Húðhungur innan eldraøkið | 30. oktober 2017



  • Arbeiðir tú við menniskjum?
  • Á ellis- ella røktarheimi?
  • Ella bústovni ella kanska sum heimahjálp?

  • Upplivir tú onkuntíð, at onkur av búfólkunum eru órólig
    og kanska hava hug at fara upp at reika?

  • Hevur tú uppliva, at um tú gevur búfólkunum eitt lítið klemm,
    at so gongur samskiftið nógv betur?

  • Ert tú eitt sindur ósikkur í, hvussu nær tú kanst fara?

  • Følir tú onkuntíð, at tú burdi givið eitt klemm, men dugur kanska ikki so væl?
 
So er hetta skeiðið kanska nakað fyri teg. 


Um húðhungur



Húðhungur er ein hungur ella svongd eftir kropskontakt við onnur menniskju. Fært tú t.d. ongantíð eitt klemm - ella kanska bara sjálvdan - so kann tað ávirka á teg neiligt, bæði fysiskt, psykiskt og socialt. Tú hevur eitt nú ein øktan vanda fyri at blíva stressað/ur, bangin, fáa pínu, blíva einsamøll/mallur, fáa svøvntrupulleikar o.a.

Í donsku miðlunum verður nú um dagarnar nógv tosað um “húðhungur” hjá eldri fólki. 
 
Tað eru ikki bara børn og ung, ið hava tørv á, at verða nortin við. Tað hava vit tørv á alt lívið. At verða nortin við gevur tryggleika og eina kenslu av viðurkenning. Eitt klemm setir í gongd týdningarmikil signalevni til heilan. Royndir vísa, at tá vit hugsa um svongu sansirnar í dagsins røkt og ítrivum, verður meira orka til sosiala samveru, til gleði og kropsligt virksemi, og eldri fólk hava týðiliga minni tørv á heilivági.

Hjá viðkvomum fólkum kann sjúkan demens, harafturat geva fleiri avbjóðingar fyri persónin sjálvan, tey avvarðandi og starvsfólkið, sum skulu veita umsorgan. 

Um eingin nertir við okkum, fáa vit “húðhungur”, sum ofta vísir seg í broyttum atburði, t.d. irritabiliteti, ørviti, skiftandi hýri ella órógv. Persónurin kann eisini fáa øvugta atburðin og vísa seg sum friðarligan, passivan ella áhugaleysan. Reaktiónir kunnu vera ymiskar dagin ígjøgnum, men vanliga byggjast tær upp og versna, sum dagurin líður.

Húðsansurin er tann størsti sansurin og ein ójavnvági í húðsansinum, gevur ójavnvág í sensitivitetinum í øllum kroppinum. Sansahungur frá hinum basalu sansunum, geva aðrar atferðarbroytingar, eitt nú óróð, reikan ella tú kanst fara at rópa.



Innihald á skeiðinum


Skeiðið gevur tær innlit í allar sansir, hvussu sansastimbran virkar og hvussu tað at verða nortin við virkar upp á kroppin. Eisini læra vit, hvussu ymiskt vit øll hava tað við, at fólk nerta við okkum. 

Tú fært góðar og praktiskar vegleiðingar til, hvussu til ber at stimbra sansirnar meira málrættað í røktini og umsorganini – uttan mun til brek.

Undirvísingin er sett saman av uppleggum og praktiskum dømum. 

Tíð verður til hugdýping við veruleikanærum venjingum, so øll kunnu kenna seg aftur í innihaldinum, og so tað verður einfaldari at flyta tað yvir á einstaka arbeiðsplássið.

Harumframt koma vit eisini inn á etiska aspektið í at nerta við.

 

Taka hædd fyri húðhungur innan eldrarøktina


Tilvitanin um húðhungur økist alsamt. Fleiri donsk røktarheim hava góð úrslit við at hugsa um ”nerting” í dagligdegnum á heiminum – geva búfólkunum eitt klemm, kela tey eftir arminum, geva teimum fótamassagu osfr. 
 
