NÝTT! Tariferingsskeið kap. 1 - 97 | 26. oktober 2017


 BERT 4 pláss eftir!

Er tað tín uppgáva at tarifera vørur eftir tariferingsreglunum í Toll- og vøruskránni?



  • Kennist tað ofta tungt, tí tú ikki altíð veit, hvar tú skalt plasera vøruna? 
  • Kanska tú ofta ivast í, júst hvar vøran skal tariferast? Hvat fyri vørunr., tú skalt velja?
  • Kundi tú hugsað tær at lært eitt sindur um hetta, so arbeiðið hjá tær framyvir verður lættari?
  • Kom á tariferingsskeið og lær røttu mannangongdirnar at tarifera vørur eftir reglunum í Toll- og vøruskránni, so tað framyvir fer at falla tær lættari at fáa hetta avgreitt. 

Tariferingsskeið kap. 1 - 97


  • Kap. 1 – 24  landbúnaðarvørur 
  • Kap. 25 – 97  ídnaðarvørur

Vit gjøgnumganga vørubólkarnar


  • Matvørur
  • Klædnavørur
  • Maskinur

 


Støðið verður tikið í gerandisdegnum hjá føroyskum fyritøkum


Fyri at tú skalt fáa sum mest burturúr, verður støðið tikið í gerandisdegnum hjá føroyskum fyritøkum. Harnæst verður gott høvi hjá tær at seta spurningar og fáa svar uppá júst tað, sum tú heldur vera mest trupult at fáast við. At sita sjálv/ur og royna at finna útav, hvat vendir upp og hvat vendir niður, er ikki altíð so lætt.

Afturat hesum fært tú høvi at tosa við hinar luttakararnar, hvør veit, kanska tú eisini fært onkur góð ráð frá onkrum av hinum luttakarunum, sum situr við tí sama sum tú;).



Endamál


Luttakararnir fáa gjøgnumgongd í mannagongdini av, hvussu man tariferar vørur eftir tariferingsreglunum í Toll- og vøruskránni. Kom og lær teg hetta, so arbeiðið framyvir fer at falla tær nógv lættari. 



Luttakarar


Dagurin er ætlaður tær, sum dagliga umsitur og avgreiðir innflutningsskjøl. Pláss er fyri 20 luttakarum. Skeiðið plagar at vera útselt, so vit mæla til skjóta bílegging.


Undirvísarar


Annsy Høghamar, Annika Hansen og Hanna Jacobsen, sum allar arbeiða og hava arbeitt hjá TAKS í mong ár, so tær eru at kalla ekspertar á økinum. Skeiðið er eitt samstarv millum Synergi og TAKS.



Onnur hyggja eisini eftir hesum >>

























Tilmelda

Kostnaður985,00 + mvg
,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

 




Praktiskt
MAX. 20 luttakarar

Dagur

26. oktober 2017, kl. 9.30-15.00

Staður

Skeiðið verður í Fíggjarmálaráðnum, Kvíggartún 1, Argir (Albert Hall)


Undirvísari
Annsy Høghamar, Annika Hansen og Hanna Jacobsen, TAKS

Mál
Føroyskt


Kostnaður
EINANS Kr. 985,00 + mvg (kr. 1.231,25 v/mvg)

Íroknað

Umframt undirvísing, íblástur og meirvitan fært tú ein kaffimunn fyrrapart, frokost og seinnapartskaffi.


 


Oktober 2017

25. oktober 2017
Outlook | 25. oktober 2017 | kl. 09.00-12.00
25. oktober 2017
NÝTT! Grundskeið í tolli | Innflutningur | 25. oktober 2017
26. oktober 2017
Barnayoga, massasja og meditatión til børn | 26. & 27. oktob
26. oktober 2017
NÝTT! Tariferingsskeið kap. 1 - 97 | 26. oktober 2017
30. oktober 2017
Húðhungur innan eldraøkið | 30. oktober 2017

November 2017

02. november 2017
Góður leiðsluháttur á sjónum | 2. og 3. november 2017
Yvirlit