Search by

Skeið og tiltøk

Bílegg innanhýsis skeið
-
Vís øll
Vitlíki
NÝTT!
Onlineskeið
Best umtókt
Leiðsla og HR
Skrivstova og samskifti
KT
Búskapur og jura
Børn og ung
Byggivinnan
Persónlig menning
Snarskeið
Útbúgvingar
SuperUsers
FB
NL

Tveir dagar samanhangandi við lýsing av fleiri skipanum gav eina góða heildarmynd av Office 365 amboðnum, samstundis sum stundir vóru at fara í ymsar smálutir, sum høvdu okkara serliga áhuga. Eg fekk eisini fleiri góð tips og triks til snarvegir, sum spara tíð. Mær dámdi serliga væl skiftini millum kunning og uppgávur, sum vit skuldu royna at gera sjálvi. Eg ivaðist í, um tað fór at vera ov grundleggjandi skeið, ganga ov seint fyri seg, men tað gjørdi tað ikki.


– Annika Sølvará, Granskingarráðið

Eg stúrdi eitt sindur fyri, at hetta fór eg ikki at megna, tí tað er so langt síðani, at eg havi tikið nakra útbúgving. So tað var ein ordilig aha'uppliving fyri meg, at eg framvegis megni at taka útbúgvingar, hóast tað er laaangt síðani, at eg havi tikið nakrað útbúgving

– NN

Eitt ógvuliga gott skeið við ógvuliga kompetentum undirvísarum, sum dugdu síni ting :-). Konkret við góðum dømum og virknum luttakarum.

– Jeanette Blaasvær, Almannamálaráðið

Kompetentir, orkuríkir og inspirerandi undirvísarar. Sera læruríkt, undirhaldandi og stuttligt skeið. Lærdi eisini nógv av hinum skeiðsluttakarunum. Vit fingu fleiri amboð og 'fif', sum eg ætli mær at brúka.

– Eyðbjørn Brimnes, LBF - ráðgevandi verkfrøðingar

Væl upplagdur undirvísari, energiskur og skemtiligur, so man sat og lurtaði við andakt alla tíðina.

– Sofus Debes Johannesen, TAKS

Greið undirvísing, Góðar umstøður. Ikki ov nógvir luttakarar. Pedagogiskt uppbygt.

– Bjørt Samuelsen

Tað var so livandi. Man var við allatíðina. Hann dugdi sera sera gott at undirvísa.

– Hansina Magnussen, BankNordik

Serliga gott var, at skeiðsmaterialið er lætt at brúka og Sigmund tosar "uden omsvøb" - tað er greitt tað hann kemur við og veit hann ikki, so sigur hann tað heldur enn at gita okkurt.

– Ulla Joensen, Elektron

Eg var vælnøgdur við alt skeiðið. Eg haldi at skeiðleiðarin livdi upp til allar mínar forvantningar. Eftir hesar dagar havi eg heilt víst fingið betri lesi førleika, av somu orsøk betri huga at lesa, hettar vær júst endamálið við at fara á hettar skeiðið.

– Birgir Andreasen, Ide Møblar

9,4 av 10

Nú hava vit hugt eftir hagtølunum! Okkara viðskiftafólk eftirmeta okkara skeið og tiltøk við heilum 9,4 av 10 stjørnum.
Vit eru ovurfegnar!

Les meira >>

Størsti útbjóðari síðani 2003

O denn túrur! Yvir 20.000 fólk frá fleiri enn 1500 fyritøkum og stovnum hava luttikið á skeiðum og tiltøkum, sum Synergi hevur fyriskipað.
WOW ein góð kensla!

Les meira >>

Skeið bara fyri tykkara arbeiðspláss?

Kundu tit hugsað tykkum at fingið skeið bara fyri tykkara arbeiðspláss? Har tit ordiliga kunnu læra tað, sum akkurát tit hava brúk fyri?

Les meira >>

Fylg okkum á Instagram

AI er tað nýggjasta nýggja og her ræður um at fylgja við, so tú ikki verður eftirbátur.
Vit eru við so tú 🫵 kanst vera við 🤩

Synergi bjóðar heili 4 ymisk AI skeið út, áðrenn summarferiuna.😍

HYGG HER👇👇👇
⭐22. apríl 2024 | Chat GPT og vitlíki | Kom gott í gongd
⭐16. mai 2024 | AI í Adobe og Leonardo.AI
⭐ 27. mai 2024 | AI boost | Til fíggjardeildir, kontrolling og “business support”
⭐ 03. juni 2024 | Copilot til Microsoft 365 | Fá fulla nyttu av AI-tøknini í forritunum |
Kom við til framtíðina við Synergi⭐
Skeiðini finnur tú á synergi.fo
...

Mini MBA 2023-24 | Síðsti undirvísingardagur 🥳

Nakrir luttakarar vænta á myndini.
...