NÝTT ! Retorikkur fyri leiðarar | Blív ein sannførandi leiðari | 6. og 7. november 2017


Ekslusivt skeið í retorikki fyri leiðarar



Tú heldur nógv fleiri talur, enn tú heldur...


  • stórar talur, ið savna fyritøkuna
  • minni talur, ið seta dagsskráir
  • og smáar talur - sum nærum koma undir vanligt prát- ið seta orð á støðuna
Hugsa um vælkomuna, morgunfundin, presentatión av nýggjum starvsfólki, upplegg til stýri/stjórn, munnligar kunningar og frágreiðingar, og tær stóru leiðaratalurnar: ársdagar og temadagar, har fyritøkan savnast.

Hóast tú kanska ikki hugsar um tað, er alt hetta "talur". Talur, har tú hevur møguleika at stýra, hvønn veg tingini skulu fara.


Ein ørgrynna av møguleikum liggja í góðu leiðarataluni


Slíkar leiðaratalur hava strategiskar møguleikar – men so má leiðarin duga tungusnild. Og skilja sambandið millum leiðslu og leiðaratalu. Tað er eitt handverk at læra at halda munagóðar leiðaratalur: Við ástøðiligum innliti, cases og praktiskari venjing gevur skeiðið nútímans leiðaranum eina innleiðslu í góðu leiðarataluna. 


Hvørjum fara vit at arbeiða við á skeiðinum?


 

  • Retoriskari leiðslu
  • Hvat er sambandið millum leiðslu, tungusnild og retorikk? 
  • Hví skal ein leiðari nýta munnligt samskifti – og nær, og nær ikki? 
  • Hvussu myndar tú leiðsluboðini, so fólk hoyra, minnast og bera tey víðari?

 


Retorisk leiðslumegi


 

  • Hvussu byggir tú sum leiðari upp trúvirði og skapar álit? 
  • Hvat eru tín styrki og tín avbjóðing, tá tú samskiftir? 
  • Hvussu dámar tær at fyrireika teg sum leiðari, og hvussu ber til at fyrireika talur, meðan tú ferðast frá einum fundi til annan?

 


Broytingarretorikkur  
Neilig motivatión heldur ikki í longdini


Tá leiðslan vil broyta, velja nógv ‘at noyðast’ og ‘tann brennandi pallin’ sum grundarlag. Tað kann virka væl, men neilig motivatión heldur ikki í longdini. Her arbeiða vit við broytingarretorikki, sum skapar motivatión við jaliga at tala til t.d. stoltleika, samleika ella eina hægri meining. 


Teir tungu boðskapirnir


Framing er ikki einans eitt politiskt amboð, og skal ikki einans nýtast at villleiða. Hon kann hjálpa tær at avgera, hvat sjónarhorn er best, tá tú skalt greiða frá og kanska verja eina ávísa avgerð framman fyri starvsfólkinum. Framing hjálpir tær at hugsa ígjøgnum øll sjónarhorn í leiðsluretorikkinum, áðrenn tú velur tað skynsamasta sjónarhornið til ítøkiligu støðuna.


Úrtøka


Tá tú hevur luttikið á skeiðinum:

o Hevur tú innlit í sambandinum millum retorikk og leiðslu.

o Hevur tú skil fyri strategisku møguleikunum í nútímans leiðarataluni

o Kennir tú retoriska amboðskassan: Hvussu skalt tú bera teg at?

o Dugir tú at leggja munnliga leiðslusamskiftið strategiskt til rættis

o Dugir tú at halda sannførandi leiðaratalur

o Hevur tú innlit í, hvussu tær dámar at halda talur, og hvørja styrki og hvørjar avbjóðingar tú hevur sum leiðaratalari


Hvør hevur ágóða av skeiðinum | Málbólkur


Allir leiðarar, bæði almennir og privatir: leiðarar í stórum og smáum fyritøkum, bólkaleiðarar, leiðarar í heilsuverkinum, skúlaleiðarar og leiðarar innan løgreglu og umsiting. Øll sløg av avgerðartakarum, sum skulu seta fólk í gongd. Politiskir leiðarar og óformlig fyristøðufólk í feløgum, rørslum og sjálvbodnum felagsskapum.


Undirvísarar | 2 tungir dreingir



Jonas Gabrielsen, Ph.d. frá CBS, í dag lektari í retorikki á RUC. Jonas hevur sergrein í leiðsluretorikki, og í fleiri ár hevur hann undirvíst virkandi leiðarum í inn- og útlandi. Hann hevur fingið árligu undirvísingarvirðislønina frá CBS fyri miðlan. Hann hevur skrivað bøkur og greinir um Retorik, og í 2014 gav hann út tekstasavnið ‘Ledere, der taler – Taler, der leder’ (Frydenlund Academic).

Kell Jarner Rasmussen, hevur lisið retorikk við Universitetið í Keypmannahavn. Hann er adm. stjóri í Rhetor. Kell hevur síðan 2001 undirvíst, ráðgivið og vant leiðarar í retorikki, og skrivað røður fyri toppleiðarar í danska vinnulívinum og yrkisrørslunum. Hann er dómari í altjóða røðuvirðislønini Cicero Speechwriting Awards.




Tilmelda

Kostnaður8.460,00 + mvg
,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

 




Praktiskt

Max.: 16 luttakarar

Dagur:  6. og 7. november 2017, kl. 09.00-15.30  

Staður: 
Synergi, Rabarbuhúsið á Tvørgøtu 13, 100 Tórshavn. OBS! Nógvar trappur, sig frá um tað er ein trupulleiki.
Undirvísarar: Jonas Gabrielsen og Kjell Jarner Rasmussen, sí niðast í skeiðslýsingini
Mál: Danskt
Kostnaður: kr. 8.460 u/mvg. (kr. 10.575 v/mvg.)
Íroknað: Umframt undirvísing, íblástur og meirvitan fært tú tilfar og sjálvsagt okkurt gott til góman.




 

Tilmelding til tíðindatænastu okkara!

 

August 2017

29. august 2017
NÝTT! Atferðartrupulleikar og harðskapur á arbeiðsplássin

September 2017

05. september 2017
Speglrefleks kamera | Kvøldskeið | 5. september 2017
11. september 2017
Excel I - tey fyrstu fetini | 11. & 12. september 2017
18. september 2017
Effektiv og góð fundarleiðsla | 18. september 2017
20. september 2017
Revit - grundskeið | 20., 21. & 22. september 2017

Oktober 2017

25. oktober 2017
Outlook | 25. oktober 2017 | kl. 09.00-12.00
Yvirlit