Lær at gera fotobók | Kvøldskeið | 13. juni 2018


Kom og fá skil uppá myndirnar!
Sera stuttligt at biksast við;)


  • Tekur tú ofta myndir av familjuni, tá føðingardagar eru?
  • Og nú, frá tit hava verið í summarferiu ella kanska á jólum og øðrum høgtíðum?
  • Hevur tú myndir liggjandi á telduni frá barnadópinum, teimum fyrstu fetunum, fyrsta skúladegi, konfirmatiónini ella frá onkrum rundum føðingardegi?
  • Gongur tú runt við ringari samvitsku og ert kanska eitt sindur ørkymlað/ur, tí myndirnar liggja heldur óskipaðar á tínari teldu ella kanska enntá fleiri teldum, umframt externum harðdiskum?
  • Spekulerar tú uppá, at teldan kann blíva for gomul og kanska í ringasta føri krasja?
  • Og fært tú sjáldan tikið teg saman at hyggja eftir myndunum? 

So er tað eitt gott hugskot at taka sær stundir til at gera eina fotobók, so tú eisini hevur eitt eintak av tínum bestu myndum í pappírsformi. 

Tekna teg til hetta kvøldskeið, so lærir tú tað upp á eitt kvøld og fært eina rúgvu av fiffum heim við.



Miðal í eftirmetingini

heili 10,9

- eftir 13'skalanum


TILBOÐ! FÁ ÓKEYPIS BÓK! VIRÐIÐ: 249 kr.


Vit hava fingið eina avtalu við veitaran av okkara fotobókum, at allir okkara skeiðsluttakarar fáa fyrstu bókina ókeypis. Stødd: 26 síður - harða permu! Tvs. at um tú gjørt eina bók, við td. 60 síðum, so fært tú tær fyrstu 26' síðurnar + permuna ókeypis;) Hevur tú hug til at gera eina størri bók, ber tað eisini væl til, tá verður avslátturin bara tikin av endaliga kostnaðinum.


 

Fotobøkur hava avloyst tær gomlu myndirnar


Fólk eru farin meira og meira frá at framkalla sínar myndir. Ístaðin tær hava ligið á telduni og eingin hevur ordiliga fingið gleði av teimum. Nú er ein spildurnýggjur møguleiki komin, so tú aftur kanst fáa gleði av tínum myndum. Hesaferð við teimum lekru fotobókunum, sum síggja topp professionellar út.



Øll kunnu læra at gera flottar fotobøkur

Fotobøkur eru sera hentar og lekrar at hyggja í. Og so eru tær faktiskt ikki so torførar at gera. Dugir tú at brúka teldu á brúkarastøði, so er lætt hjá tær at fara í holt við at gera eina professionella fotobók.

Á hesum skeiðinum lærir tú alt tað grundleggjandi um, hvussu tú kanst gera eina fotobók - frá byrjan til enda. Við nøkrum góðum ráðum og teknikkum, kanst tú gera eina flotta fotobók, sum tú verður glað fyri í nógv ár framyvir.



Málbólkur

Skeiðið er til øll, sum taka myndir og sum kundu hugsa sær at fingið tær bestu myndirnar yvir í eina flotta bók, so tað verður lættari og stuttligari at njóta allar upplivingarnar av nýggjum. 

Eisini er skeiðið ætlað arbeiðsplássum, ið ynskja at gera bøkur um teirra arbeiðspláss. 



Á skeiðinum lærir tú at

  • upploada myndirnar
  • flyta runt uppá myndirnar - uppá tann lætta mátan
  • gera rammur
  • redigera myndirnar, eitt nú justera ljósstyrki, gera tær svart/hvítar vm.
  • seta tekst inn
  • endaliga at bíleggja bókina
Skeiðið verður skipað við undirvísing og sum verkstova, har luttakararnir koma at sita og arbeiða.




OBS! OBS! At hava við á skeiðið!

Á skeiðinum byrjar tú upp á tína fyrstu bók. Tú kemur at brúka teldu frá okkum og tí skalt tú hava myndir við á einum geyma ella harddiski. Hevur tú Mac harheima, er ikki neyðugt at hava myndir við á geyma. Tá skalt tú hinvegin hava tína Macteldu við á skeiðið. Koyr tá myndirnar sum skulu í bókina, í eina mappu á telduni.

Tak vanligar digitalar myndir við - heldur enn scannaðar myndir. Tær vanligu digitalu myndirnar eru lættari at arbeiða við, fyrstu ferð tú skalt gera eina bók. 

Hvussu nógvar myndir, tú skalt hava við, veldst um, hvussu stóra bók, tú ætlar tær at gera. Ætlar tú tær at gera eina bók, sum er 26 síður, so ber væl til at brúka millum 78-130 myndir. 

