Outlook | 25. oktober 2017 | kl. 09.00-12.00


Kom og lær tær snildu funkurnar í Outlook
- uppá ½ dag!

  • Brúkar tú dagliga Outlook?
  • Er tað kanska fleiri "Outlook' versiónir" síðani, tú hevur verið á skeið ;)?
  • Og ert tú klár/ur yvir, at har eru nógvar funkur, sum kunnu gera arbeiði hjá tær lættari?
  • Men sum tú bara ikki fært tikið teg saman til at læra?

So ert tú komin til rætta stað!
Uppá ½ dag, kanst tú læra eina røð av snildum funkum, sum gera dagligdagin hjá tær lættari - og stuttligari. Tí einki er so irriterandi sum at vita, at tað finnast snildari mátar at gera tingini uppá, men at tú bara ikki dugur tað. 



MAX.10 LUTTAKARAR


10,2 í miðal
eftir 13'skalainum




Endamál

Endamálið við skeiðinum er, at tú skalt læra allar tær nýggju og smørtu funkurnar í Outlook. Funkur, sum eisini royndir brúkarar ikki vita eru til. Aftaná skeiðið kanst tú brúka Outlook í størri mun til at hjálpa tær við at stýra tínum teldupostum og uppgávum, so einki dettur burturímillum.

Hevur tú Office 2013 ella 2016, so er hetta skeiðið til tín.


Á skránni

  • Fá skil og yvirblik yvir teir teldupostar, sum tú manglar at svara
  • Fá fleiri signaturar, alt eftir hvønn tú skrivar til - á føroyskum, donskum, enskum - og skift ímillum uppá tann rætta og lætta mátan (ikki tann mátin sum tú vanliga gjørt;)
  • Fløgg og kategoriir - ein sera snildur møguleiki at stýra øllum teldupostunum og tínum uppgávum, so eingin dettur burturímillum. Lær hvussu tú kanst brúka hesar funkur effektivt.
  • Lær at upprætta kontaktpersónar og bólkar
  • Lær nýggju funkuna "Hurtige dele"
  • Lær at leggja ymiskan autotekst inn, so tú sleppur undan at skriva somu boð 100 ferðir
  • Lær at automatisera mailar við funkuni "regler"
  • Lær at brúka leitifunkuna snildari
  • Lær at upprætta kontaktpersónbólkar, so tú sleppur undan at minnast teldupostadressurnar hjá øllum
  • O.a.


Snøgt sagt, eitt skeið, 
sum øll sum dagliga brúka Outlook, 
burdu tikið ;)


Hvør kann luttaka?

Øll sum arbeiða dagliga við Outlook kunnu luttaka. Hetta er ikki eitt grundskeið, so vit læra ikki at senda senda og svara teldupostum, men vit læra alt tað snilda, um Outlook eisini kann.


Hvar verður skeiðið?

Skeiðið verður í hugnaligu undirvísingarhølunum hjá Synergi, í Rabarbuhúsinum á Tvørgøtu 13, 100 Tórshavn. Nógvar trappur eru upp til hølini, so sig frá, um tú ikki klárar at ganga trappur.



Kostnaður 


Skeiðið kostar 1263 +mvg. (kr. 1580 v/mvg.) 

Íroknað er skeið, skeiðstilfar & kaffi við onkrum afturvið.


Luttakarar siga...


"Haldi bara sum heild at skeiðið var gott til mín.
Eg umsiti tveir postkassar og fái tískil eina rúgvu av teldupostum hvønn dag,
sum eg nú hava lært at organisera betur.
Bari fyri at nevna eitt smart, so haldi eg at signatururin er smartur.
Vanliga havi eg tveir signaturar, ein til innanhýsis teldupostar og ein til uttanhýsis teldupostar.
Nú havi eg gjørt mær fleiri standard svar. Ordiliga gott.
Eisini eri eg glað fyri heftið sum eg haldi, er væl gjøgnumført og lætt at brúka."

Sunrid Magnadóttir

Hon visti hvat hon tosaði um, og var skjót til at hjálpa.
Og eg fekk fleiri tips, hvussu eg kann arbeiða betur við Outlook.

Randi Á. Jakobsen




Tilmelda

Kostnaður1.280,00 + mvg
,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

 




 Praktiskt


MAX. 10 luttakarar! 

Dagur: 25. oktober 2017

Klokkan: 09.00 - 12.00. Morgunmatur kl. 10.00. 

Staður: Synergi, Rabarbuhúsið á Tvørgøtu 13, 100 Tórshavn OBS! Nógvar trappur, sig frá um tað er ein trupulleiki.

Undirvísari: Ása Andreasen

Mál: Føroyskt

Teldur: Undirvísingarteldur eru á staðnum, so tað er ikki neyðugt at hava egna teldu við 

Kostnaður:  1280 kr. + mvg. (1600 kr. v/mvg.) 

Íroknað: Umframt undirvísing, íblástur og meirvitan fært tú tilfar, morgunmat kl. 10.00 og kaffi og te allan fyrrapartin;)


Luttakarar siga...


 

"Hon visti hvat hon tosaði um, og var skjót til at hjálpa. Og eg fekk fleiri tips, hvussu eg kann arbeiða betur við Outlook."

"Skeiðið var sera tíðiligt forklára og væl fráfari av undirvísaranums síðu."

"Haldi bara sum heild, at skeiðið var gott til mín. Eg umsiti tveir postkassar og fái tískil eina rúgvu av teldupostum hvønn dag, sum eg nú hava lært at organisera betur." 

"Har vóru nógvar funkur, sum eg ongantíð brúki. Visti ikki at tær vóru har, so sum heild var alt skeiði gott. Lærdi nógv nýtt."


 

Tilmelding til tíðindatænastu okkara!

 

Oktober 2017

03. oktober 2017
Speglrefleks kamera | Kvøldskeið | 3. oktober 2017
25. oktober 2017
Outlook | 25. oktober 2017 | kl. 09.00-12.00
25. oktober 2017
NÝTT! Grundskeið í tolli | Innflutningur | 25. oktober 2017
26. oktober 2017
Barnayoga, massasja og meditatión til børn | 26. & 27. oktob
26. oktober 2017
NÝTT! Tariferingsskeið kap. 1 - 97 | 26. oktober 2017
30. oktober 2017
Húðhungur innan eldraøkið | 30. oktober 2017
Yvirlit