Lær alt um samráðingarteknikkir frá einum av heimsins fremstu | 20. & 21. november 2017


Kom og nýt møguleikan at hitta

samráðingarguru & samstarvsserfrøðing 

Keld Jensen!


Vit fara í dýpdina við
| Smartnership og Negoeconomics |




At duga væl at samráðast hevur sera stóran týdning fyri, um tú hevur succes ella ikki. Bæði í arbeiðslívinum og privat. Dugnalig samráðingarfólk skapa betri úrslit á arbeiðsplássinum og hava eintá betri lívsgóðsku. Hetta sigur ein av Top Thought Leader in Trust 2016 (og 2015), Keld Jensen, sum er skeiðsleiðari.

Vit liva í einari tíð, har tað mesta er "til forhandling". Nógv av okkara tíð fer til at argumentera fyri hesum ella hasum. Forhandlingar - ella samráðingar - er ein partur av gerandisdegnum hjá teimum flestu. Óansæð um tú stendur yvirfyri starvsfelaganum, stjóranum, veitaranum ella einum á heimafrotninum, so handlar tað um at sannføra tey um, at títt hugskot er gott – tað besta ;) - og at tey eiga at stuðla tær í tí. Sambært samráðingarserfrøðinginum Keld Jensen, so hava vit árliga millum 8-10.000 samráðingar.

  • Men dugur tú nóg væl at samráðast?
  • Fært tú sum mest burturúr, hvørja ferð?
  • Dugur tú teknikkin?
  • Dugur tú at tryggja, at bæði tú og mótparturin hjá tær, kenna at tey fáa nakað burturúr?
  • Hava tit eina greiða samráðingarstrategi á tykkara arbeiðsplássi? 
  • Ella - hóast tú fyrireikar teg - er tað so kanska meiri tilvildarligt, hvørja strategi tú velur?


 


Kom og lær alt um samráðing 
frá ein av heimsins fremstu!




Er hetta tú?


  • Samráðist tú ofta um størri og minni avtalur?
  • Við leverandørar?
  • Við bankan?
  • Við keyparar? 

  • Kundi tú hugsa tær, at blivi betur ílatin?
  • Kundi tú hugsa tær at blivi skarpari? 
  • Kundi tú hugsa tær, at blivi meiri trygg/ur?
  • Kundi tú hugsa tær, at fingi tað strategiska uppá pláss?
  • Kundi tú hugsa tær, at fingi metodurnar undir húðina?
  • Kundi tú hugsa tær, tær nýggjastu metodurnar? Sum Keld hevur granska í? 

So burdi tú heilt 100% sikkurt umhugsað at luttikið á hesum skeiðinum. 


Aftan á skeiðið kanst tú …


Tá skeiðið er av, skilir tú strategikonseptini í samráðing og samráðingina sum leiðsludiciplin. 

Konseptini NegoEconomics og SMARTnership fært tú inn undir húðina.

Heldur enn at vera eitt skeið í samráðingarteknikki er stevnuskráin atferðarbroytandi. Hon setir spurnatekin við samráðingarháttin og gevur loysnir til ábøtur.

  • Tú lærir at handfara trætur og ósemjur
  • Tú fert at skilja atburðin hjá tær sjálvum og hjá mótpartinum, tá tit samráðast
  • Tú fært møguleika at síggja títt egna samráðingaravrik á video. 
  • Tú fert at duga at skapa eina samráðingarstrategi og optimera úrslitini hjá fyritøkuni við upp í 42 %. 
  • Tú fert at arbeiða og skilja týdningin av áliti og fáa tjekklistar til ítøkiligar samráðingar.

 

Luttakararnir fáa samráðingarhondbókina (280 síður), tjekklistar, ymiskar greinir, cases o.s.fr.


Fyrsti undirvísingardagur


08:45 Skráseting og kaffi

09:00 Yvirlit yvir samráðing frá byrjan til enda

      • Atferðarbúskapur í samráðing – hvussu irrationell eru vit, tá vit samráðast
      • Hvat er ein samráðingarstrategi?
      • Samanberingar, samanumtøka og fatan av samráðingaruniversi

 

11:30 Samráðingarfyrireikingar

      • Greining av støðuni hjá veitaranum og tær sjálvari/um
      • Samráðingarvariablar, bygnaður, tjekklistar og koyritalva
      • Fokusering upp á skapan av NegoEconomics™ – tann einastandandi byrjanin upp á meirvirði – upp í 42%

 

14:00 Vit gjøgnumføra tað fyrsta samráðingarspælið

      • Í samráðingartoymunum skulu tit greina, fyrireika og gjøgnumføra samráðingina, sum tit hava fingið

 

17-18:30 Gjøgnumgongd & eftirmeting av gjøgnumførdu samráðingini

      • Tað optimala úrslitið
      • Størstu avbjóðingar
      • Einstaklingafeedback

 

18:30-19 Bólkauppgáva

      • Tit í samráðingartoyminum skulu greina og fyrireika samráðingina til í morgin

 

 


Annar undirvísingardagur  


08:45 Samráðingaratferð

 

      • Nulsumsspæl, partnaraskapur ella SMARTnership™
      • Teir fimm samráðingarhættirnir
        • Dystur
        • Eftirlæti (eftergivelse)
        • Seinking
        • Neyðsemja (kompromis)
        • Samstarv