Um eingin dagliga nertir við teg, kanst tú gerast órólig. Eitt nú kunnu dement broyta atferð og blíva sera ófriðarlig, um tey ongantíð (ella bara sera sjálvdan) fáa eitt klemm. Tí eru eitt nú starvsfólk á pleyguheimun farin at taka ”nerting” við inn í røktina. 

Eitt nú á Plejecenter Astersvej í Roskilde og Plejecenter Møllevang í Randers. Har hava tey upplivað, at búfólkini eru blivin róligari og brúka minni heilugvág, aftaná, at tey eru farin at nerta við tey meiri, sum ein part av røktini. Tá tey brúka tað, at nerta við búfólkini rætt, so gevur tað teimum tryggleika og tey síggja týðuligan mun. Eitt nú brúkar eingin av teirra búfólkum svøvnheiligvág.
 
Royndirnar hjá hesum røktarheimum eru júst tær somu, sum Charlotte Voetmann hevur.

Charlotte er neuropedagogiskur konsulentur og sjúkrarøktarfrøðingur. Hon undirvísir m.a. starvsfólkum á røktarheimum í at brúka ”nerting” og meinar, at væntandi ”nerting” er ein trupulleiki, sum fólk ikki geva sær so nógv far um. 
 


Málbólkur


Demensráðgevar, heimasjúkrarøktarfrøðingar, sosial- og heilsurøktarar og fólk, sum arbeiða við umsorgan fyri eldri fólkum.



Luttakarar siga:



"Hatta var ein góð uppliving - so tað eri eg sum takki ;) Tú kemur víða um og tú ert virkuliga góð til at koma við dømum. Filmirnir hjá tær og tín framløga er virkuliga góð. Tað gav okkum virkuliga møguleika fyri at halda fast og minnast. Vónandi sleppi eg at hoyra teg aftur eina aðru ferð."

Sjúkrasystur og avvarandi


"Túsund takk fyri ein góðan og læruríkan fyrilestur. Vit hava longu í dag her á pleyguheiminum har eg arbeiði, brúkt nakað av tí tú undirvísti í og við góðum úrslitið :)"

Starvsfólk á einum pleyguheimið

 


”Húðsansurin er okkara størsti sansur
og tá ein sansur er undirstimuleraður,
gevur tað óbalancu og broytta atferð.
Serliga hjá útsettum borgarum. ”

 

Charlotte Voetmann




Undirvísari: Charlotte Voetmann


Charlotte Voetmann er neuropedagogiskur ráðgevi v/Hjerne & Sundhed, demensráðgevi, seksualvegleiðari, prosess- og menningarráðgevi og hevur royndir gjøgnum nógv ár sum læraraskúlalektari í heilsulærugreinum. 
20+ ára veruligar royndir. 

Tilmelda

Kostnaður2.220,00 + mvg
,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

 




Praktiskt


Avmarkað luttakaratal!
Max. 35 luttakarar

Dagur: 30. oktober 2017 | kl. 09.00-15.30

Tilmeldingarfreist:
28. september 2017

Staður: Synergi, Rabarbuhúsið á Tvørgøtu 13, 100 Tórshavn OBS! Nógvar trappur, sig frá um tað er ein trupulleiki.

Undirvísari: Charlotte Voetmann

Mál: Danskt

Kostnaður:  2220 kr. + mvg. / 2775 kr. v/mvg.

Íroknað: Umframt undirvísing, íblástur og meirvitan fært tú tilfar og sjálvsagt okkurt gott til matna.

 

Tilmelding til tíðindatænastu okkara!

 

Oktober 2017

03. oktober 2017
Speglrefleks kamera | Kvøldskeið | 3. oktober 2017
25. oktober 2017
Outlook | 25. oktober 2017 | kl. 09.00-12.00
25. oktober 2017
NÝTT! Grundskeið í tolli | Innflutningur | 25. oktober 2017
26. oktober 2017
Barnayoga, massasja og meditatión til børn | 26. & 27. oktob
26. oktober 2017
NÝTT! Tariferingsskeið kap. 1 - 97 | 26. oktober 2017
30. oktober 2017
Húðhungur innan eldraøkið | 30. oktober 2017
Yvirlit