Kom og uppliva hvussu Revit virkar saman við VR-brillum | Virtual Reality | 17. januar 2018 | Kl. 16.30

 



  • Arbeiðir tú innan byggivinnuna? 
  • Sum arkitekt? Verkfrøðingur? Byggifrøðingur? Timburmaður?
  • Arbeiðir tú við at byggja hús? Vegir? Brýr? O.a.?
  • Brúkar tú Revit til tínar tekningar?

  • Hevur tú so hugsa tankan?
  • Um hvat skal til, fyri at tú fært víst títt Revit arbeiði í VR - Virtual Reality - brillum?
  • Kanska hava tíni viðskiftafólk longu spurt eftir tí?
  • Ert tú eitt sindur í iva um, hvørt tú skal gera hesa íløguna ella ikki? 
  • So burdi tú komið framvið hjá okkum tann 17. januar 2018 kl. 16.30 



Ver vælkomin!
At royna VR-brillur saman við Revit!
Tann 17. januar 2018 | kl. 16.30 



Dyrnar opna kl. 16.30 og vit halda fram til uml. kl. 18.00, ella kanska eina løtu afturat, alt eftir hvussu stórur áhugin er;)

Okkara Revit undirvísari, Niels Ole Christiansen, hevur sett einar VR brillur til sína teldu, har hann hevur eitt familjuhús í 4 hæddum, teknað í Revit. 

Húsið er innrættað til eina familju og tú sleppur at royna, hvussu tað er, at ganga runt í húsinum. 
Tú upplivir, hvussu húsið verður presentera uppá ein heilt øðrvísi hátt, í mun til eina vanliga tekning. 
Tú fært eina kenslu av, hvussu rúmini eru at koma inn í. Um tað er snilt at køkurin er til høgru. Um vindeyga heldur skuldi verið til vinstru osfr. 

Synergi bjóðar kaffi og okkurt gott afturvið, meðan tú fært høvið til at tosa við onnur, sum eru møtt upp, meðan tú bíðar til títt tørn. Tí øll skulu sleppa framat at royna brillurnar! 




Praktiskt
Ókeypis atgongd, men tilmelding neyðug >>


Dato: 17. januar 2018
Klokkan: 16.30 - 18.00. Koma nógv fólk, er opið eitt sindur longri ;)
Kostnaður: Ókeypis, men tilmelding neyðug.




Spurningar?


Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Ásu, ella at senda henni ein t-post. Tel. 227464 | asa@synergi.fo. 





Ps. Vit hava eitt skeið í Revit & Virtual Reality | 11. mai 2018 kl. 09.00-15.30


Kundi tú hugsa tær á hetta heildagskeiðið, um hvussu tú kanst brúka VR saman við Revit, so kanst tú tryggja tær longu nú, við at senda ein t-post til Ásu - asa@synergi.fo. 





Her teknar tú teg til seinnapartstiltakið >>
17. januar 2018 >>>


 

 


Tilmelda

,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini