Nýggjasta rákið og tema innan leiðslu | Steen Hildebrandt | 19. og 20. mars


Fá pláss !


Nú kanst tú koma við á ekslusivt skeið við fremsta serfrøðinginum í Danmark innan leiðslu, Steen Hildebrandt:


 

 

Fokus á leiðarar og leiðslu



Vit koma øll í samband við leiðarar og leiðslu. Sum starvsfelagi, kundi, klientur, nevnd og sjálvsagt sum leiðari. Leiðsla og samstarv eru tvær síður av somu søk.

Á hesum skeiðinum er fokus á leiðarar og leiðslu, men starvsfólkavinkulin verður eisini tikin við, tí at skilnaðurin millum leiðara og starvsfólk er ikki longur so týðiligur, sum hann hevur verið. Eitt nú er støðan tann, at í nógvum modernaðum, vitunargrundaðum fyritøkum er nærum eingin, sum ikki á ein ella annan hátt útinnir leiðsluuppgávur.

 


Vit viðgera starvsfólkaleiðslu, HR og strategiska leiðslu við dent á nýggj leiðslurák og tema


Á skeiðinum viðgera vit vanliga leiðsluhugtakið, millum annað starvsfólkaleiðslu, HR og strategiska leiðslu. 

Harumframt verður serligur dentur lagdur á nýggj leiðslurák og tema, m.a. Disruption, globalisering, burðardygd, resiliens, heimsmálið hjá ST um burðardygga globala menning v.m.

Aftaná skeiðið ert tú før/ur fyri at eyðmerkja, lýsa og fyrihalda teg meiri aktivt og konstruktivt til sjálva leiðsluuppgávuna.   


Undirvísari


Undirvísari er R, Ph.D., Steen Hildebrandt, sum er professari emeritus í organisatións- og leiðsluteori við Aarhus Universitet, adjungeraður professari í leiðslu við CBS, Copenhagen Business School og adjungeraður professari við Institut fyri filosofi og læring við Aalborg Universitet. 

Steen Hildebrandt hevur skrivað hópin av bókum, við sera góðum ummælum. 

Steen Hildebrandt verður roknaður sum fremsti leiðsluserfrøðingur í Danmark.




Tilmelda

Kostnaður10.780,00 + mvg
,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

 




Praktiskt


Dagur


19. mars kl. 09.00 - 15.30 og 20. mars kl. 09.00 - 12.00

Tilmeldingarfreist


So leingi pláss er.

Staður


Í hølunum hjá Synergi á Tvørgøtu 13, Rabarbuhúsið - Ovast, 100 Tórshavn


Undirvísari


Steen Hildebrandt

Mál


Danskt

Kostnaður 


kr. 10.780 + mvg (kr. 13.475 v/mvg)

Íroknað


1,5 daga undirvísing við Steen Hildebrandt, fremsti leiðsluserfrøðingur í Danmark. Harumframt eisini tilfar og kostur. 


September 2018

12. september 2018
HR-Løgfrøði Modul 4 | Loyalitetur | Sosialir miðlar | Whist
17. september 2018
Navision fyri bókhaldarar (Dynamics NAV) | 17. & 18. september
19. september 2018
HR-Løgfrøði | Modul 5 | Sjúkrafrávera | 19. september 201
24. september 2018
Soleiðis fáa tit effektivar fundir við góðum fasiliterings
27. september 2018
Samskiftisførleikin hjá tær sum leiðara | 27. & 28. septemb

Oktober 2018

15. oktober 2018
Lær at handfara trupula atferð v/Bo Hejlskov Elvén | 15. okt
Yvirlit