Excel I - tey fyrstu fetini | 30. november & 1. desember 2017


EINANS 1 pláss eftir!


Situr tú enn við roknimaskinuni og hyggur eitt sindur øvundsjúk/ur eftir teimum, sum bara tasta alt inn á Excel og vupti, so er úrslitið klárt? Ella brúkar og hevur tú kanska brúkt Excel í minni mun, men kundi hugsa tær at lært forritið heilt frá grundini?

Tað er nú, tú hevur møguleikan at læra og fáa stóra gleði av Excel. Kom á 2-daga skeið saman við øðrum og fá Excel-dreymin uppfyltan;-). Tekna teg bara longu nú, tí plássið er sera avmarkað!


 

Skeiðið hevur verið fleiri ferðir og hevur í eftirmetingunum fingið yvir

10,79 í miðal

Vit brúka 13' skalan




Um Excel


Excel er eitt rokniark, har tað er møguligt at arbeiða við tølum, listum og grafum upp á allar hugsandi (og óhugsandi) hættir. Við at luttaka á hesum skeiðinum, fært tú grundleggjandi kunnleika til Excel. Tú lærir tær mest brúktu og mest týðandi funkurnar. Aftaná skeiðið kanst tú brúka og fáa stóra gleði av forritinum í tínum dagliga arbeiði.




Excel er serliga gott fyri teg

 

Sum arbeiðir við at gera ymiskar útrokningar!

Td. eina kostnaðarætlan. Tá kanst tú brúka teir heilt eyðsýndu fyrimunirnar við Excel. At gera samanrokningar, miðaltøl, prísútrokningar, dollartekn, brúka útskriftstitlar osfr. 


Sum arbeiðir við listum! 

Hevur tú t.d. eitt søluyvirlit, har tú hevur eina rúgvu av upplýsingum, deilt uppá ár og mánaðir? Skalt tú finna útav, hvussu t.d. januar og februar hilnaðust í 2013 og 2014. Tá er sera gott at duga at brúka filtur funkuna, sum er genial og sparir tær NÓGVA tíð.


Tað sum fyrr tók ½ tíma 
- fer at taka tær 3 min.!


Og ja, tað passar :)




Skeiðið vendir sær til...


Skeiðið vendir sær til tey, sum hava hug til, ja kanska í longri tíð hava havt hug til, at læra tær grundleggjandi, týðandi og mest brúktu funkurnar í Excel. Tú hevur lítlar ella ongar royndir við Excel frammanundan, men vit rokna við, at tú dugur at brúka teldu. 



Undirvísari


Undirvísari er Ása Andreasen. Hon hevur undirvíst í fleiri ár og fær sera góðar eftirmetingar. Hon sigur, at hon gleðir seg ordiliga nógv, hvørja ferð hon skal undirvísa, eitt nú tí 99% av luttakarunum gerast virkuliga yvirraskaðir yvir, hvussu nógvir møguleikar eru í Excel og fólk eru altíð spent at fara heima at royna seg.

Innihald


Fyrsta rokniarkið
  • Yvirblikk yvir, hvussu Excel er uppbygt og hvussu tú best skilur endamálið við Excel
  • Hvussu gjørt tú einfaldar formlar?
  • Hvørjar reglur eru galdandi, tá tú upprættar formlar?
  • Hvussu rættar tú í formlum og cellum? Og hvussu setur tú eyka tekst ella tøl inn?

Handfaring og redigering av rokniarkinum
  • Upprætta fleiri rokniark
  • Hvussu gevur tú ørkunum nøvn, so tey geva meining? 
  • Hvussu flytir og kopierar tú eitt rokniark?
  • Hvussu flytir og kopierar tú cellur, kolonnir og røð?
  • Hvat merkir "autofyld" og hvussu brúkar tú hetta á ein snildan hátt?
Formatering og at skriva út
  • Hvussu fært tú tilpassa røð og kolonnir, eitt nú í breiddini, á ein skjótan hátt?
  • Formatpensilin - sum annars er ein SERA snild funka í Officepakkanum - hvussu brúkar tú hann í Excel?
  • Tá tú hevur formaterað eina cellu sum t.d. ein dato, vil hendan formateringin "hanga uppií" celluni, hóast tú slettar innihaldið. Hvussu kanst tú eisini sletta formateringina og soleiðis reinsa allar "gamlar" kodur í celluni?
  • Hvussu skrivar tú út, so øll informatiónin er við á somu síðu?
  • Hvussu kanst tú seta logo, síðutøl og annað inn

Formlar og tabellir
 
  • Absoluttar og relativar cellir. Hetta er sera týdningarmikið at duga, tá tú arbeiðir við Ecxel. Vit læra hetta frá grundini og tryggja, at tað situr hjá luttakarunum.
  • Hvussu kanst tú yvirføra tøl ella úrslit frá einari cellu til eina aðra?
  • Sortera í stórum listum.
  • Hvussu kanst tú brúka funkuna autofilter fyri at fáa yvirblikk yvir stórar listar?

