PowerPoint | 28. november 2017 | kl. 09.00-12.00


BERT 1 pláss eftir!


Kom og lær tær snildu funkurnar í PowerPoint 
- uppá ½ dag!


  • Brúkar tú dagliga ella javnan PowerPoint?
  • Er tað kanska fleiri "PowerPoint-versiónir" síðani, tú hevur verið á skeið ;)?
  • Og ert tú klár/ur yvir, at har eru nógvar funkur, sum kunnu gera arbeiði hjá tær lættari?
  • Men sum tú bara ikki fært tikið teg saman til at læra?


So ert tú komin til rætta stað!
Uppá ½ dag, kanst tú læra eina røð av snildum funkum, sum gera arbeiði við at gera framløgur lættari - og stuttligari. Tí einki er so irriterandi sum at vita, at tað finnast snildari mátar at gera tingini uppá, men at tú bara ikki dugur tað. 



MAX.10 LUTTAKARAR




Endamál

Endamálið við skeiðinum er, at tú skalt læra allar tær nýggju og smørtu funkurnar í PowerPoint. Aftaná skeiðið fert tú at hava eitt yvirblik yvir PowerPoint, sum ger teg tryggari og ger tað lættari hjá tær, tá tú næstu ferð skalt gera eina framløgu. 



Á skránni

    Vit fara í gjøgnum allar tær mest vanligu funkurnar, sum tú hevur tørv á, til at gera eitt gott PowerPoint.

    • Yvirblik yvir PowerPoint
    • Hvussu setur tú myndir inn og snikkar tær til?
    • Hvussu skiftir tú millum design og litir?
    • Hvussu brúkar tú smørtu funkuna SmartArt
    • Lær grundreglurnar um diasmaster
    • Hvar er tað, tú skalt koyra logo inn, so tað sæst á øllum "síðum"
    • Hvussu fært tú skiftið millum "síðurnar" at síggja lekkurt út?
    • Hvør er munurin á "overgange" og "animationer"? 
    • Hvussu kanst tú gera eina framløgu, sum koyrir automatiskt, eitt nú á einum kunningarskermi?
    • Hvussu kanst tú fjala eina "síðu", sum ikki skal vísast á einum ávísum fundi?
    • Hvussu printar tú tína framløgu? Hvørjir eru møguleikarnar? 




    Kom og lær tað
    & slepp undan at royna teg fram
    - hvørja ferð 


    Spurningar?


    Hevur tú spurningar, so vend tær endiliga til Ásu hjá Synergi - asa@synergi.fo | tel. 227464.

    Legg til merkis, at tað er bindandi tilmelding. Fært tú ikki møtt sjálv/ur, ber tó væl til at bjóða plássið til ein starvsfelaga.


    Ert tú í iva, ring til Ásu hjá Synergi, 227464.






    Tilmelda

    Kostnaður1.200,00 + mvg
    ,   
    ,    ,   
    **
    ** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

    Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

     




    Praktiskt


    MAX. 10 luttakarar! 

    Dagur: 28. november 2017 | kl. 09.00-12.00 

    Staður: Synergi, Rabarbuhúsið á Tvørgøtu 13, 100 Tórshavn OBS! Nógvar trappur, sig frá um tað er ein trupulleiki.

    Undirvísari: Ása Andreasen

    Mál: Føroyskt

    Teldur: Undirvísingarteldur eru á staðnum, so tað er ikki neyðugt at hava egna teldu við 

    Kostnaður:  1200 kr. + mvg. (1500 kr. v/mvg.) 

    Íroknað: Umframt undirvísing, íblástur og meirvitan fært tú tilfar, morgunmat kl. 10.00, frukt og so nógv kaffi og te tú hevur hug til ;)

     


    November 2017

    27. november 2017
    Lær grundstingini í broderí til føroysk klæðir| Kvøldske
    28. november 2017
    PowerPoint | 28. november 2017 | kl. 09.00-12.00
    29. november 2017
    HR-Løgfrøði | Modul 5 | Sjúkrafrávera | 29. november 2017
    30. november 2017
    Excel I - tey fyrstu fetini | 30. november & 1. desember 2017

    Desember 2017

    05. desember 2017
    Outlook | 5. desember 2017 | kl. 09.00-12.00
    05. desember 2017
    Lær at gera fotobók | Kvøldskeið | 5. desember 2017
    Yvirlit