HR-Løgfrøði | Modul 1-3 | Vár 2018


  • Ein neyðug útbúgving fyri teg, sum hevur starvsfólkaábyrgd ella er í einum HR-starvi.

  • Tríggir dagar, sum gera teg til reiðar at taka rættar og sera umráðandi avgerðir í starvsfólkamálum.

 


Løgfrøðilig vitan og kunnleiki til galdandi krøv, lógir og reglur er avgerandi fyri eina fyritøku ella stovn. Hevur tú ikki neyðugu vitanina, kann tað lættliga ganga galið – og javnan við stórum avleiðingum. Hevur tú tí ein part av ábyrgdini fyri politikkunum á starvsfólkaøkinum, setan av starvsfólki, uppsøgnum av starvsfólki, sáttmálum v.m., so er hetta ein útbúgving fyri teg.

Tú hevur nú møguleikan at fáa eina samanhangandi og djúpa útbúgving í øllum teimum vanligu viðurskiftum, sum starvsfólka-løgfrøði snýr seg um:

  • Setanarsáttmálar, eisini stjórasáttmálar og tíðaravmarkaðar sáttmálar
  • Lønar- og eftirlønarviðurskifti
  • Setanarklausular
  • Immateriell rættindi, tagnarskyldu og vinnuloynidómar
  • Eftirlit og eftiransing av starvsfólki og um KT-reglur
  • Arbeiðsumhvørvi, sjúkrafráveru, diskriminatión, barnsburð og frítíð
  • Uppsøgn, fráfaring og endurgjald

Tey trý modulini tryggja, at tú kann gera virknan og rættan politikk og taka avgerandi og rættar avgerðir í starvsfólkamálum. Harumframt vilt tú vera før/ur fyri at ráðgeva øðrum í fyritøkuni, sum hava avbjóðingar á starvsfólkaøkinum.



Miðal í eftirmetingini heili: 10,83
eftir 13-skalanum



Modulskipað undirvísing gevur stórt avkast

Útbúgvingin er sett saman í

  • Modul 1 - 3 - Setan av starvsfólkum, setanarviðurskiftið, fráfaring
  • Modul 4 - Loyalitetsskyldan
  • Modul 5 - Handfaring av sjúkrafráveru

Tað er ein sannroynd, at tað gevur stórt avkast, at hava nakrar vikur millum hvørt modul. Millum modul 1 og 3 fært tú uppgávur og lesitilfar soleiðis, at tað lisna setir seg fast og verður koplað til gerandisdagin. Uppgávur og lesing millum modulini er sjálvvalt, meðan luttøka á teimum trimum modulunum er kravt, um tú ynskir tær at fáa útbúgvingarprógv.

Meðan modul 1-3 eru samlaði í eina eind - tvs. at tú teknar teg til hesi í einum - eru modul 4 og modul 5 mennt sum einkultstandandi modul, sum tú kanst velja at taka afturat ella serstakt.


120 leiðarar
frá hesum fyritøkum, feløgum og stovnum
hava tikið útbúgvingina


Almannamálaráðið - Almannaverkið - ALS - Atlantic Airways - Ansni - Bakkafrost - BankNordik - Brunaeftirlitið - Elektron - Effo - Eik - Elfelagið SEV - Eysturkommuna - Faroe Ship - Fjarskiftiseftirlitið - Frítíðarheim og Ungdómshús - Frítíðarskúlin á Argjahamri - Føroya Bjór - Havsbrún - HDYGD - Heilsumálaráðið - Havnar Handverkarafelag - IRF - J & K Petersen - KJ-Hydraulik - Kringvarp Føroya - Landingarmiðstøð Føroya - Landssjúkrahúsið - Løgmansskrivstovan - Løgtingsins Umboðsmaður - Marine Harvest - Norðoya Sparikassi - Pf. Christian í Grótinum - Pf. EFFO - Pf. Poul Hansen - Pf. Poul Michelsen - Pf. Skálkur Holding - Pf. SMS - Pf. Svend Krosstein - Psykiatriski Depilin - Rit & Rák - Sandoy Seafood - SEV - Sernám - Sjóvar Kommuna - Skipaeftirlitið - Smyril Line - Strandfaraskip Landsins - Synergi - Suðuroyar Sjúkrahús - Søvn Landsins - TAKS - Thor - Tórshavnar Kommuna - Trygd - Tryggingarfelagið Føroyar - Tvøroyrar Kommuna - Umhvørvisstovan - Vága Floghavn - Vinnuhúsið - Vodafone - Vørn 








Modul 1

Samansetingin av arbeiðsmarknaðinum, starvssetanarsáttmálar, setanartreytir, lønarspurningar, eftirlønarviðurskifti v.m.