Funktiónir og grafikkur
 
  • Hvussu virka og brúka vit snildu funkurnar HVIS, SUM, MIÐAL, MAX. osfr.?
  • Hvussu leggur tú myndir inn á Excel og nær er tað relevant?

Diagrammir og teldupost
 
  • Vit læra at upprætta diagrammir út frá ymiskum rokniuppstillingum. Eitt nú stabbadiagrammir, "lagkøkudiagram" osfr. 
  • Hvussu kanst tú tilpassa diagrammið, hvussu kanst tú taka fleiri tøl við ella minka um tølini, sum tú av fyrstani tíð tók við í títt diagram
  • Hvørjir møguleikar eru fyri at goyma títt Excelskjal, eitt nú sum websíðu og pdf
  • Hvussu kanst tú senda skjalið til tín kollega?
  • Kann man tryggja Excelskjalið við einum loyniðorðið? Hvar og hvussu gjørt tú tað?

 


"Excel hevur eina rúúúgvu av møguleikum. Og longu á hesum fyrsta skeiðinum, Excel I - tey fyrstu fetini, kemur tú rættiliga langt og kanst klára teg væl í Excel. Eg vildi sagt, at nærum øll sum arbeiða á skrivstovu og sum gera útrokningar ella sum arbeiða við ymiskum listum, eiga at læra seg Excel.... og tað sigi tað ikki, tí at eg sjálv undirvísi;-)."

Ása Andreasen, undirvísari 



Niðanfyri síggja vit eitt prát við Julionnu Klett, ið hevur luttikið á Excel I skeiðið hjá Synergi - 1:08 min. Eisini síggja vit eitt prát við Ásu Andreasen, sum undirvísir á skeiðinum - 1:20 min. 


Tilmelda

Kostnaður3.660,00 + mvg
,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

 




Praktiskt


MAX. 10 luttakarar! 

Dagur: 30. november &  1. desember 2017 | kl. 09.00-15.30 

Staður: Synergi, Rabarbuhúsið á Tvørgøtu 13, 100 Tórshavn OBS! Nógvar trappur, sig frá um tað er ein trupulleiki.

Undirvísari: Ása Andreasen

Mál: Føroyskt

Teldur: Undirvísingarteldur eru á staðnum, so tað er ikki neyðugt at hava egna teldu við 

Kostnaður:  3.660 kr. + mvg. (4.575 kr. v/mvg.) 

Íroknað: Umframt undirvísing, íblástur og meirvitan fært tú tilfar og sjálvsagt okkurt til matna


Luttakararnir siga: 

"Alt var gott. Ása dugdi væl og  var bæði tolin og pedagogisk. Ordiliga læruríkt fyri meg."

Eydna Bernhardson, Maskinmeistarafelagið

"Undirvísarin var sera greið og eisini gav hon sær góða tíð at fáa øll við;)"

Eyð Hansen, Vága Floghavn

"Eg lærdi fleiri funktiónir í Excel, og í øðrum programmum, sum eg arbeiði við dagliga. Fyri meg var tað eitt gott og væl planlagt skeið."

Jákup, Hordafor AS


"Góðar umstøðir, dugnaligur undirvísari, eitt gevandi skeið, sum vit øll fara at gleðast um, tá vit framyvir fara at atbeiða við Excel."

Tórður J. Poulsen, P/F Faroe Farming


"Haldi at skeiðið var gott, haldi eisini eg lærdi nógv. Serliga kann eg nevna, at eg var glað fyri at læra at gera skabelónir og at flætta. Ása var ógvuliga fyrikomandi og greið, man føldi seg væl og maturin var sera góður :))" 

Arnfríð Patel, Javni


Eg lærdi at gera listar, brúka autosum, frysta rútar o.a. Eg dugdi EINKI tá eg kom á skeiðið :) Akk tilpass tempo til mín. Tolin skeiðsleiðari, sum gav sær tíð at hjálpa. 


September 2018

12. september 2018
HR-Løgfrøði Modul 4 | Loyalitetur | Sosialir miðlar | Whist
17. september 2018
Navision fyri bókhaldarar (Dynamics NAV) | 17. & 18. september
19. september 2018
HR-Løgfrøði | Modul 5 | Sjúkrafrávera | 19. september 201
24. september 2018
Soleiðis fáa tit effektivar fundir við góðum fasiliterings
27. september 2018
Samskiftisførleikin hjá tær sum leiðara | 27. & 28. septemb

Oktober 2018

15. oktober 2018
Lær at handfara trupula atferð v/Bo Hejlskov Elvén | 15. okt
Yvirlit