HR-Løgfrøði Modul 4 | Loyalitetur | Sosialir miðlar | Whistleblowing | 16. november 2017


BERT 6 pláss eftir!


Sum stjóri, millumleiðari ella HR-starvsfólk, er tað neyðugt at hava eitt ávíst innlit í, hvørjar lógir og reglur eru galdandi á starvsfólkaøkinum. Vit hava tí í nøkur ár bjóða út eina HR-løgfrøði útbúgving í trimum modulum, sum hevur verið sera væl móttikin.

Ein tørvur hevur verið á, at fara djúpari inn á ávís økir innan HR-løgfrøðina og tí hava vit - saman við Sigmund Poulsen, advokati - mennt tvey eyka modul til HR-løgfrøði útbúgvingina. Her á síðuni greiða vit frá Modul 4, sum greinar eitt nú loyalitetsspurningin. Hvar gongur markið fyri loyalitetinum yvirfyri arbeiðsgevaranum og hvar gongur markið fyri loyalitetskravinum frá arbeiðsgevara?


Hvar gongur markið fyri 
loyalitet hjá starvsfólkum 
og leiðarum 
mótvegis arbeiðsgevaranum?

Vit hava ikki alment hoyrt um nógv mál í Føroyum, har spurningurin um, hvar markið gongur fyri, hvat eitt starvsfólk kann loyva sær at siga og gera í mótvegis sínum arbeiðsgevara ella arbeiðsplássi.

Men spurningurin um hetta mark er ofta uppi at venda. Illa ber til at gera skrivligar reglur um hetta, og lógarreglur er ongar. Óskrivaðar reglur eru, sum eru skaptar gjøgnum løgfrøðiliga teori og praksis.

Og tað er tað, hetta modul 4 handlar um. Hvar gongur markið fyri loyalitetsskyldu?



 

Støður - har spurnartekin
hevur verið sett um
loyalitetsskylduna - í Føroyum


Seinastu árini hava vit sæð nøkur dømi í fjølmiðlunum, har ivi er sáddur um, hvørt starvsfólk - serliga innan tað almenna - liva upp til sína loyalitetsskyldu. T.d. tá ein almennur leiðari var sæddur á einari mótmælisgongu fyri nøkrum árum síðani. Øll vóru ikki samd um, hvørt tað var í lagi ella ikki, men hvat siga reglurnar í roynd og veru um hetta?

Vit kenna eisini dømir, har stovnsleiðarar hava úttalað seg kritiskt mótvegis avgerðum, sum politikarar hava tikið. Er tað í lagi? Og er tað í lagi, at ein millumleiðari, ið sendir eitt skriv til eina nevnd í løgtinginum, tí viðkomandi var ikki tryggur við støðuna á stovninum, sum viðkomandi arbeiddi á. 

Seinasta dømi, har spurnarteknin varð sett við loyalitetsskylduna, og sum hevur verið frammið her í 2014, er um hvørt ein journalistur møguliga hevur nýtt sína vitan frá sínum gamla starvið, til at grava eina søgu fram. Slíkt verður nevnt ”whistleblowing”. Er tað brot á loyalitetsskylduna mótvegis arbeiðsgevaranum?


 

Er munur á
loyalitetsskylduni
yvirfyri privatum og almennum
arbeiðsgevara?


Hetta er ein góður spurningur. Ert tú t.d. starvsfólk innan tað almenna, hevur tú so loyalitetsskyldu yvirfyri tínum leiðara, stjóra, politikarunum ella fólkinum? Arbeiðir tú innan tað privata, hevur arbeiðsgevarin so loyvi til at blanda seg uppí, hvat tú kanst siga og gera í tínari frítíð?


 

Sosialir miðlar


Ein nýggjur avbjóðari av loyalitetsskylduni er Facebook og aðrir sosialir miðlar. Á t.d. Facebook er skjótt, at tú kanst koma til at skriva eitthvørt, sum bjóðar loyalitetsskylduni av. Eitt nú tá tú kanska viðmerkir eina grein á Portal.fo, tá stendir títt navn undir og í flestu førum eisini arbeiðsplássið hjá tær.


 

Hjástørv
- skalt tú kunna
tín arbeiðsgevara?


Í Føroyum røkja nógv fólk fleiri uppgávur í samfelagnum, tú hevur kanska beinleiðis fleiri størv ella tú hevur ólønt starv, við síðuna av tínum dagliga arbeiði. Áleggur tað starvsfólkunum, at kunna arbeiðsplássi um hetta? Ella viðkemur tað arbeiðsgevaran, hvørji møgulig hjástørv tú hevur? Hvat siga reglur og praksis um hetta?



Miðal í eftirmetingini av modul 1-3 heili: 

10,48

eftir 13'skalainum



Modul 4 | Innihald 


Í hesum modulinum - Modul 4 í HR-løgfrøðiútbúgvingini - fara vit at greina reglurnar, sum eru viðkomandi í sambandi við loyalitetsskylduna. Hvar gongur markið? Hvat er hóskandi og nøktandi atburður?

