Hvat er pína? Hvussu kanst tú liva við pínu? | Kvøldskeið | 22. mai 2018


5 pláss eftir!


Pína ávirkar lívskvalitetin nógv og kann hava stóra ávirkan á títt sinnalag, títt umhvørvið og lívskvalitetin hjá tær og tínum nærmastu.

 

  • Ert tú ein av teimum, sum dagliga - ella ofta - hevur pínu? 
  • Hevur tú roynt ymiskan heilivág? 
  • Virkar heilivágurin kanska bara onkuntíð, og veitst tú ikki hví? 
  • Følir tú tað, sum tú hevur roynt alt, uttan at tað ger stórvegis mun?
  • Ella ert tú kanska avvarandi til ein, ið dagliga stríðist við pínu? 
  • Kundi tú hugsa tær at fingið eitt størri innlit í, hvat pína er? 
  • Kundi tú hugsa tær at fingið nøkur boð frá einum øðrum serfrøðingi - enn tínum egna - uppá, hvat tú sjálv/ur kanst gera fyri at minka um pínuna? 

 

Kom og fá størri innlit í, hvat pína er, hvussu hon ávirkar teg, og hvat tú kanst gera, fyri at økja um lívskvalitetin. Anders Bøgesvang - lækni og pínuserfrøðingur - kann sjálvandi ikki ganda, men hann kann koma við sínari vitan um pínu og nøkrum góðum ráðum til, hvussu tú kanst liva eitt lív við pínu. 


Á skránni



  • Hvat er pína?
  • Hvussu hevur hon søguliga verið fatað
  • Viðgerð
  • Livimáti og handfaring annars

 



Málbólkur


Skeiðið er ætlað til tín, sum javnan hevur pínu. Tú kundi hugsað sær eitt størri innlit í, hvat pína er og hvat tú sjálv/ur kanst gera, fyri at liva betri við pínuni. 

Skeiðið er eisini til avvarandi, sum ynskja størri innlit, og sum ynskja at skilja betur, hvat og hvussu pínan kennist, og hvat ávirkar hana. Og hvussu tú, sum avvarandi, kanst gera mun.   



Undirvísari | Anders Bøgesvang, lækni og pínuserfrøðingur


Anders Bøgesvang er útbúgvin serlækni í Anestesiologi 2003. Í 10 ár arbeiddi hann sum sektiónsyvirlækni á anestesideildini á Haugesund Sjukehus. Hann hevur serfrøðingur í Palliativ Medicin (Linnandi viðgerð). 

Harumframt hevur hann síðani 2010 arbeitt sum privatpraktiserandi serlækni við statsstuðli (Avtalespesialist) innan avanseraða pínuviðgerð. Hann hevur árliga yvir 2000 konsultatiónir.


Tilmelda

Kostnaður474,40 + mvg
,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

 




Praktiskt >>



Dagur
22. mai 2018 | kl. 17.00 - 20.00
Hvar?
Niels Winthersgøta 1, Tórshavn
(Hølini hjá Frelsunarherinum)

Hvør undirvísir? 
Anders Bøgesvang, serlækni

Mál
Føroyskt


Kostnaður
kr. 474,00 + mvg | Kr. 593,00 v/mvg. 


Íroknað
Undirvísing og eitt lættari máltið.

 
 


  


Mai 2018

28. mai 2018
Bókhald frá grundini | 28. - 30. mai 2018
31. mai 2018
At leiða onnur uttan at vera (formellur) leiðari | 31. mai &

Juni 2018

04. juni 2018
Speglrefleks kamera | Kvøldskeið | 4. juni 2018
07. juni 2018
Nýggjur samráðingar teknikkur | Smartnership | 7. & 8. juni
08. juni 2018
Heilasmartur pedagogikkur | 8. juni 2018
11. juni 2018
Excel I - tey fyrstu fetini | 11. & 12. juni 2018
Yvirlit