Photoshop - tey fyrstu fetini | 17. & 18. mai 2018


Kom og lær grundleggjandi funkurnar


Photoshop er eitt fantastiskt amboð, tá tú skalt arbeiða við myndum. Tað eru so at siga eingi mørk fyri, hvat tú kanst gera við forritinum. 

Tá tú skalt í holt við PhotoShop, er sera gott at duga grundleggjandi mannagongdirnar. Hvat er best at gera fyrst og hvat skalt tú goyma til seinast. Og tað er júst tað, sum tú fert at læra á hesum skeiðinum.

Tú fert at læra at loysa tær mest vanligu myndauppgávurnar. Tú fært nágreiniliga undirvísing í Photoshop og digitala myndaviðgerð. Tú lærir eisini tær mest umráðandi meginreglurnar innan góðsku, litir og brúk av myndaformatum.



Málbólkur


Skeiðið er til tín, sum ynskir at koma í gongd við at læra at viðgera myndir, ella bara vil hava fleiri royndir og arbeiða skjótari við forritinum. Tú arbeiðir helst í eini marknaðar- ella samskiftisdeild og hevur smærri uppgávur sum til dømis at gera myndir klárar til prentlutir ella web. Tú arbeiðir kanska við at seta faldarar, uppsløg og lýsingar upp ella tú arbeiðir við at gera heimasíðuna hjá tykkum. Kanska ert tú arkitektur ella fotografur og vil fegin, at arbeiði títt riggar so væl sum gjørligt.

Tú ert greið/ur yvir, hvussu stóra ávirkan góðar myndir hava fyri presentatiónina av tilfarinum hjá tær, men manglar grundleggjandi kunnleikan. 

Ongar serliga fortreytir eru fyri at luttaka á skeiðinum. Tó vænta vit, at tú dugur at brúka teldur á brúkarastøðið.


Hvat lærir tú á skeiðinum?


Á hesum Photoshop-skeiðinum lærir tú alt tað grundleggjandi um at arbeiða við myndum. Photoshop hevur eina rúgvu av amboðum til at umvæla myndir, t.d. at taka burtur dust, skøvur og annað. Tú lærir, hvussu tú nýtir hesi amboðini, umframt amboð til stovning og litkorrigering av myndum, so tú fært flottar myndir til prentlutir ella internetið. 

Vit kanna markeringsamboðini, og hvussu tú nýtir tey í ymiskum arbeiðsstøðum, t.d. til frílegging av evnum. Tú lærir, hvussu tú kopierar saman myndir. 

Á skeiðinum fært tú eisini ástøðiliga vitan um pixels, upploysing, og nær tú skalt nýta hvørji fíluformat. 


Úr skránni


  • Nýtsla av amboðunum í Photoshop
  • Fá stýr uppá hugtakandi brúkaraflatuna
  • Upploysing og myndastødd
  • Skering av myndum
  • Lær at skera myndir til rætta print- ella pixelstødd uttan at oyðileggja góðskuna, skeriamboðið og reglurnar fyri upploysn
  • Munurin á og nýtslan av RGB- og CMYK-litum
  • Fá neyvar kantar á tínar fríttleggingar ella justeringar (Magic Wand, Lasso og onnur selektionsamboð)
  • Nýtsla av retoucheringsamboðunum í Photoshop
  • Nýtsla av markeringsamboðunum
  • Frílegging av myndum/vørumyndum
  • Samankopiering av myndum
  • Tekstur í Photoshop
  • Nýtsla av løgum - hvør er munurin millum bakgrundslag, justeringslag og tekstlag. Hvussu broytist raðfylgjan?
  • Litstilling av myndum > hvussu kanst tú tillaga kontrast, ljós og litir
  • Fíluformat – hvørji skalt tú nýta til hvat

 



Úrtøka


Aftaná skeiðið dugir tú at viðgera myndir. At skera tær til, taka figurar úr myndum, seta figurar inn í myndir og arbeiða við litum soleiðis, at tað sær so gott út sum gjørligt. Tú dugir eisini at gera tínar myndir klárar til netið ella prent.



 

Undirvísari | Anni Arge Lamhauge


 

Anni Arge Lamhauge hevur útbúgving sum grafiskur sniðgevi frá Danmarks Designskole í 1992 og hevur síðani arbeitt sum grafikari í Danmark og Føroyum. Hon hevur saman við Janni Johansen fyritøkuna AnniJanni, ið veitir kreativar loysnir innan grafiska produktión: faldarar, lýsingar, búmerkir, heimasíður, emballasja, skelting, weblýsingar v.m. Dagligu arbeiðsamboðini eru m.a. Adobe Photoshop, sum er eitt ‘mást', tá tú skalt arbeiða við myndum til víðari nýtslu.


 

Tilmelda

Kostnaður4.620,00 + mvg
,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

 




Praktiskt


MAX. 12 luttakarar! 

Dagur: 

17. & 18. mai 2018

Klokkan: 09.00-15.30, morgunmatur er kl. 10.00

Tilmeldingarfreist: 3. mai 2018

Staður: Synergi, Rabarbuhúsið á Tvørgøtu 13, 100 Tórshavn OBS! Nógvar trappur, sig frá um tað er ein trupulleiki.

Undirvísari: Anni Arge Lamhauge, frá grafisku fyritøkuni AnniJanni.

Mál: Danskt

Teldur: Tú mást hava tína egnu teldu við á skeiðið. Eigur tú ikki PhotoShop frammanundan, kanst tú beint áðrenn skeiðið, downloada tær eina royndar-versión av PhotoShop, sum kann nýtast á skeiðinum. Tú eigur ikki at gera hetta fyrr enn beint áðrenn skeiðið, tí royndarversiónin varar bert í eina viku. 


Kostnaður:  4620,00 kr. + mvg. (5775,00 kr. v/mvg.) 

Íroknað: Undirvísing, íblástur og meirvitan, umframt okkurt gott til tann kræsna góman ;) Tvs. morgunmat kl. 10.00, frokost kl. 12.00 og seinnapartskaffi við dessert kl. 14.00. Kaffi og te og frukt allan dagin. 

 


Mai 2018

28. mai 2018
Bókhald frá grundini | 28. - 30. mai 2018
31. mai 2018
At leiða onnur uttan at vera (formellur) leiðari | 31. mai &

Juni 2018

04. juni 2018
Speglrefleks kamera | Kvøldskeið | 4. juni 2018
07. juni 2018
Nýggjur samráðingar teknikkur | Smartnership | 7. & 8. juni
08. juni 2018
Heilasmartur pedagogikkur | 8. juni 2018
11. juni 2018
Excel I - tey fyrstu fetini | 11. & 12. juni 2018
Yvirlit