Lær grundstingini í broderí til føroysk klæðir| Kvøldskeið | 27. november


Lær stingini nú og brodera í jólafrítíðini :)

MAX 12 pláss | Tekna teg nú!


  • Hevur tú ætlanir um at fara at brodera fyrri- og turriklæði tín sjálvs, dóttrina ella kanska svigerdóttrina?
  • Ella kundi tú hugsa tær at brodera vestin til mannin, sonin ella svigersonin?
  • Kundi tú hugsa tær at lært - ella fingið uppfríska - ymisku grundreglurnar fyri broderí? 
  • Hvussu var tað nú man gjørdi bløðini til blomstrini? Hvussu gjørdi man ketusting? 
  • Hvussu fær man tað at síggja pent út?
So hevur tú møguleikan at læra allar grundreglurnar nú.



Kom og fá íblástur frá multilistakvinnuni
Astrid Andreasen


Kom og lær grundleggjandi teknikkirnar fyri brodering frá brodøsuni Astrid Andreasen. Kom og tryggja tær, at tú ikki gjørt alt ov nógvar feilir, tá tú fert undir at brodera til føroysku klæðini, sum tú skalt verða í, komandi summar ;)

Á skeiðinum lærir tú grundprinsippini fyri brodering. Tú lærir m.a.:
  • flatseym
  • kontursting
  • ketusting
  • knútar


 

Gjørdi brúðargávuna til krúnprinsaparið!


Astrid hevur designað føroysku klæðini, sum krúnprinsaparið fekk í brúðargávu frá Føroyum. Millum annað hevur hon valt litirnar, umframt at teknað og brodera fyrri- og turriklæði hjá Mary og vestin hjá Fredrik. 


















Undirvísari: Astrid Andreasen


Astrid hevur gjøgnum tey seinastu 40 árini arbeitt sum myndlistafólk og vísindaligur teknari á Føroya Náttúrgripasavn. Hon er kend fyri sínar flottu og dekorativu illustratiónir til m.a. føroysk frímerkir. 

Astrid er útbúgvin innan broderí, myndlist, vevning og sum vísundaligur teknari. Hon hevur gjørt nógv ymisk listaverk til bæði privat og almennar bygningar. Eisini hevur hon hevur havt óteljandi framsýningar av sínum listaverkum runt um í øllum heiminum.

Seinni árini er hon kanska mest kend fyri at hava teknað og  staðið fyri tí sermerktu altartalvuni í Vestmanna kirkju.   



At hava við


  • Nál við broddi
  • Broderítrá - ymiskar litir, um tú eigur. Blankt silki er best, sigst ;)
  • Broderí ring - um tú eigur ein
    Øll fáa ein stoffprøva á 30x30 cm. av ullintum stoffi at brodera á. 
    Broderíringurin hjá tær kann tí ikki vera størri enn 20 cm. í diametur. 
    Legg til merkis, at tað eru ikki øll sum brodera við broderíringi, so tað er ikki neyðugt at keypa ein bara til hetta kvøldið.
Ert tú í iva, so ring endiliga ella send ein teldupost.







Tilmelda

Kostnaður476,00 + mvg
,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

 




Praktiskt

MAX. 12 luttakarar! 

Dagur: 27. november 2017 | kl. 17.00-20.00  

Staður: Synergi, Rabarbuhúsið á Tvørgøtu 13, 100 Tórshavn OBS! Nógvar trappur, sig frá um tað er ein trupulleiki.

Undirvísari: Astrid Andreasen

Mál: Føroyskt

Kostnaður:  476,00 kr. + mvg. (595,00 kr. v/mvg.) 

Íroknað: Umframt undirvísing, íblástur og meirvitan, fært tú ein kaffimunn við onkrum afturvið;) 

Øll fáa eisini ein stoffprøva á 30x30 cm. av ullintum stoffi at brodera á. 
Broderíringurin, sum tú skalt hava við (um tú eigur ein), kann tí ikki vera størri enn 20 cm. í diametur. Tað er ikki ein treyt, at man hevur broderíring við.
 


November 2017

27. november 2017
Lær grundstingini í broderí til føroysk klæðir| Kvøldske
28. november 2017
PowerPoint | 28. november 2017 | kl. 09.00-12.00
29. november 2017
HR-Løgfrøði | Modul 5 | Sjúkrafrávera | 29. november 2017
30. november 2017
Excel I - tey fyrstu fetini | 30. november & 1. desember 2017

Desember 2017

05. desember 2017
Outlook | 5. desember 2017 | kl. 09.00-12.00
05. desember 2017
Lær at gera fotobók | Kvøldskeið | 5. desember 2017
Yvirlit