Inngangur til starvsfólkaløgfrøði

  • Arbeiðs- og setanarrættur

  • Almenni og privati arbeiðsmarknaðurin

  • Sáttmálaskipanin og sáttmálar uttan fyri skipanina

  • Rættarskipanin fyri arbeiðs- og starvsfólkamál

Hvar finnur tú upplýsingar um lógir, reglur og seinasta nýggja innan starvsfólkaløgfrøðina?

  • Lógir

  • Annar lesnaður

  • Heimasíður

Ymisk sløg av setanum

  • Serlig viðuskifti í almennum setanum

  • Setan uttanfyri sátmálaskipanina

  • Tíðaravmarkað setan, parttíðarsetan, vikarar v.m.

At fáa fatur á og at seta starvsfólk

  • Setanarsamrøðan. Hvat kanst tú spyrja um og hvørjum kanst tú leita eftir?

  • Lóg um setanarbrøv. Hvussu orðar tú ein rættan setanarsáttmála?

  • Gjøgnumgongd av øllum punktunum í sáttmálanum

Løn og starvsfólkaágóðar – um fleksiblar lønarpakkar og eftirløn

  • Lønarpakkin. Hvussu kann og skal lønarpakkin verða samansettur?

  • Um insitamentløn, bónusskipanir, provisión, partabrævalønir, frían bil, bruttoløn, aðrar lønarágóðar og eftirløn.

  • Provisiónslønt starvsfólk. Serlig viðurskifti við starvslok v.m.

Stjórasáttmálar

  • Serlig viðurskifti, sum skulu umhugsast í einum stjórasáttmála

  • Nær er ein stjórasáttmáli fevndur av starvsmannalógini?

Heimalesing og uppgávur.





Modul 2

Frítíðarlógin, kappingaravmarkingar, tagnarskylda, immateriel rættindi v.m. 



Starvsfólkahondbókin

  • Hvat skal vera við í starvsfólkahondbókini? 

  • Hvussu er hon við í avtalugrundarlagnum?

Frítíðarlógin – hvussu eru reglurnar?
  • Innvinning av frítíð 
  • Soleiðis verður frítíðin hildin 
  • Frítíðarútgjald við starvslok
Nær eigur ein kappingaravmarkandi treyt at verða brúkt?
  • Hvat eigur at verða hugsað um í samband við nýtlsu av kappingaravmarkandi treytum? 
  • Hvat er ein starvstreyt og nær skal hon brúkast?
Tagnarskylda og handfaring av yrkisloynidómum
  • Tagnarskylda í setanarsáttmálum – hvussu umfatandi skal hon vera?
  • Hvat sigur marknaðarføringslógin um vinnuloynidómar?
Talufrælsið hjá almennum starvsfólkum og hvar er markið
  • Reglur fyri nýtslu av t-posti, intra- og interneti 
  • Hvussu skal politikkur um nýtslu av t-posti, intra- og interneti, facebook o.a. vera? 
  • Hvussu langt kann arbeiðsgevarin fara í eftirlitinum av starvsfólkunum? 
Immateriel rættindi 
  • Upphavsrættindalógin, lóg um uppfinningar hjá arbeiðstakarum v.m. 
  • Hvat skal standa í setanarsáttmálanum um hetta? 
  • Heimalesing og sjálvvaldar uppgávur




Modul 3 

Arbeiðsumhvørvi, sjúkrafrávera, barnsburður, mismunur og uppsøgn av starvsfólki, arbeiðsumhvørvislóggávan, sjúka v.m.


Arbeiðsumhvørvislóggávan 

  • Sjúka
  • Rættindi og skyldur hjá sjúkrameldaðum starvsfólki og arbeiðsgevara teirra
  • Samstarvstrupulleikar og handfaring av ”truplum” starvsfólkum 
  • Strongd, happing, depressiónir o.l. 
Uppsøgn av starvsfólki 
  • Uppsøgn – hvussu boðar tú starvsfólkinum frá og tryggjar, at fyritøkan heldur galdandi lóg
  • Endurgjald og fráfaringaravtalur – hvørjar lógir og reglur eru galdandi? 
Mismunur – barnsburðar og foreldrafarloyvi 
  • Diskriminatión og diskriminatiónsreglur 
  • Løgtingslóg um barsilsskipan og sáttmálaásetingar
  • Hvørji rættindi hava mammur og pápar 
Kravt samskifti við starvsfólkið 
  • Lógar- og sáttmálaásetingar um samstarvsnevndir, trygdarumboð o.l. 
  • Reglur um kunning og hoyring av starvsfólki og starvfólkaumboðum 
Álitisfólk og onnur í álitisstørvum 
  • Álitisfólk, trygdarumboð v.m. – hvørji starvsfólk hava álitisstørv? 
  • Hvønn týdning hevur álitisstarvið fyri teirra setanarviðurskifti? 
  • Reglur um starvssfólkavaldar nevndarlimir 
Útbúgvingarprógv verður handað.

