Grundleggjandi palliativ røkt | Skeið fyri fólk ið arbeiða við doyggjandi| 5. – 7. februar 2018


Tað kann verða torført at vita, hvussu tú sum heilsuhjálpari, heilsurøktari ella heimahjálp skalt røkta og stuðla einum doyggjandi sjúklingi best møguligt í tí síðstu tíðini hjá viðkomandi. Tíðin kann verða sera torfør at koma ígjøgnum hjá sjúklinginum og avvarandi. Arbeiðir tú við doyggjandi, eru nógv torfør evni, sum tú hvønn dag verður konfronterað ið. Tá hevur tað stóran týdning at tú hevur røttu vitan og førleikar, soleiðis at tú kanst geva røttu røkt og umsorgan.

Palliativ røkt hevur fokus á at linna pínu og onnur sjúkueyðkenni sum møði, tvørrandi matarlist, spýgging og trupulleikar við svøvni. Palliativ røkt handlar tó eisini um, at uppfylla kensluliga og andaliga tørvin hjá sjúklinginum. Stutt sagt, so hevur hetta medicinska speciale til endamáls at forbetra lívskvalitetin hjá tí doyggjandi og at verða ein mentalur stuðul hjá teimum avvarandi. 

Arbeiðir tú



  • við fólkum, sum liggja fyri deyðanum á eitt nú
    • ellis- ella røktarheimið,
    • sjúkrahúsinum ella
    • heima?
  • sum heilsuhjálpari, heilsurøktari ella heimahjálp?
  • Ella hevur tú bara áhuga í, at arbeiða við álvarsliga sjúkum og doyggjandi?
So er hetta skeiðið nakað fyri teg.

Skeiðið er fyri teg, sum ynskir nærri innlit í, hvussu tú gevur linnandi pleygu, har ikki ber til at lekja. 

Palliativ merkir linnandi, men ikki lekjandi. Hetta skeiðið er tí fyri fólk, sum eru um fólk ið eru doyggjandi. Hetta er fyri teg, sum ynskir at gera síðstu tíðina so góða sum gjørligt. Bæði hjá sjúklinginum, avvarðandi og teg sjálva/n, sum arbeiðir á økinum.

 

 

Á skránni


Tú fert at fáa konkreta vitan um palliatión og fert at verða betur før/ur fyri at stuðla sjúklinginum og avvarðandi. Harumframt fert tú at kunna ansa betur eftir tær sjálvari/sjálvum.

 

Á skeiðinum verður lagt dentur á at góð palliativ røkt, handlar um umsorgan fyri bæði sjúklinginum, avvarðandi og starvsfólkum. Evni á skránni:

  • Søguliga gongdin
  • Tann totala pínan
  • Linnan av sjúkueyðkenni, eitt nú
    - vaml
    - klígging
    - spýggja
    - hart lív (obstipation)
    - andingarneyð (dyspnø)
    - ørviti
    - møði
    - máttloysi

  • Linnan av sjúkueyðkenni teir síðstu dagarnar og tímarnar
  • Munnrøkt og føðsla
  • Umsorgan fyri avvarðandi
  • Børn og ung sum avvarðandi
  • Deyðans andlit: Sorg, vón, angist, andalig og eksistentiel umsorgan
  • Lívsfrásagnir
  • ”Deyðsarbeiðari”

 

 

Málbólkur


Skeiðið er ment til heilsuhjálparar, heilsurøktarar, heimahjálpir og onnur, sum arbeiða við eldri fólki, ið eru doyggjandi, antin heima við hús, á ellis- ella røktarheimið, á sambýli ella á sjúkrahúsinum.


2 undirvísarar frá Sankt Lucas 


Sankt Lucas Stiftelsen rekur í dag eitt hospice, ellisheim, daginstutión, refugium, búfelagsskap vm. Tað er ein moderna, professionel og traditiónsrík sjálvseigandi stovnur. Sankt Lukas stiftelsen varð sett á stovn 8. mai 1900 og hevur síðani 1932 hildið til í Hellerup. Tey bygdu fyrsta Hospice í Danmark fyri vaksin. Drotning Margrethe er protektor. 

Umframt at reka eitt hospice, so veit tey eisini útbúgvin innan palliativa røkt. Vit hava fingið avtalu við tveir av teirra royndu undirvísarar:

 

Karen Mølbak Brissing

Karen er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur arbeitt innan thoraxkirurgi (hjarta- og lungur) í nógv ár. Hon hevur eisini arbeitt nógv á røktarheimi og innan heimarøktina, áðrenn hon fyri 7 árum síðani valdi at fara at arbeiða á hospice. Hon hevur altíð havt áhugað fyri menning og undirvísing og hevur tí áhaldandi undirvíst á SOSU skúlanum og fyri sjúklingabólkum. 

Tað hevur týdning fyri Karen, at tann palliativi røktin kemur so nógvum sjúklingum sum gjørligt.


Susanne Christophersen

Sum Karen, er Susanne eisini útbúgving sjúkrarøktarfrøðingur. Harumframt hevur hon eina masterútbúgving í humanistisk palliatión frá Aalborg Universitet. 

Øll tey fyrstu árini í hennara arbeiðslívi, arbeiddi hon innan heimarøktina. Tey síðstu 9 árini, hevur hon arbeitt á hospice. 

Vitan innan linnandi røkt er týdningarmikil, óansæð um tú ert um er doyggjandi ella ”bert” álvarsliga sjúku, heldur Susanne. Tí undirvísur hon fegin og altíð við útgangsstøðið í dagligari praksis og út frá vitan og nýggjastu gransking á økinum. 

 

 


Tilmelda

Kostnaður5.573,00 + mvg
,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

 




Praktiskt

Max.: 26 luttakarar

Dagur:  5. - 7. februar 2018, kl. 09.00-15.30  

Staður: 
Synergi, Rabarbuhúsið á Tvørgøtu 13, 100 Tórshavn. OBS! Nógvar trappur, sig frá um tað er ein trupulleiki.
Undirvísarar: Karen Mølbak Brissing & Susanne Christophersen, ið arbeiða á Sankt Lucas Hospice í Hellerup
Mál: Danskt
Kostnaður: Skeið í 3 dagar fyri einans 5573,00 u/mvg. (6966,25 v/mvg.)
Íroknað: Umframt undirvísing, íblástur og meirvitan fært tú undirvísingartilfar og sjálvsagt okkurt gott til góman. Morgunmat kl. 10.00, frokost kl. 12.00 og kaffi v/dessert kl. 14.00.
 

 


 

Tilmelding til tíðindatænastu okkara!

 

August 2017

29. august 2017
NÝTT! Atferðartrupulleikar og harðskapur á arbeiðsplássin

September 2017

05. september 2017
Speglrefleks kamera | Kvøldskeið | 5. september 2017
11. september 2017
Excel I - tey fyrstu fetini | 11. & 12. september 2017
18. september 2017
Effektiv og góð fundarleiðsla | 18. september 2017
20. september 2017
Revit - grundskeið | 20., 21. & 22. september 2017

Oktober 2017

25. oktober 2017
Outlook | 25. oktober 2017 | kl. 09.00-12.00
Yvirlit