Samskiftisførleikin hjá tær sum leiðara | 27. & 28. september 2018



Ávirkan, trúvirði og sannførandi atburður 




Intensivt programm,
sum gevur tær førleikar
til framúrskarandi samskifti >>



Vitan og serkunnleiki fáa ikki veruliga megi, fyrrenn tey koma upp í hendurnar á einum persóni, sum dugir at miðla tey væl og rætt.

Hugsa tær eina støðu, har ein kompetentur og vitandi persónur ikki dugir at miðla sín boðskap á sannførandi hátt. Tá miðlan ikki riggar, ávirkar tað okkara motivatión og effektivitet, so vit missa tilfeingi og upplýsingar.

Samskiftisførleiki (Kommunikativ kompetence®) setir sjóneykuna á tey øgiligu krøvini, sum alheims handilsumhvørvið setir okkum. Meira enn nakrantíð eru góð samskiftisevni neyðug til at miðla boðskapir og virði, og til yvirhøvur at vekja eldhuga. Bara soleiðis kunnu vit sannføra, fanga og motivera.


Endamál við skeiðsprogramminum >>



Programmið styrkir evnini hjá tí einstaka luttakaranum til at samskifta væl, virka sannførandi, fanga og hava trúvirði. Sostatt fært tú ítøkilig amboð at nýta beinleiðis á fundum, í framløgum og í persónligum samrøðum. 



Hetta fært tú >>



 Lær at fáa persónliga ávirkan, tá tú samskiftar
 Venjing í atburði og lesing av kropsmáli – meting av innihaldi, trúvirði og kongruensi
 Intensiva venjing av samskiftisevnum, framløguteknikkum og framferðarhættum
 Persónliga samskiftisgreining – yvirlit yvir sterkar síður og hvar okkurt kann gerast betur
 Sannførandi atburð og trúvirði
 Skipaða planlegging av framløgum
 Evni at samskifta effektivt



Málbólkur >>



Programmið er ætlað teimum, sum dagliga skulu sannføra og/ella geva kunning. Málbólkurin er hvønn dag í miðdeplinum í týdningarmiklum samskiftis- og framløtustøðum – og álit og trúvirði hevur alt at siga fyri arbeiði og viðgongd.



Byggir á danska metsølubók  >>



Samskiftisførleiki (Kommunikativ kompetence®) er grundað á eina av mest seldu managementbókunum í Danmark við heitinum ”Kommunikativ kompetence”, og byggir á kanningar og royndir frá fleiri enn 25.000 samskiftis- og samráðingarstøðum. Í alheims høpi er programmið fastur liður í útbúgvingini av leiðslustarvsfólkum hjá donskum fyritøkum sum Carlsberg og Vestas.



Programmið umfatar hesi meginevnini >>



 Evnini at samskifta effektivt
 Hvussu tú samskiftir við ávirkan
 Avgerandi tættirnir í samskiftinum
 Álit og trúvirði
 Kropsmál og tekin – hjá tær og mótpartinum
 Atburðarvenjing
 Empati og relatiónir
 Spegling og frágreiðing
 Assertivur atburður
 Skipan í samskiftinum
 Teknikkir til yvirtaling og effektivar framløgur
 Intensiv venjing av samskiftisevnum, millum annað framløguteknikki
 Persónligur samskiftisprofilur



Ástøði og venjing >>



Samskiftisførleiki (Kommunikativ kompetence®) er eitt intensivt 2-daga programm. Tá programmið byrjar, fáa allir luttakararnir útflýggjað ”Kommunikationshåndbogen”, sum er grundarlag fyri programmið. Programmið er eitt bland av uppleggum, ítøkiligum venjingum, gjøgnumgongd av teknikkum og ítøkiligum feedback. Til tess at hvør einstakur luttakari skal fáa mest møguligt uppmerksemi, arbeiða vit við smáum liðum.

Teknikkir og samskiftisvenjingar verða vand fleiri ferðir, og tikið verður upp á video. Vit tryggja persónligu menningina hjá einstaka luttakaranum við, at hann sær seg sjálvan á filmi, og við feedback til hansara og til hinar luttakararnar. Aftan á programmið fáa luttakararnir sínar egnu filmar, so teir kunnu arbeiða víðari.


Samskiftisgreining >>



Til at lýsa og styrkja førleikavenjingina gera vit eina persónliga samskiftisgreining, sum lýsir samskiftisprofilin hjá einstaka luttakaranum. Úrslitið av greiningini hjálpir luttakaranum við at eyðmerkja og motivera broytingar av atburðinum. 


Carlsberg sigur um programmið >>



"It is my clear impression that MarketWatch Management is a leading supplier and
partner within the field of practising and teaching communication skills. Therefore
I would like to recommend MarketWatch Management to any company or person
that requires training or coaching within the communicative arena."

Best Regards
Carlsberg Breweries
Majvi Wulff-Christensen
Senior Manager,
International HR Development


Skeiðleiðari: Keld Jensen


Keld Jensen er dani, men býr og arbeiðir í USA. Hann er at rokna sum ein heimskapasitetur innan samráðing. Keld hevur skrivað 23 bøkur um samráðingar og samskifti, ið eru umsettar og givnar út í fleiri enn 17 londum á 37 málum. Eitt nú bókina “Forhandlingsteknik” og “Negotiating Partnerships” á forlagnum Financial Times og á forlagnum hjá Jyllandsposten, Kommunikativ Kompetence.

Fleiri bøkur eru bestseljarar og hava vunnið virðislønir. Hann hevur verið tilnevndur besti fyrilestrahaldari í Danmark og tilnevndur sum Top Thought Leader in Trust í 2016 (og 2015).





Tilmelda

Kostnaður10.473,00 + mvg
,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

 




Praktiskt


Dagur


27. & 28. september 2018

Staður


Tórshavn, høli verður upplýst seinni

Undirvísari


Keld Jensen, professari 

Mál


Danskt

Kostnaður 


kr. 10473 + mvg (kr. 13091,25 v/mvg)

Íroknað


Undirvísing & undirvísingartilfar. Morgunmatur kl. 10.00. Frokost kl. 12.00. Seinnapartskaffi. Kaffi, te & frukt allan dagin. 


Mai 2018

28. mai 2018
Bókhald frá grundini | 28. - 30. mai 2018
31. mai 2018
At leiða onnur uttan at vera (formellur) leiðari | 31. mai &

Juni 2018

04. juni 2018
Speglrefleks kamera | Kvøldskeið | 4. juni 2018
07. juni 2018
Nýggjur samráðingar teknikkur | Smartnership | 7. & 8. juni
08. juni 2018
Heilasmartur pedagogikkur | 8. juni 2018
11. juni 2018
Excel I - tey fyrstu fetini | 11. & 12. juni 2018
Yvirlit