Navision fyri bókhaldarar (Dynamics NAV) | 17. & 18. september 2018

Arbeiðir tú við bókhaldi í Navision? Kundi tú hugsað tær at lært at gagnnýtt skipanina til fulnar? So at tú framyvir fer at arbeiða smartari og meira effektivt við bókhaldi? Kom og uppgradera teg á hesum skeiðinum. Avmarkað pláss.


Luttakari seinast


Alt sera gott:) Undirvísing, hølir, matur og alt :). Karakterur eftir 13'skala: 13!

Tordis Dam, Menta


Seinast var fullteknað! 


Tú lærir meira enn vanligu hentleikarnar


Undirvíst verður við føroyskari uppsetan av skipanini, so frálæran gerst so veruleikakend og brúkilig sum gjørligt. Farið verður útum vanligu, dagligu hentleikarnar, so tú lærir at gagnnýta skipanina til fulnar.

 

Versión av Navision


Undirvíst verður altíð í nýggjastu versiónini av Navision. Tvs. hesaferð er tað versión 2018. NAV 2018 kom út í november 2018. Hóast tú hevur NAV 2013, NAV 2015 ella NAV 2017, so líkast versióninar so mikið nógv, at tað væl ber til at koma við á skeiðið allíkavæl:)


Skrá 


Fíggjarbókhald

 Uppseting av kontuskipan
 Bókingarbólkar
 mvg uppseting
 Roknskapardimensiónir
 Kassakladdur
 mvg uppgerð
 Ársendi
 Kontoskema
 Fíggjarætlan

Søla

 Sølufakturering
 Inngjøld og útlíkning
 Kontoavrit og kreditnotur
 Gjaldoyra
 Søluordrar

Keyp

 Keypsfakturar
 Keypsordrar
 Beinleiðis levering

Goymsla

 Goymslustýring
 Søluprísir og avsláttur
 Goymsluteljing
 Goymslulokatiónir

Málbólkur



Tú arbeiðir ella hevur arbeitt í bókhaldið við Navision. Tú kennir tey vanligu bókhaldshugtøkini, men kundi hugsað tær at duga betri við skipanini Navision, so tú blívur meiri effektiv og fært størri nyttu úr skipanini. 
 

Undirvísari



Undirvísari er Súni Slættanes, sum er Partner & Senior Consultant hjá Stýr og hevur meiri enn 15 ára royndir sum NAV ráðgevi í Føroyum og Danmark. Súni hevur útbúgving innan roknskap og fíggjarstýring frá Handilsháskúlanum í Århus. 



Tilmelda

Kostnaður5.400,00 + mvg
,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

 




Praktiskt

Max.: 12 luttakarar

Dagur:  17. og 18. september 2018, kl. 09.00-16.00  

Staður: 
Synergi, Rabarbuhúsið á Tvørgøtu 13, 100 Tórshavn. OBS! Nógvar trappur, sig frá um tað er ein trupulleiki.
Undirvísarar: Súni Slættanes
Mál: Føroyskt
Kostnaður: kr. 5.400 u/mvg. (kr. 6.750 v/mvg.)
Íroknað: Umframt undirvísing, íblástur og meirvitan fært tú morgunmat, frokost og seinnapartskaffi. Verð ílætin til veðrið, tí sum oftast spáka vit oman í býin til frokost:).

 


September 2018

12. september 2018
HR-Løgfrøði Modul 4 | Loyalitetur | Sosialir miðlar | Whist
17. september 2018
Navision fyri bókhaldarar (Dynamics NAV) | 17. & 18. september
19. september 2018
HR-Løgfrøði | Modul 5 | Sjúkrafrávera | 19. september 201
24. september 2018
Soleiðis fáa tit effektivar fundir við góðum fasiliterings
27. september 2018
Samskiftisførleikin hjá tær sum leiðara | 27. & 28. septemb

Oktober 2018

15. oktober 2018
Lær at handfara trupula atferð v/Bo Hejlskov Elvén | 15. okt
Yvirlit