Revit - víðka skeið | 15.-17. januar 2018

 


Kom og lær at brúka Revit,
meira effektivt!


 

| SEINAST VAR ÚTSELT | 



Við at luttaka...


...lærir tú at nýta forritið á víðkaðum støði. Arbeitt verður bæði teoretiskt og praktiskt, soleiðis at hvør einstakur skal fáa so nógv burturúr sum til ber. Á skeiðinum arbeiða vit við at útvikla BIM-modellið við meiri detaljum, til at brúka í projektering og presentatiónstilfari. 



Málbólkur


Skeiðið vendir sær til tey sum hava tikið grundskeiðið og tey sum hava eina grundleggjandi vitan um Revit, sum kundu hugsa sær víðkaðar førleikar í Revit Architecture. Eitt nú arkitektar, verkfrøðingar, byggifrøðingar, tekniskir assistentar, byggiharrar, projektleiðarar og onnur í byggivinnuni.


 

Innihald í skeiðinum


Vit fara at læra at brúka Revit á einum víðkaðum støði. Fyrsta part av skeiðinum arbeiða vit vit útvikling av modellinum frá uppstart og gjøgnum tær ymisku projekteringsfasurnar. Vit arbeiða bæði við terræn- og bygningsmodelering og hvussu tú kanst kobla hesar saman. Síðsta part av skeiðinum, arbeiða vit við, hvussu tú kanst brúka modellið, sum útgangsstøðið í tínum præsentatiónstilfari. 


Her er nakað av tí, sum verður á skránni:

  • Lendismodellering (Terrænmoddelering)
  • Modeldetaljur og kunningarniveau 
  • Arbeiði við ymiskum designloysnum
  • Detaljering av tvørskurði og smálutum (Snit og detaljer)
  • Visualisering og Cloud Render
  • Draga út á skema: mongdir, tekningarlistar
  • Upprætta egnar Families
Skeiðið er í 3 dagar. Undirvísingarformurin er ein blandingur av uppleggum frá undirvísara og venjingum í mun til skeiðstilfari. Allir luttakarar fáa hvør sítt eintak av "BIMbogen" og elektroniskt kompendie við supplerandi tilfari. Skeiðstilfari er á enskum, men undirvíst verður á donskum.

       

Undirvísari: Niels Ole Christiansen, 
ið hevur skrivað lærubók um evnið


Niels Ole Christiansen er 46 ár og útbúgvin bygningskonstruktør.

Seinastu 14 árirni hevur hann havt egna fyritøku við fokus á 3D modelleringsamboð til byggivinnuna, amboð til byggivinnuna, við denti á visualiseringar av byggjaríum.

Hann hevur seinastu 5 árini undirvíst á bygningskonstruktørútbúgvingini í Aarhus, har hann hevur ábyrgd av BIM og Revit. Nú arbeiðir hann á VIA University College, ið er størsti proffessiónsháskúli í Danmark.

Niels Ole Christiansen hevur skrivað bókina "Conceptual Building Design and Basic BIM Architecture 2015", sum er ein uppslagsbók, sum tekur lesaran ígjøgnum tær fyrstu modelleringsfasurnar í einum bygningi.




Luttakarar frá seinast:

"Undirvísarin dugdi væl, góð balanca millum teori
og at royna sjálvur, fingu útleverað nógv gott tilfar."

"Alt var gott."

"Skeiðið var super og undirvísarin visti hvat hann tosaði um.
Hann fær topp karakter."




Tilmelda

Kostnaður9.783,00 + mvg
,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

 




Praktiskt 

Max. 10!



Dagar
15.-17. januar 2018 | kl. 9.00 – 16.00


Klokkan
kl. 09.00-16.00. Morgunmatur kl. 10.00, frokostur kl. 12.00. Kaffi v/dessert kl. 14.15.

Staður
Synergi, Rabarbuhúsið á Tvørgøtu 13, 100 Tórshavn. OBS! Nógvar trappur, sig frá um tað er ein trupulleiki.

Undirvísari
Niels Ole Christiansen, sum hevur skrivað lærubók um evnið.

Undirvísingarmál
Danskt      

Kostnaður
kr. 9.783,00 u/MVG  (kr. 12.228,75 v/MVG)

Íroknað
Umframt undirvísing, íblástur og meirvitan fært tú tilfar og sjálvsagt okkurt gott til matna,-) 

Teldu við - við Revit!
Tú skalt hava teldu við á skeiðið við nýggjastu versión av Revit. Trialversiónin kann brúkast, men ikki downloada hana enn, tí hon er vanliga bert galdandi í ein mánaða. Vit hava møguleika at útvega teldu, men okkara teldur eru tó ikki meir enn næstbest til Revit. So tí viðmæla vit, at fólk hava teldu við sjálvi. Meiri um hetta seinni. 



Januar 2018

15. januar 2018
Revit - víðka skeið | 15.-17. januar 2018
16. januar 2018
Speglrefleks kamera | Kvøldskeið | 16. januar 2018
22. januar 2018
ÚSSM | Vár 2018 | Útbúgving fyri skrivstovufólk, samskipar
22. januar 2018
ÚSSM 2018 | Tilmelding
22. januar 2018
Lær grundstingini í broderí til føroysk klæðir| Kvøldske
26. januar 2018
Leiðaradagurin 2018 | 26. januar 2018
Yvirlit