Synergi bjóðar

·          Skeið – har øll kunnu tekna seg

·          Skeið – bert fyri tínari fyritøku

·          Kvøldskeið

·          Skeið fyri arbeiðstøk

·          Starvsfólkadagar

·          Ráðstevnur

·          Fyrilestrar

·          Temadagar

·          Verkstovur

·          Stevnur (messur)

·          Størri tiltøk

·          Útleigan av nýmótans teldustovu

·          Útleigan av teldum

Synergi skipar bæði fyri opnum skeiðum - tað eru skeið, har øll kunnu tekna seg - og fyri innanhýsis skeiðum, sum eru skeið, har bert tín fyritøka luttekur. Flestu skeiðini kunnu keypast sum innanhýsis skeið og tey kunnu eisini tillagast júst tykkara tørv. Innanhýsis skeið kunnu haldast í hølum hjá tykkum ella í hugnaligu hølunum hjá Synergi í Rabarbuhúsinum á Tvørgøtu 13, har vit eisini hava teldur til 14 fólk.


Umframt at skipa fyri sjálvi, átaka vit okkum at samskipa eitt nú ráðstevnur, starvsfólkadagar o.a. fyri tykkum. 


Biðið um óbindandi tilboð:)