Heilasmartur pedagogikkur | 8. juni 2018



Skeiðið fekk 11 eftir 13'skalanum seinast!

Hetta siga luttakararnir:


"Nýgg relevant vitan um heilan. Alt í alt eitt gott skeið, ið man kann brúka beinanvegin í praksis. Sera glað fyri tað :)." 

"Eg helt skeiðið verða sera áhugavert. Ótrúliga góð at lurta eftir og so skuldu vit sjálvi verða í swing gjøgnum allan dagin. Tað ger eisini at man er "vakin/aktivur" gjøgnum allan dagin."

"At eg, sum havi lisið bøkurnar, fekk enn meira kjøt á arbeiðsháttin.
Ein fantastiskur háttur til at endurhugsa nógvar vanligar taluhættir í barnagarðinum."

"Serliga gott var mátin Anette undirvísti uppá og øll dømini hon hevði, so man veruliga fekk sett alt í perspektiv. Alt var meira skilligt við tað, at hon kom við dømum."

"Nógv góð dømir. Og málið var ikki so háfloygt, ella gott gerandismál."

Kom við til eina áhugaverda verkstovu við virðislønta undirvísarinum og høvundanum Anette Prehn.



Í hesum árum er heilagranskingin í øgiligari menning.

Anette Prehn dugir serliga væl at byggja brúgv millum heilagransking og veruleika og at miðla hetta, so øll kunnu vera við. Hon hevur einki ímóti at tríva í ein sang, tá truplir samanhangir skulu forklárast á einfaldan hátt – og hon finnur upp á amboð og metaforar, sum eru løtt at skilja, minnast og nýta í verki.

Hendan dagin fáa luttakararnir– á spælandi, nærverandi og skemtiligan hátt – møguleika at leggja afturat og menna pedagogiska kunnleika og royndir teirra, tá Anette Prehn greiðir frá logikkunum í heilanum. Tú fært nógv ítøkilig amboð og hugskot heim við, sum kunnu geva íblástur til nýggjar vegir í samspælinum við børnum – serliga í teimum truplu støðunum.


"Ein risa eygnaopnari"


Lærarar, pedagogar og skúlaleiðarar...
...nevna seinastu bók hennara Hjernesmart pædagogik ein “risa eygnaopnara”, sum “eigur at liggja á einumhvørjum náttborði!”. Og nógvir danir hava longu notið ágóðan av, at Anette Prehn hevur umsett spælireglurnar fyri heilan, so tær kunnu nýtast at styrkja børn og ung.


Málbólkur


Pedagogar, lærarar og leiðarar í stovnum, sum arbeiða við børnum í aldrinum 3-16 ár.

Á skránni

FYRRAPART

TEMA 1
Sjálvstjórnaður neuroplastisitetur: Hvat er tað – og hvussu kanst tú gera heilan til viðspælara í verki?

TEMA 2
Hví ein og hvør við pedagogiskari ábyrgd kann hava fyrimun av at taka “svarta beltið í amygdalahandfaring”... og geva børnum hug til tað sama. Amygdala er kent sum ávaringarklokkan í heilanum, og kann verða sett í gongd, tá vit (bæði børn og vaksin) kenna okkum hótt ella hava eina ringa støðu framman fyri okkum.

SEINNAPART

TEMA 3
Fimleikur fyri enniblaðið (pandelappen) – hvussu verður tað stimbrað, og hví er tað so týdningarmikið! Ennibløðini kallast eisini “bossurin í heilanum”. Her búgva sonevndu eksekutivu funktiónir okkara, sum eru tær, ið gera okkum til hugsandi og virkandi menniskju.

TEMA 4
Virðið av fjølbroytni og strálandi eygum – hvussu tú heilasmart kanst fara undir undirvísing og lærandi samveru.

 

Um undirvísaran hendan dagin


             

Anette Prehn (1975) er sosiologur, virðisløntur undirvísari, fyrilestrahaldari og rithøvundur. Hon verður umrødd sum “ein klók kona við barnaeygum”, sum miðlar gransking um heilan og sosialt samspæl á nýtiligan hátt. 

Drívmegin hjá Anette er ynskið um at gera truplar spurningar einfaldar, at royna seg við smáum fetum, sum gera stóran mun, og at skapa synergi tvørtur um tað, sum vanliga verður uppfatað sum ymiskar vísindagreinir. 

Anette hevur skrivað bókina Hjernesmart pædagogik (Dafolo 2015), og saman við heilagranskaranum Kjeld Fredens hevur hon skrivað bøkurnar Coach dig selv – og få hjernen med til en forandring (Gyldendal 2010) og Play Your Brain (Marshall Cavendish 2011).

Harumframt hevur hon skrivað bókina Hjernesmarte Børn (People’s Press 2015) og eina námsætlan til heilasmart háttaløg til 0.-9. flokk.

Tilmelda

,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini