær.


Annar partur av temadegnum


Annar partur er um metodir at fyribyrgja og handfara harðskap, hóttanir og aðra trupla atferð. Eisini læra vit metodir at eftirmeta truplu støðurnar og metodir at broyta strukturin, umhvørvi og pedagogisku tilgongdina.

 


Málbólkur


Pedagogar, lærarar, saksviðgerðar, leiðarar, starvsfólk í eldrarøktini, røktarfólk, móttøkufólk, foreldur, o.o.  


Um undirvísarin 


Bo Hejlskov Elvén er sálarfrøðingur og arbeiðir sum ráðgevi, granskari og fyrilestrahaldari innan handfaring av trupulleikaelvandi atferð. Hann er sera væl dámdur og tí eisini sera nógv eftirspurdur. Tí eru vit glaðar at kunna bjóða tykkum møguleikan, at hoyra Bo Hejlskov og koma og læra metodurnar at handfara atferðartrupulleikar


Tilmelda

Kostnaður1.480,00 + mvg
,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

 




 PRAKTISKT


Dagur

29. august 2017, kl. 9.00-15.30

Tilmeldingarfreist:
28. august 2017 

Staður
Smæran, J. H. Schrøtersgøta 7, Tórshavn

Undirvísari
Bo Hejlskov Elvén

Mál
Danskt

Kostnaður
kr. 1.480 + mvg (kr. 1.850 v/mvg)

Íroknað
Undirvísing, íblástur, meirvitan, morgunmat, lættan frokost og seinnapartskaffi.




Tilmelding til tíðindatænastu okkara!

 

Oktober 2017

03. oktober 2017
Speglrefleks kamera | Kvøldskeið | 3. oktober 2017
25. oktober 2017
Outlook | 25. oktober 2017 | kl. 09.00-12.00
25. oktober 2017
NÝTT! Grundskeið í tolli | Innflutningur | 25. oktober 2017
26. oktober 2017
Barnayoga, massasja og meditatión til børn | 26. & 27. oktob
26. oktober 2017
NÝTT! Tariferingsskeið kap. 1 - 97 | 26. oktober 2017
30. oktober 2017
Húðhungur innan eldraøkið | 30. oktober 2017
Yvirlit