HR-Løgfrøði | Modul 5 | Sjúkrafrávera | 29. november 2017


- rættindir og skyldir partanna millum



Kom og fá skil á
øllum ivamálunum
í sambandi við
sjúkrafráveru



Tey allarflestu gerast sjúk onkuntíð í styttri ella longri tíðarskeið og hetta er ein partur av lívinum á arbeiðsmarknaðinum. Tó kann sjúkrafrávera verða trupulleiki á summum arbeiðsplássum. Eitt nú, um sjúkrafráveran er langt yvir miðal ella t.d. um talan er um eitt minni arbeiðspláss, sum illa tolir fráveru.

Tað er sjálvandi týdningarmikið at seta fokus á lógar- og sáttmálareglur um sjúku, og hvørjar reglur og mannagongdir eru og eiga at verða um sjúkrafráveru á einum arbeiðsplássi. 

Sjúkrafrávera kostar ofta arbeiðsgevaranum munandi upphæddir. Nógv sjúkrafrávera á einum arbeiðsplássi kann eisini vera eitt symptom upp á trupulleikar við trivnaðinum – fysiskar ella psykiskar. 

Á skeiðinum verða galdandi lógarreglur og eisini tær týdningarmestu sáttmálareglurnar gjøgnumgingnar – harundir nær arbeiðsgevarin hevur skyldu ella ikki at gjalda løn undir sjúku og nær dagpengaskipanin ella onnur skipan tekur við

Við reglum og dømum verður m.a. víst á, nær eitt starvsfólk av røttum kann sigast upp vegna sjúku – tað veri seg vegna sjúku í nógvar einstakar dagar ella sjúku, sum varar leingi.


Fyrsta stig
er at fáa skil á
lógum og reglum
á økinum


Tað sigur seg sjálvt, at um sjúkrafráveran er millum 6-10% - sí niðanfyri - so er tað ein kostnaðarmikil postur, sum leiðslan eigur at hava eina ætlan um, hvussu tað skal handfarast. 

Fyrsta stig er at fáa skil á lógum og reglum á økinum - tað er hetta, sum HR-løgfrøði, modul 5 snýr seg um. Hvat hava starvsfólkini rætt og skyldu til og hvat hevur tú, sum arbeiðsgevari, rætt og skyldu til? 

Næsta stig er at gera sær tankar um og mannagongdir fyri, hvussu tit á júst tykkara arbeiðsplássið skulu handfara trupulleikan, serliga um tykkara tøl líkjast teimum donsku, sí niðanfyri.


Sjúkrafrávera í tølum


Í Danmark er sjúkrafráveran sera høg. Serliga er sjúkrafráveran høg innan almenna øki, har sjúkrafráveruprocentið á summum økjum er uppi á heili 12%. Miðal fráveruprosentið vegna egna sjúku var í Danmark 2012: 8,27% - innan stat, kommunu, regiónir og privata økið. 

Vit eiga eingin hagtøl fyri sjúkrafráveru í Føroyum. Um vit tó loyva okkum at brúka donsku fráverutølini og tøl frá Hagstovuni fyri arbeiðsstyrkina á Føroyum 2013, so sær sjúkrafráveran soleiðis út fyri føroyska arbeiðsmarknaðin í 2013:

  Tal á arbeiðsstyrkini Frávera vegna sjúku %  Frávera vegna sjúku / Tal 
 Menn 12.187 6,71%  818 
 Kvinnur  11.548 9,82%  1.134 


Innihald


Vit fara á hesum modulinum at greina reglurnar um hvørjar skyldur starvsfólk og arbeiðsgevari hava, tá starvsfólk ikki kemur til arbeiðis vegna sjúku.



Á skránni


  • hvussu tryggja partarnir sær rætta framferð?
  • ein gjøgnumgongd av reglunum 
  • sjúkrafráboðan
  • løn undir sjúku
  • dagpengareglurnar
  • læknaváttanir
  • sjúka undir feriu
  • 120-daga reglan
  • partvís sjúkramelding
  • sjúka í sambandi við graviditet
  • um uppsøgn vegna sjúku 
  • o.a.



Miðal í eftirmetingini av Modul 1-3 heili: 

10,48

eftir 13'skalainum



Modulskipað undirvísing


Hetta skeiðið er eitt lið í HR-løgfrøði útbúgvingini sum Synergi bjóðar út. Útbúgvingin er sett saman í

  • Modul 1-3 - Setan av starvsfólkum, setanarviðurskiftið, fráfaring
  • Modul 4 - Loyalitetsskyldan
  • Modul 5 - Handfaring av sjúkrafráveru

Tað er ein sannroynd, at tað gevur stórt avkast, at hava nakrar vikur millum hvørt modul. Millum modul 1 og 3 fært tú uppgávur og lesitilfar soleiðis, at tað lisna setir seg fast og verður koplað til gerandisdagin. Uppgávur og lesing millum modulini er sjálvvalt, meðan luttøka á teimum trimum modulunum er kravt, um tú ynskir tær at fáa útbúgvingarprógv.