Á skránni

  • Ein gjøgnumgongd av reglunum um loyalitetsskyldu
  • Decorum
  • Leiðslurættur arbeiðsgevarans
  • Talu-og skrivifrælsi sum starvsfólk
  • Rætturin hjá arbeiðsgevaranum til at seta eftirlitstiltøk í verk

 


Ofta spurdir spurningar
um HR-løgfrøði
(serliga um modul 1-3)
- KLIKK HER!




Modulskipað undirvísing


Útbúgvingin er sett saman í

  • Modul 1-3 - Setan av starvsfólkum, setanarviðurskiftið, fráfaring
  • Modul 4 - Loyalitetur | Facebook | Sosialir miðlar | Whistleblowing
  • Modul 5 - Handfaring av sjúkrafráveru

Millum modul 1 og 3 fært tú onkrar smærri uppgávur og lesitilfar, soleiðis at tað lisna setir seg fast og verður koplað til gerandisdagin. Uppgávur og lesing millum modulini er sjálvvalt, meðan luttøka á teimum trimum modulunum er kravt, um tú ynskir tær at fáa útbúgvingarprógv.

Meðan modul 1-3 eru samlaði í eina eind, eru modul 4 og modul 5 mennt sum einkultstandandi modul, sum tú kanst velja at taka afturat ella serstakt.





Onnur hyggja eisini eftir

Tilmelda

*





,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

 




Praktiskt 


Max. 14

Dagur
16. november 2017

Klokkan 
09.00-13.30




Staður
Synergi, Rabarbuhúsið á Tvørgøtu 13, 100 Tórshavn. OBS! Nógvar trappur, sig frá um tú hevur trupult við at ganga í trappum.

Undirvísari
Sigmund Poulsen, advokatur

Mál
Føroyskt

Kostnaður

Fullur kostnaður
4.375 kr. + mvg. (5.468,75 kr. v/mvg.)

Serprísur fyri fyrrverandi luttakarar á HR-løgfrøði, Modul 1-3 
3.375 kr. + mvg. (4.218,75 kr. v/mvg.)

Íroknað
Umframt undirvísing, íblástur og meirvitan fært tú tilfar. Kaffi og te á kannuni og okkurt søtt afturvið. Lættur frokostur.



Hetta siga fyrrverandi luttakarar á modul 1-5: 

"Stórur partur var sera viðkomandi og tað var meiri spennandi enn eg hevði roknað við".

Ólavur Asafson Olsen, KJ-Hydraulik


"Fyri at verða heilt erlig, so er tað ikki nógv tit kundu gjørt betri. Hugsaði kanska at døgurðatímin ikki hevði behøvast at verið ein tíma, men eg haldi at skeiðið var so mikið áhugavert, at man hugdi slett ikki eftir klokkuni. Tað var so nógv diskutera og spurt at tíðin fleyg avstað."
Súsanna Simonsen, Pf. Poul Michelsen


"Gott tilfar og keldur har ein kann lesa meira. Gott við nógvum dømum úr "veruliga lívinum" :-)"

"Alt var áhugavert og gott. Gott at verða saman við ymiskum fólkum frá ymiskum arbeiðsplássum, tí nógv verður diskutera frá upplivingum frá tí dagliga arbeiðsdegnum hjá teimum ymisku."
Súsanna Simonsen, Pf. Poul Michelsen
"Serliga gott var, at skeiðsmaterialið er lætt at brúka og Sigmund tosar "uden omsvøb" - tað er greitt tað hann kemur við og veit hann ikki, so sigur hann tað heldur enn at gita okkurt."
Ulla Joensen, Elektron
"Nógv av tí sum eg lærdi á skeiðnum kann eg brúka á arbeiðsplássinum, t.d. við at upplýsa starvsfólkum sum arbeiða undir mær hvussu arbeiðstakari skal fyrihalda seg og hvørji rættindir hann hevur sambært lógini. Tað eg eisini lærdi var hvussu fyritøkan skal fyrihalda seg fyri arbeiðstakarinum viðvíkjandi hvat fyritøkan hevur rætt til og ikki. Havi eisini brúkt okkurt av tí eg havi lært at vegleitt leiðsluni hjá mær."
Robert Poulsen, Faroe Ship


"Lovgivningen om ansættelsesaftaler, der blev jeg opmærksom på nogle ting som vi skal have tilpasset, så vi opfylder lovens krav."

NN 


November 2017

27. november 2017
Lær grundstingini í broderí til føroysk klæðir| Kvøldske
28. november 2017
PowerPoint | 28. november 2017 | kl. 09.00-12.00
29. november 2017
HR-Løgfrøði | Modul 5 | Sjúkrafrávera | 29. november 2017
30. november 2017
Excel I - tey fyrstu fetini | 30. november & 1. desember 2017

Desember 2017

05. desember 2017
Outlook | 5. desember 2017 | kl. 09.00-12.00
05. desember 2017
Lær at gera fotobók | Kvøldskeið | 5. desember 2017
Yvirlit