      • Hvussu kennir tú aftur og møtir tú strategiina hjá mótpartinum
      • Taktiska spælið við samráðingarborðið
      • Hvussu samráðarar manipulera og stýra við ymiskum framferðarháttum
      • Rættvíst og órættvíst samráðingarspæl
      • Mentanarlig fyribrigdi í samráðingum innanlands og uttanlands

 

11:45 Vit fyrireika og gjøgnumføra næsta samráðingarspælið

      • Einstaklingafeedback
      • Hvat riggaði?
      • Hvat var ringt?
      • Post Negotiation Evaluation
 Eftirmeting & samanumtøka

 

 Utilisation of the additional 42% potential

17:00 At gerast ein betri samráðari

 Hvussu kanst tú sjálv/ur arbeiða víðari




Málbólkur


  • Ert tú stjóri, leiðari ella verkætlanarleiðari? 
  • Situr tú kanska í einari ella fleiri nevndum? 
  • Arbeiðir tú við innkeyp og sølu?
  • Ella ert tú kanska politikari? Ella arbeiðir tú politiskt?

 

So fevna arbeiðsuppgávur tínar helst um dagligar samráðingar um eitthvørt. Kanska ynskir tú at fáa betri prís, meiri burtur úr hvørjari eind, fáa fólk at átaka sær fleiri uppgávur, at fáa ting at ganga smidligari, at fáa avtalur til høldar o.s.fr. Tú samráðist bæði innanhýsis við tínar starvsfelagar og uttanhýsis við tínar kundar, veitarar og kanska eisini kappingarneytar.

Tú kundi hugsa tær at lært meiri um samráðingarteknikkin, ið fokuserar uppá øktan vinning fyri báðar partar? Tú kundi hugsa tær innlit í nýggjastu gransking og hoyrt eina røð av praktiskum royndum innan samráðing?

Situr tú við hesum ynskjum og situr tú í einum av omanfyristandandi sessum, so er skeiðið ætlað tær.

 


Skeiðleiðari: Keld Jensen


Keld Jensen er dani, men býr og arbeiðir í USA. Hann er at rokna sum ein heimskapasitetur innan samráðing. Keld hevur skrivað 23 bøkur um samráðingar og samskifti, ið eru umsettar og givnar út í fleiri enn 17 londum á 37 málum. Eitt nú bókina “Forhandlingsteknik” og “Negotiating Partnerships” á forlagnum Financial Times og á forlagnum hjá Jyllandsposten, Kommunikativ Kompetence.

Fleiri bøkur eru bestseljarar og hava vunnið virðislønir. Hann hevur verið tilnevndur besti fyrilestrahaldari í Danmark og tilnevndur sum Top Thought Leader in Trust í 2016 (og 2015).





Tilmelda

Kostnaður13.900,00 + mvg
,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

 




MAX 20 luttakarar!
Praktiskt


Dagur


 

20.&21. november 2017

 

Tilmeldingarfreist


 

29. september 2017 | kl. 12.00


Kostnaður

kr. 13900 + mvg. (17375 v/mvg.)



LEGG TIL MERKIS >>
SERTILBOÐ >>


Fútastova
Leingist tú til Fraklands? Eftir góðu ostunum, víninum og øllum tí deiliga matinum? Tað skilja vit væl. Men veitst tú hvat? Tær nýtist ikki at fara longur enn út á Reyn í Havn fyri at njóta frálíka franska matgerð. Húsini, sum eru karmar um matstovuna „Fútastova“, eru bæði gomul, vøkur og spennandi, og munnu hava nógvar góðar søgur at siga frá. Lurtar tú nóg væl, so hoyrir tú møguliga veggirnar teska? Í Fútastovu angar av leyksúpan, Boeuf bourguignon og Coq au vin. Far framvið seint eitt fríggjakvøld og bílegg tær ein talerk við góðum osti, og fá tær eitt glas av fronskum víni afturvið. Ella kom eitt sindur fyrr og lat eina fimm rættaða matskrá føra teg langt inn á franska meginlandið.

Ert tú skjót/ur at takað avgerð um at tekna teg til hetta skeiðið, fært tú hetta við í prísin:

5 rættir fyri tvey 
á forkunnugu matstovuni
Fútastova >>


Tekna teg í seinasta lagi 14. september 2017 og fá hetta fantastiska tilboð íroknað skeiðskostnaðin!



Íroknað

2 daga undirvísing við undirvísara við servitan innan samráðingarteknikkir og nýggjastu gransking innan øki. 

Spildurnýggj bók, ið Keld Jensen hevur útgivið í 2017.

Góður morgunmatur, góður frokostur og seinnapartskaffi við dessert. Kaffi/te/frukt allan dagin.
 


Staður


Tórshavn



Undirvísari
Keld Jensen


Mál
Danskt
Tilmelding til tíðindatænastu okkara!

 

August 2017

29. august 2017
NÝTT! Atferðartrupulleikar og harðskapur á arbeiðsplássin

September 2017

05. september 2017
Speglrefleks kamera | Kvøldskeið | 5. september 2017
11. september 2017
Excel I - tey fyrstu fetini | 11. & 12. september 2017
18. september 2017
Effektiv og góð fundarleiðsla | 18. september 2017
20. september 2017
Revit - grundskeið | 20., 21. & 22. september 2017

Oktober 2017

25. oktober 2017
Outlook | 25. oktober 2017 | kl. 09.00-12.00
Yvirlit