Meðan modul 1-3 eru samlaði í eina eind, eru modul 4 og modul mennt sum einkultstandandi modul, sum tú kanst velja at taka afturat ella serstakt.

Eg havi ikki Modul 1-3
og heldur ikki Modul 4,
kann eg so taka Modul 5?


Ja, hetta er ein spurningur, sum nógv seta. Meðan modul 1-3 eru samlaði í eina eind, eru modul 4 og modul 5 mennt sum einkultstandandi modul, sum tú kanst velja at taka afturat ella serstakt. Ert tú í iva, so slá endiliga uppá tráðin.
 



Ofta spurdir spurningar um HR-løgfrøði
(serliga um modul 1-3) | Klikk her!





Onnur hyggja eisini eftir

Tilmelda

*





,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

 




Praktiskt 


Max. 14 pláss!

Dagur
29. november 2017


Klokkan
Kl. 09.00-13.30

Staður
Synergi, Rabarbuhúsið á Tvørgøtu 13, 100 Tórshavn. OBS! Nógvar trappur, sig frá um tú hevur trupult við at ganga í trappum.

Undirvísari
Sigmund Poulsen, advokatur

Mál
Føroyskt

Kostnaður

Fullur kostnaður
4.375 kr. + mvg. (5.468,75 kr. v/mvg.)

Serprísur fyri fyrrverandi luttakarar á HR-løgfrøði, Modul 1-3 
3.375 kr. + mvg. (4.218,75 kr. v/mvg.)

 
Íroknað
Umframt undirvísing, íblástur og meirvitan fært tú tilfar. Kaffi og te á kannuni og okkurt søtt afturvið. Lættur frokostur.



Hetta siga fyrrverandi luttakarar á HR-løgfrøði: 

"Stórur partur var sera viðkomandi og tað var meiri spennandi enn eg hevði roknað við".

Ólavur Asafson Olsen, KJ-Hydraulik


"Fyri at verða heilt erlig, so er tað ikki nógv tit kundu gjørt betri. Hugsaði kanska at døgurðatímin ikki hevði behøvast at verið ein tíma, men eg haldi at skeiðið var so mikið áhugavert, at man hugdi slett ikki eftir klokkuni. Tað var so nógv diskutera og spurt at tíðin fleyg avstað."
Súsanna Simonsen, Pf. Poul Michelsen


"Gott tilfar og keldur har ein kann lesa meira. Gott við nógvum dømum úr "veruliga lívinum" :-)"

"Alt var áhugavert og gott. Gott at verða saman við ymiskum fólkum frá ymiskum arbeiðsplássum, tí nógv verður diskutera frá upplivingum frá tí dagliga arbeiðsdegnum hjá teimum ymisku."
Súsanna Simonsen, Pf. Poul Michelsen
"Serliga gott var, at skeiðsmaterialið er lætt at brúka og Sigmund tosar "uden omsvøb" - tað er greitt tað hann kemur við og veit hann ikki, so sigur hann tað heldur enn at gita okkurt."
Ulla Joensen, Elektron
"Nógv av tí sum eg lærdi á skeiðnum kann eg brúka á arbeiðsplássinum, t.d. við at upplýsa starvsfólkum sum arbeiða undir mær hvussu arbeiðstakari skal fyrihalda seg og hvørji rættindir hann hevur sambært lógini. Tað eg eisini lærdi var hvussu fyritøkan skal fyrihalda seg fyri arbeiðstakarinum viðvíkjandi hvat fyritøkan hevur rætt til og ikki. Havi eisini brúkt okkurt av tí eg havi lært at vegleitt leiðsluni hjá mær."
Robert Poulsen, Faroe Ship


"Lovgivningen om ansættelsesaftaler, der blev jeg opmærksom på nogle ting som vi skal have tilpasset, så vi opfylder lovens krav."

NN 


November 2017

27. november 2017
Lær grundstingini í broderí til føroysk klæðir| Kvøldske
28. november 2017
PowerPoint | 28. november 2017 | kl. 09.00-12.00
29. november 2017
HR-Løgfrøði | Modul 5 | Sjúkrafrávera | 29. november 2017
30. november 2017
Excel I - tey fyrstu fetini | 30. november & 1. desember 2017

Desember 2017

05. desember 2017
Outlook | 5. desember 2017 | kl. 09.00-12.00
05. desember 2017
Lær at gera fotobók | Kvøldskeið | 5. desember 2017
Yvirlit