Soleiðis fáa tit effektivar fundir við góðum fasiliteringsamboðum | 24. & 25. september 2018


Kom og fá uppskriftina

>> uppá góða fundarleiðslu

>> uppá hvussu tú fasiliterar góðar fundir



Vit vita tað væl. At tað er umráðandi, at øll føla, at tíðin, vit brúka á fundum, er væl givin út. At fundirnir er neyðugur og at nakað ítøkiligt kemur burturúr. Men ofta haltar kortini. 

Vit hava ikki gjørt okkum greitt hvussu týdningarmikið tað er, 

  • at fundurin er væl fyriskipaður, 
  • at tað eru tey røttu fólkini, ið luttaka, 
  • at fundirnir eru væl stýrdir
  • at fylgt verður upp uppá tær avtalur og avgerðir, ið tiknar vóru á fundunum.

 


Lær at seta rammur um fundir
og lær at stýra fundum


Á skeiðinum verður arbeitt við at skipa ein góðan, konstruktivan fund. Arbeitt verður við hugtøkunum pre- og de- frame, ið vísa til, at tað er umráðandi at seta rammuna um fundin, bæði áðrenn, ímeðan fundurin er og til at enda fundin. Afturat hesum verður arbeitt við háttinum fasilitering, ið er ein effektivur háttur, at tryggja, at øll í bólkinum eru við frá byrjan. At tryggja at bólkurin savnar seg um endamálið við fundinum og at røkka málsetninginum. 


Innihald |Dagur 1
- vit savna okkum um rammurnar um fundin



  • Pre- og deframe – hvat er tað?
  • Fundarinnkalling
  • Fundarskrá
  • At taka saman um og at gera lista

Innihald | Dagur 2
- vit savna okkum um fasilitering og amboð at fasilitera við


  • Fasilitering – hvat er tað?
  • Grafisk fasilitering – hvat er tað, og hvussu kann tað brúkast á fundum?
  • Ymisk amboð, at fáa fundar luttakararnar við
  • Truplir fundarluttakarar – hvussu handfara vit hesar?
  • Framløgu tips og triks 


Málbólkur


Skeiðið er ætlað til fólk, ið hava ábyrgd av fundum, stórum sum smáum. So hevur tú td. ábyrgd av fundum, fyrireikar tú fundir, innkallar, stýrir, fylgir upp, so er hetta eitt skeið fyri teg.



Endamálið við skeiðinum


Er at læra at effektivisera fundir, soleiðis at sum mest kemur burturúr, bæði arbeiðsliga og sosialt. Hetta er sera relevant, av tí at (alt ov) stórur partur av arbeiðstíð okkara fer við at hava fundir. Og tá er tað týdningarmikið, at fundirnir eru relevantir og væl stýrdir. Tí einki er so frustrerandi sum fundir, har sama evni verður tikið upp, ferð aftaná ferð. 


Undirvísari | Siri Tórgarð



Siri Tórgarð er útbúgvin innan organisatión, samskifti og leiðslu frá Københavns universitet. Harumframt er hon útbúgvin innan fasilitering, konflikthandfaring og mekling. Eisini hevur Siri tikið eina útbúgvning sum coach frá Manning Inspire.

Siri hevur m.a. arbeitt hjá A.P. Møller - Mærsk innan HR øki, hjá TAKS innan HR og samskifti, hjá Reyða Krossi sum dagligur leiðari og í nógv ár hjá CISV við sjálvbodnari leiðslu og skeiðsvirksemi.






Tilmelda

,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

 




PRAKTISKT

 
Dagur
24. & 25. september 2018

 
Tilmeldingarfreist  
10. september 2018  

 

Staður

Synergi, Rabarbuhúsið, Tvørgøta 13, Tórshavn

 

Undirvísari  
Siri Tórgarð

 
Mál
Føroyskt

 

Kostnaður  
kr. 5500 + mvg (kr. 6875 v/mvg)

 
Íroknað  
Umframt undirvísing, íblástur og meirvitan fært tú tilfar og sjálvsagt okkurt til matna.
 
  
 



September 2018

12. september 2018
HR-Løgfrøði Modul 4 | Loyalitetur | Sosialir miðlar | Whist
17. september 2018
Navision fyri bókhaldarar (Dynamics NAV) | 17. & 18. september
19. september 2018
HR-Løgfrøði | Modul 5 | Sjúkrafrávera | 19. september 201
24. september 2018
Soleiðis fáa tit effektivar fundir við góðum fasiliterings
27. september 2018
Samskiftisførleikin hjá tær sum leiðara | 27. & 28. septemb

Oktober 2018

15. oktober 2018
Lær at handfara trupula atferð v/Bo Hejlskov Elvén | 15. okt
Yvirlit