Speglrefleks kamera | Kvøldskeið | 5. september 2017


- fá størri nyttu úr tínum speglreflekskamera og fototips til byrjarar


Glaður luttakari:

 "Eg teknaði meg til skeiðið,
fyri at fáa eitt spark í reyvina,
at forbetra mín tekniska førleika til myndatøku.

Eftir bara 3 tímum, við frálíkari vegleiðing frá Jenny, fekk eg meira burturúr,
enn eg nakrantíð fekk við teimum turrisligu 207 síðunum sum fylgdi við myndatólinum.
Takk fyri tað!" 

Aksel Højgaard
 

 


Byrjunarskeið í myndatøku
við speglrefleks kamera


Tú ert vælkomin óansæð, hvat merki títt kamera er.


Kennir tú teg aftur í niðanfyristandandi
- so er hetta skeiðið júst fyri teg;-)


  • Tú hevur endiliga tikið teg saman og investerað í eitt flott speglrefleks kamera (DSLR).
  • Tú hevur keypt tær bøkur um, hvussu tú skalt brúka kamera'ið og kanska liggur eisini brúksávísingin á náttborðinum.
  • Men hóast allar góðar intentiónir og ynski um at læra teg at brúka tólið, so ert tú ikki komin longur enn til at nýta autofunktiónirnar.

Upp á eitt kvøld fært tú øll tey góðu tipsini frá Jenny Weihe, sum ger, at tú rættiliga kanst fáa gleði av kamera'inum og sum kann hjálpa tær í gongd, so tú framyvir fært nýtt kamera'ið meira optimalt?

Kom á okkara stuttliga og læruríka kvøldskeið, har tú lærir at taka betri myndir og fært nógv góð tips til, hvussu tú veruliga kanst gagnnýta títt kamera.




Skeiðið hevur fingið heili
10,2 í miðal
eftir 13'skalanum í eftirmetingunum;)



Hetta mást tú bara vita...


Sum eigari av einum spegrefleks kamera, eru tríggir umráðandi parametrar, sum tú bara mást kenna og duga at brúka, bara nøkulunda ;-):


- Lukkaratíð

- Blendu

- ISO


Lukkaratíð, blendan og ISO avgera, hvussu ein mynd verður eksponerað. Tað vil siga, hvussu ljós ella myrk myndin verður. Parametrarnir avgera eisini onnur viðurskifti, so sum djúpdarskarpheit og mongd av "óljóði" í myndini, tvs. hvussu "kornut" myndin er.


Við at luttaka á skeiðinum, fært tú eina gjøgnumgongd av hvussu teir 3 parametrarnir virka og tá ert tú klár at fara heim at eksperimentera.




Brellbitar úr skránni


  • Tey 10 boðini - góð ráð tá tú tekur myndir
  • "Det gyldne snit”
  • Nærmyndir
  • Bólkamyndir/familjumyndir
  • Barnamyndir
  • Blits
  • Feriumyndir
  • Myndatøku í td. Ítróttarhøllum
  • Útgerð



Skeiðleiðari: Jenny Weihe Poulsen


Jenny Weihe Poulsen er útbúgvið sølufólk við foto sum sergrein. Tað eru ivaleyst fleiri, sum minnast hana frá 3'aranum og seinni Expert í SMS, har hon í fleiri ár hevur vegleitt kundum í øllum, sum hevur við foto at gera.


Foto hevur altíð havt hennara áhuga og myndaevnini eru mong: alt frá portrettmyndir til landslagsmyndir til brúdleypsmyndir.



Hetta siga luttakarar á skeiðinum!


"Eg teknaði meg til skeiðið fyri at fáa eitt spark í reyvina at forbetra mín tekniska førleika til myndatøku. Eftir bara 3 tímum, við frálíkari vegleiðing frá Jenny, fekk eg meira burturúr, enn eg nakrantíð fekk við teimum turrisligu 207 síðunum sum fylgdi við myndatólinum. Takk fyri tað!"

Aksel Højgaard

"Alt var so vanligt, fakútrýkkini vóru á einum støði, har øll kundu vera við. Jenny var greið og dugdi væl at lýsa tað, vit lærdu. Og super at fara út við kameranum. Talið av luttakarunum var eisini ok."

Tony í Lon

"Jenny lýsti væl tey ting, eg var áhugað í, t.d. týdningin av ljósi, lukkitíð og blendu. Vit sluppu at royna tað og tað helt eg var sera gott. Jenny virkaði til at vera væl inni í evninum og undirvísti á sera livandi og sjálvsikran hátt"

Kirstin Baldvinsdóttir





Tilmelda

Kostnaður476,00 + mvg
,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

 




Praktiskt


Max. 12 luttakarar!  

Dagur: 
  • 05. september 2017 - kl. 17.00-20.30 | PLÁSS
  • 6.mars 2017- kl. 17.00-20.30 |ÚTSELT
  • Skeiðið er sera populert og tí nærum altíð útselt - so skalt tú við eigur tú ikki at bíða við at tekna teg!

  • Legg til merkis! Max pláss fyri 12 luttakarum á hvørjum skeiðið, so tryggja tær pláss;)
Staður: Synergi, Rabarbuhúsið á Tvørgøtu 13, 100 Tórshavn. OBS! Nógvar trappur, sig frá um tú hevur trupult við at ganga í trappum

Undirvísari: Jenny Weihe Poulsen

Mál: Føroyskt

Kostnaður: Kr. 476,00 + mvg. (595,00 v/mvg.)

Íroknað: Umframt undirvísing, íblástur og meirvitan fært tú tilfar og sjálvsagt kaffi og okkurt gott afturvið.

Gjald: Kann bert gjaldast við DK/VISA

Tilmelding: Tilmelding fer fram niðast her á síðuni, scrolla niður;)    

 

Tilmelding til tíðindatænastu okkara!

 

August 2017

29. august 2017
NÝTT! Atferðartrupulleikar og harðskapur á arbeiðsplássin

September 2017

05. september 2017
Speglrefleks kamera | Kvøldskeið | 5. september 2017
11. september 2017
Excel I - tey fyrstu fetini | 11. & 12. september 2017
18. september 2017
Effektiv og góð fundarleiðsla | 18. september 2017
20. september 2017
Revit - grundskeið | 20., 21. & 22. september 2017

Oktober 2017

25. oktober 2017
Outlook | 25. oktober 2017 | kl. 09.00-12.00
Yvirlit