Revit - grundskeið | 20., 21. & 22. september 2017


Conceptual Building Design – And Basis BIM in Revit Architecture 2017


Skeið í samstarv við VIA University College í DK

 


Eftirmetingin seinast var heili 

10,7 

í miðal eftir 13'skalainum



Um skeiðið


Á skeiðinum verður tú latin í til at arbeiða við Revit Architecture! Øll (ella nógv) bygging verður í dag planløgd út frá BIM-modellum, har tey flestu modellerast í Revit. Tí er Revit týdningarmikið fyri øll, sum arbeiða við - ella fegin vilja arbeiða við - byggjarí og design innan øki. Perspektivini í BIM-modellunum eru víð og hava potentiale til at kunna nýtast langt inni í rakstrinum og viðlíkahaldinum.

BIM: Bygnings Informatións Modellering

Skeiðið er í 3 dagar. Undirvísingarformurin er ein blandingur av uppleggum frá undirvísara og venjingum í mun til skeiðstilfari. 

Allir luttakarar fáa hvør sítt eintak av "BIMbogen". Skeiðstilfari er á enskum, men undirvíst verður á donskum.


Við at luttaka...


...lærir tú at nýta forritið stig fyri stig. Arbeitt verður bæði teoretiskt og praktiskt, soleiðis at hvør einstakur skal fáa so nógv burturúr sum til ber. Á skeiðinum taka vit útgangsstøði í eini ítøkiligari uppgávu. Tú lærir at arbeiða við einum BIM-modellið í Revit Architecture. Aftaná skeiðið, dugur tú at tekna eitt Revit projekt frá botni, arbeiða við "egenskabsdata" og framleiða tekningstilfar. 


 

Málbólkur


Skeiðið vendir sær til tey, sum hava royndir ella útbúgving innan byggivinnuna. Eitt nú arkitektar, verkfrøingar, bygningskonstruktørar, tekniskar assistentar, byggiharrar, projektleiðarar og onnur í byggivnnuni, sum ynskja at fáa grundleggjandi førleiar í Revit Architecture. 

Eftirsum hetta er eitt grundskeið, er ikki neyðugt at kenna forritið áðrenn. Tó er neyðugt at duga at nýta teldu á brúkarastøði.


 

Innihald í skeiðinum


Vit fara at læra at brúka Revit frá grundini. Á skeiðinum taka vit útgangsstøðið í einari konkretari uppgávu - vit skitsera eitt eittplanshús til eina familju. Skeiðið gevur okkum kunning um tað, at modellera í einum 3D BIM*-umhvørvi. Vit læra at nýta amboðini í forritinum so við og við, soleiðis sum tað náttúrliga hóskar seg inn í undirvísingina hesar tríggjar dagarnar. Vit enda við at fáa lidnar tekningar út úr modellunum, eitt nú:

  • Planir
  • Tvørskurður
  • Framsíða
  • Perspektiv


Á skránni


  • Brúkaraflatan
  • Modellering av veggjum, opningum (hurðum, vindeygum, vindeygapartíum), gólvum, trappum og tekjum
  • Innsetan av innbúgvi, møblum og armaturum
  • Modellering av einføldum lendi
  • At taka tekningar út og prenta
  • Arbeiða við øðrum fakmodellum
  • Verkgongd og menning av arbeiðshátti

Undirvísari
Niels Ole Christiansen, VIA University College 
ið hevur skrivað lærubók um evnið


Niels Ole Christiansen er 45 år gammel og útbúgvin bygningskonstruktør.

Seinastu 14 árinum hevur hann havt egna fyritøku við fokus á 3D modelleringsamboð til byggivinnuna, værktøjer til byggebranchen, við denti á visualiseringar av byggjaríum.

Hann hevur seinastu 5 árini undirvíst á bygningskonstruktørútbúgvingini í Aarhus, har hann hevur ábyrgd av BIM og Revit.

Niels Ole Christiansen hevur skrivað bókina "Conceptual Building Design and Basic BIM Architecture 2015", sum er ein uppslagsbók, sum tekur lesaran ígjøgnum tær fyrstu modelleringsfasurnar í einum bygningi.


Luttakarar seinast siga

"Sera gott at undirvísarin var dugnaligur og visti hvussu forritið skuldi brúkast."

"Skeiðsleiðarin var rættiliga greiður og tók tað stig fyri stig. Tað gjørdi, at tað var lætt at fylga við."





Tilmelda

Kostnaður7.880,00 + mvg
,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

 




Praktiskt 


Max. 10

Dagar
20.-22. september 2017


Tilmeldingarfreist
1. september 2017

Seinast var fullteknað!

Klokkan
kl. 09.00-16.00. Morgunmatur kl. 10.00, frokostur kl. 12.00.

Staður
Synergi, Rabarbuhúsið á Tvørgøtu 13, 100 Tórshavn. OBS! Nógvar trappur, sig frá um tað er ein trupulleiki.

Undirvísari
Niels Ole Christiansen, sum hevur skrivað lærubók um evnið.

Undirvísingarmál
Danskt      

Kostnaður
kr. 7880 u/MVG  (kr. 9850,00 v/MVG)

Íroknað
Umframt undirvísing, íblástur og meirvitan fært tú tilfar og sjálvsagt okkurt gott til matna,-)

Teldu
Tað er neyðugt at hava teldu við á skeiðið. Teldu við nýggjasta Revit á. Hevur tú ikki nýggjasta Revit á telduni, so kanst tú brúka trial-versiónina. Men ikki downloada hana, fyrr enn tú 100% veit, um skeiðið verður. Tí onkuntíð kunnu skeiðini verða flutt.

Tilmelding til tíðindatænastu okkara!

 

August 2017

29. august 2017
NÝTT! Atferðartrupulleikar og harðskapur á arbeiðsplássin

September 2017

05. september 2017
Speglrefleks kamera | Kvøldskeið | 5. september 2017
11. september 2017
Excel I - tey fyrstu fetini | 11. & 12. september 2017
18. september 2017
Effektiv og góð fundarleiðsla | 18. september 2017
20. september 2017
Revit - grundskeið | 20., 21. & 22. september 2017

Oktober 2017

25. oktober 2017
Outlook | 25. oktober 2017 | kl. 09.00-12.00
Yvirlit