InDesign - tey fyrstu fetini | 23. & 24. apríl 2018


Fyri tey flestu í grafiska heiminum er InDesign tað mest umráðandi amboðið til grafiska framleiðslu. Hóast tú ikki ert grafikari, so kanst tú fáa stóra nyttu úr InDesign.

Á skeiðinum lærir tú at nýta grundleggjandi amboðini í forritinum, so tá skeiðið er liðugt, dugir tú at arbeiða við einføldum publikatiónum. Tú lærir, hvussu tú stovnar skjøl við einari ella fleiri síðum, hvussu tú formaterar tekstir, og hvussu tú arbeiðir við myndum. 

Tú fært eisini skil á øllum grundleggjandi hugtøkum og spurningum, tá tú skalt framleiða prentlutir við InDesign, til dømis: Hvør er munurin á CMYK- og RGB-litum, og nær skalt tú nýta hvørjar litir. Hvussu stóra upploysing skal ein mynd hava, og hvussu kannar tú, um upploysingin er í lagi til ein prentlut. Og so lærir tú ikki minst at gera PDF-fílur uttan feilir – klárar at lata inn til prentsmiðju ella avís. 

Ávegis á InDesign-skeiðnum fært tú nógv góð ráð og triks til, hvussu tú fært sum mest burtur úr forritinum, og tá skeiðið er at enda komið, arbeiðir tú skjótt og trygt við InDesign.



Málbólkur


Hetta InDesign-skeiðið er til tín, sum arbeiðir í eini marknaðar- ella samskiftisdeild ella líknandi, og sum hevur smærri uppgávur sum t.d. lýsingar, faldarar, flyers, visittkort, innbjóðingar, smærri útgávur vm.Tú ætlar tær í holt við InDesign, ella kanska arbeiðir tú longu við forritinum, men hevur kensluna av, at tú ikki dugir nóg væl at gagnnýta allar møguleikarnar í InDesign. 


 

Skeiðsinnihald


  • InDesign brúkaraflatan, panel, amboð og menu'ir
  • Stovna skjøl við einari ella fleiri síðum
  • Uppseta breddar og teigar á besta hátt
  • Formatering av teksti, eitt nú at fáa tekstir til "fylgja forminum" í einari grafiskari mynd 
  • Myndanýtsla
  • CMYK-, RGB- og Pantonelitir 
  • Stovna litir, at blanda litir, heinta litir frá myndum ella øðrum grafikki, upprætta egið litsavn
  • Fíluformat og upploysing 
  • Nýtsla av effektum, t.d. skuggum 
  • Kanna eftir, um feilir eru í skjalinum 
  • Greiða skjøl til prentingar
  • Stovning og innstilling av PDF-fílum
  • Góð ráð og triks til nýtsluna av InDesign



Tú sleppur ordiliga at royna teg...


Undirvísingin er ein blanding av teori og uppgávum og tú sleppur sjálvsagt ordiliga at royna teg. Vit fara m.a. at gera eina plakat, eina lýsing, ein faldara o.m.a. 

 

Tú kanst arbeiða sjálv/ur og spyrja, um tú ivast í onkrum. Tað er heilt í lagi at hava sítt egna tempo :)



Undirvísari | Gert Laursen


Gert Laursen er sjálvstøðugur grafikari. Hann býr í Danmark og arbeiðir við grafiskari produktión, 3d grafikki, heimasíðum og automatisering av stórum kataloguppgávum. Harafturat hevur hann í fleiri ár havt skeið í WordPress, SketchUp, Adobe pakkanum og í hvussu man optimerar grafiska produktión. Gert hevur verið í Føroyum fleiri ferðir áður og undirvíst fyri Synergi. Hann fær topp karakter í eftirmetingunum.


 


Tilmelda

Kostnaður4.620,00 + mvg
,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

 




Praktiskt


MAX. 12 luttakarar! 

Dagur: 

23. & 24. apríl 2018

Klokkan: 09.00-15.30, morgunmatur er kl. 10.00

Staður: Synergi, Rabarbuhúsið á Tvørgøtu 13, 100 Tórshavn OBS! Nógvar trappur, sig frá um tað er ein trupulleiki.

Undirvísari: Gert Laursen

Mál: Danskt

Teldur: Tú mást hava tína egnu teldu við á skeiðið. Eigur tú ikki InDesign frammanundan, kanst tú beint áðrenn skeiðið, downloada tær eina royndar-versión av InDesign, sum kann nýtast á skeiðinum. Tú eigur ikki at gera hetta fyrr enn beint áðrenn skeiðið, tí royndarversiónin varar vanliga bert í ein mðr.

Kostnaður:  4620,00 kr. + mvg. (5775,00 kr. v/mvg.) 

Íroknað: Undirvísing, íblástur og meirvitan, umframt okkurt gott til tann kræsna góman ;) Tvs. morgunmat kl. 10.00, frokost kl. 12.00 og seinnapartskaffi við dessert kl. 14.00. Kaffi og te og frukt allan dagin. 

  


Januar 2018

22. januar 2018
ÚSSM | Vár 2018 | Útbúgving fyri skrivstovufólk, samskipar
22. januar 2018
ÚSSM 2018 | Tilmelding
22. januar 2018
Lær grundstingini í broderí til føroysk klæðir| Kvøldske
26. januar 2018
Leiðaradagurin 2018 | 26. januar 2018

Februar 2018

07. februar 2018
Grundskeið í tolli | Innflutningur | 7. februar 2018
08. februar 2018
Excel I - tey fyrstu fetini | 8. & 9. februar 2018
Yvirlit