Sjálvstøðug modul 4 & 5


Umframt grundútbúgvingina ber til at taka 2 eyka modul, modul 4 og modul 5, sum eru sjálvstøðug modul, sum verða keypt eyka við góðum avsláttri til tey, sum hava grundútbúgvingina:
Modul 4: Loyalitetur | Facebook | Sosialir miðlar | Whistleblowing 
Modul 5: Sjúkrafrávera


Prát við Sæunn Ólavsdóttir Hansen - ið hevur luttikið á HR-løgfrøði útbúgvingini hjá Synergi:



Tilmelda

Kostnaður15.999,00 + mvg
,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

 




Praktiskt 
Max. 14 pláss!


Dagar
Modul 1: 28. februar 2018
Modul 2: 14. mars 2018
Modul 3: 21. mars 2018

Klokkan
Allir dagar á modul 1-3 eru kl. 09.00-16.00


Tilmeldingarfreist 
20. februar 2018 - ella so leingi pláss eru.
 

Staður
Synergi, Rabarbuhúsið á Tvørgøtu 13, 100 Tórshavn. OBS! Nógvar trappur, sig frá um tú hevur trupult við at ganga í trappum.


Undirvísari 
Sigmund Poulsen, advokatur



Mál
Føroyskt

Kostnaður
15999 kr. +mvg

 
Íroknað
Umframt undirvísing, íblástur og meirvitan fært tú tilfar. Kaffi og te á kannuni og okkurt søtt afturvið. Lættur frokostur.



Hetta siga fyrrverandi luttakarar á HR-løgfrøði

"Sigmund dugur sera væl at taka dømir frá veruleikanum í undirvísingina.   Tað gera tað meira livandi."

Hildibjørg Sólsker, P/F Trygd



"Stórur partur var sera viðkomandi og tað var meiri spennandi enn eg hevði roknað við".

Ólavur Asafson Olsen, KJ-Hydraulik



"Fyri at verða heilt erlig, so er tað ikki nógv tit kundu gjørt betri. Hugsaði kanska at døgurðatímin ikki hevði behøvast at verið ein tíma, men eg haldi at skeiðið var so mikið áhugavert, at man hugdi slett ikki eftir klokkuni. Tað var so nógv diskutera og spurt at tíðin fleyg avstað."

Súsanna Simonsen, Pf. Poul Michelsen



"Gott tilfar og keldur har ein kann lesa meira. Gott við nógvum dømum úr "veruliga lívinum" :-)"

"Alt var áhugavert og gott. Gott at verða saman við ymiskum fólkum frá ymiskum arbeiðsplássum, tí nógv verður diskutera frá upplivingum frá tí dagliga arbeiðsdegnum hjá teimum ymisku."

Súsanna Simonsen, Pf. Poul Michelsen

"Serliga gott var, at skeiðsmaterialið er lætt at brúka og Sigmund tosar "uden omsvøb" - tað er greitt tað hann kemur við og veit hann ikki, so sigur hann tað heldur enn at gita okkurt."

Ulla Joensen, Elektron

"Nógv av tí sum eg lærdi á skeiðnum kann eg brúka á arbeiðsplássinum, t.d. við at upplýsa starvsfólkum sum arbeiða undir mær hvussu arbeiðstakari skal fyrihalda seg og hvørji rættindir hann hevur sambært lógini. Tað eg eisini lærdi var hvussu fyritøkan skal fyrihalda seg fyri arbeiðstakarinum viðvíkjandi hvat fyritøkan hevur rætt til og ikki. Havi eisini brúkt okkurt av tí eg havi lært at vegleitt leiðsluni hjá mær."

Robert Poulsen, Faroe Ship



"Lovgivningen om ansættelsesaftaler, der blev jeg opmærksom på nogle ting som vi skal have tilpasset, så vi opfylder lovens krav."

NN
Tilmelding til tíðindatænastu okkara!

 

Oktober 2017

03. oktober 2017
Speglrefleks kamera | Kvøldskeið | 3. oktober 2017
25. oktober 2017
Outlook | 25. oktober 2017 | kl. 09.00-12.00
25. oktober 2017
NÝTT! Grundskeið í tolli | Innflutningur | 25. oktober 2017
26. oktober 2017
Barnayoga, massasja og meditatión til børn | 26. & 27. oktob
26. oktober 2017
NÝTT! Tariferingsskeið kap. 1 - 97 | 26. oktober 2017
30. oktober 2017
Húðhungur innan eldraøkið | 30. oktober 2017
Yvirlit