Hevur tú fleiri myndir - 3-400 myndir - so ber eisini væl til at hava tær við og fáa tær í eina bók. Bókin hevur tá bara fleiri síður og kostar sjálvandi eisini meiri. 

Hevur tú scannaðar myndir, so hygg her!



Fyrireiking áðrenn!

Allarbest er, um tú kopierar myndirnar - sum tú vilt hava í bókina - í eina mappu. Royn og tak bara tær bestu myndirnar ;-) Tað er IKKI neyðugt at navngeva myndirnar. Myndirnar verða sorteraðar í bókina eftir dato, sum tær eru tiknar - altso automatiskt.

Myndir sum eru scannaðar inn, kann man eisini koyra í fotobók. Tá verður bókin gjørd uppá ein eitt sindur øðrvísi hátt enn tann vanliga.

Um tú ikki hevur stundir at sortera myndirnar áðrenn, so ber væl til at hava allar við, men tú finnur skjótt út av, at tað hevði verið eitt vet smartari við eitt sindur av forarbeiði;-)



Hevur tú MAC teldu??

Legg til merkis, at tað er ikki neyðugt at hava teldu við á skeiðið. Men hevur tú eina Mac harheima, er tó øðrvísi. Sig okkum vinarligast frá, um tú hevur eina Mac, so skulu vit vegleiða teg um, hvussu tú skalt fyrihalda tær.








Tilmelda

Kostnaður476,00 + mvg
,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

 




 

Praktiskt


MAX. 12 luttakarar!

Dagur

13. juni 2018 | kl. 17.00-21.00

Skeiðini eru næstan altíð útseld, so tú mást gera skjótt av ;) 

Staður 
Synergi, Rabarbuhúsið á Tvørgøtu 13, 100 Tórshavn. OBS! Nógvar trappur, sig frá um tú hevur trupult við at ganga í trappum

Undirvísari 
Ása Andreasen

Mál 
Føroyskt

Teldur 
Undirvísingarteldur eru á staðnum, so tað er ikki neyðugt at hava egna teldu við. Hevur tú tó Mac teldu harheima er annarleiðis. Tá mást tú hava teldu við og tú mást hava downloada forritið sum vit brúka, áðrenn tú kemur. So hevur tú eina Mac, so gev okkum eitt praj, tí so kunnu vit vegleiða teg um, hvussu tú skalt gera. 

Kostnaður 
Kr. 476 + mvg. (595,00 v/mvg.)

Íroknað 
Kaffi/the v/dessert, telduleiga & ein fotobók á 249,00 kr. 


Legg til merkis!

Tilmeldingin er bindandi. Skeiðið eigur at verða goldið beinanvegin við DK/VISA, saman við bílegging. Fyll feltini út niðanfyri og vel síðani at gjalda við DK/VISA á næstu síðu.

 


Hetta siga luttakararnir: 

"Dugi ikki at siga hvat var serliga gott, fyri meg var alt skeiðið super!"

Jóna Danielsen, Føroya Landfúti


"Tað var gott, at vit fyrst gjørdu eina "kladdu" og síðan fóru í gongd við tað meira seriøst. Sera pedagogisk og lættskiljandi undirvísingarmannagongd. Eisini gott at síggja ymsu typurnar av bókum at velja ímillum. Og eisini gott, at man kann bíða nakrar mðr við at senda bókina til prentingar, tí tað tekur tíð at finna røttu myndirnar fram."

Bjørg Jacobsen, freelance


"Sera gott  ... deiligt at man slapp at vera aktivur alt skeiđið, so at man ikki bara sat og hugdi uppá talvuna (so tađ ikki bleiv sum ein fyrilestur). Tađ var deiligt at man slapp sjálvur at royna seg fram, međan hon greiddi frá, soleiđis at trupuleikarnir vóru loystir beinavegin."

Miriam Borg, sølufólk


Sí henda fitta teldupostin eg fekk aftaná eitt skeið : 

"Eri væl nøgd og eri farin ígongd heima :) Var eitt sindur beingin fyri, at eg ikki mintist hvat og hvussu eg skuldi gera, men alt gongur super :o) So eg eri super væl nøgd."  Vh. Maria, 24. september 2014  



September 2018

12. september 2018
HR-Løgfrøði Modul 4 | Loyalitetur | Sosialir miðlar | Whist
17. september 2018
Navision fyri bókhaldarar (Dynamics NAV) | 17. & 18. september
19. september 2018
HR-Løgfrøði | Modul 5 | Sjúkrafrávera | 19. september 201
24. september 2018
Soleiðis fáa tit effektivar fundir við góðum fasiliterings
27. september 2018
Samskiftisførleikin hjá tær sum leiðara | 27. & 28. septemb

Oktober 2018

15. oktober 2018
Lær at handfara trupula atferð v/Bo Hejlskov Elvén | 15. okt
Yvirlit