Skjótlesing | 12. og 13. mars 2018


Longu fyrsta dag...
klárar tú at skimma 100 síður
uppá 20 minuttir...




Eftirmeting 
heili 10,25
eftir 13'skalainum





Kennir tú tað aftur?


Tú situr og lesur, men áðrenn tú veitst av, ert tú heilt aðra staðni í tonkunum?
Om igen... hvar var tað nú, eg kom til? 
Tú tekur teg ordiliga saman, tú MÁST lesa hetta nú. 
Tíðin er um at ganga undan hjá tær...
...Har var tað, eg var komin til, tú rættar ryggin, andar djúpt inn og byrjar umaftur.

Hesaferð lesur tú hart...

...innantanna - tú lesur orð fyri orð fyri at tryggja tær, at tú fært tað við. 
Uppá hendan tíman
- tú hevur sett tær fyri at lesa - 
byrjar tú umaftur fleiri ferð.

Og úrslitið er, 
at tú nært ikki at lesa alt tað,
tú skuldi, 
áðrenn fundin, próvtøkuna, framløguna….

Soleiðis sita fólk...

...í túsundatali hvønn dag og lesa hart. 

Og vit tosa ikki um at lesa søgur fyri børnum,
sum er ordiliga gott.

Nei, vit sita og lesa hart fyri okkum sjálvi innantanna.
Og tað er knapp so gott.



At hava við!



Tak tvær bøkur við. Tað skulu vera fagrar bókmentir (gjarna á donskum) av tí slagnum, man vanliga fær í einum bókaklubba. Yrkingar og líknandi hóskar ikki.



 

Tú brúkar tann lesiteknikk, sum tú lærdi, tá tú gekk í barnaskúlanum


Sjálvandi hevur tú ment lesiførleikarnar, soleiðis at tú eisini dugur at lesa og skilja meiri torførar tekstir, men sjálvur teknikkurin, ja, hann hevur staðið í stað. 
Tað bæði setir lesiskjótleikan niður, oyðileggur tína konsentratión og forðar tær í veruliga at njóta gleðina við at lesa. Einasta orsøkin til, at vit sita soleiðis og lesa hart innantanna er, at vit ikki hava lært annað. 


Málbólkur


Hevur tú eina rúgvu, tú skal lesa uppá stutta tíð? Situr tú ofta við tungum tekstum? Ert tú í holt við at taka eina hægri útbúgving við stórum pensum at lesa? Er arbeiði hjá tær soleiðis háttað, at tú mást lesa eina rúgvu fyri at kunna útinna tað til fulnar? Ella kundi tú bara hugsað tær at økt um lesiskjótleikan sum heild?

So fært tú heilt víst nógv burturúr at koma á skeið í skjótlesing.

 

Les dupult so skjótt og skil tekstin betri


Á hesum skeiðinum fert tú at blíva tilvita um tína innaru rødd og lærir, hvussu tú sleppur av við - og simpulthen sløkkir fyri - røddini. Tá tú sløkkir ljóðið, er vanligt, at tú fert at lesa dupult so skjótt og sum síðugevinst fert tú eisini at skilja tekstin, sum tú lesur, betri.
 
Harafturat fer tú at gerast meiri effektivur lesari, tá tú fert at duga at brúka teir ymisku lesiteknikkirnar til tey ymisku endamálini.
 


Á skeiðinum lærir tú


● Skjótlesing – til orienteringsbrug ella dagliga lesnaðin
● At skimma tekst - fyri at fáa stóra yvirlitið
● Fakligan lesnað/lestrarlesing – at fara í dýpdina og viðgera tekstir
● Notatteknik – Mind Map sum eitt alternativ til vanliga notatteknikkin
● Innleiðsla til NLP – eitt innlit í, hví vit eru ymisk, og hvat hetta merkir í mun til m.a. læring
● Test fyri at fylgja tínari menning
 
Skeiðið er intensivt og tað verður eisini undirvíst ein til ein umframt venjingar. Hetta vísir seg geva bestu úrslit.


Undirvísari | Lars Byriel


Lars Byriel, HD í sølubúskapi frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Hann hevur fleiri ára royndir sum undirvísari.


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=17aCds6CxAU]


Tilmelda

Kostnaður6.500,00 + mvg
,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

 




Praktiskt


Dagar: 
12. og 13. mars 2018 | kl. 09-16 | PLÁSS

Tilmeldingarfreist:
 19. februar 2018 - men tað kann verða úselt áðrenn!


NB! Vit mæla til skjóta bílegging, tí seinastu skeiðini hava verið útseld


Staður:
 Synergi, Rabarbuhúsið á Tvørgøtu 13, 100 Tórshavn OBS! Nógvar trappur, sig frá um tað er ein trupulleiki.

Mál: Danskt

Íroknað: Umframt undirvísing, undirvísingartilfar, íblástur og meirvitan fært tú sjálvsagt okkurt gott undir góman. Eitt nú morgunmat kl. 10.00, ein góðan frokost, umframt kaffi v/dessert seinnapartin.

Kostnaður:  kr. 6.500 + mvg. (kr. 8.125,00 v/mvg.)    


November 2017

27. november 2017
Lær grundstingini í broderí til føroysk klæðir| Kvøldske
28. november 2017
PowerPoint | 28. november 2017 | kl. 09.00-12.00
29. november 2017
HR-Løgfrøði | Modul 5 | Sjúkrafrávera | 29. november 2017
30. november 2017
Excel I - tey fyrstu fetini | 30. november & 1. desember 2017

Desember 2017

05. desember 2017
Outlook | 5. desember 2017 | kl. 09.00-12.00
05. desember 2017
Lær at gera fotobók | Kvøldskeið | 5. desember 2017
Yvirlit