Heilasmartur pedagogikkur | 8. juni 2018


Kom við til eina áhugaverda verkstovu við virðislønta undirvísarinum og høvundanum Anette Prehn.


Í hesum árum er heilagranskingin í øgiligari menning.

Anette Prehn dugir serliga væl at byggja brúgv millum heilagransking og veruleika og at miðla hetta, so øll kunnu vera við. Hon hevur einki ímóti at tríva í ein sang, tá truplir samanhangir skulu forklárast á einfaldan hátt – og hon finnur upp á amboð og metaforar, sum eru løtt at skilja, minnast og nýta í verki.

Hendan dagin fáa luttakararnir– á spælandi, nærverandi og skemtiligan hátt – møguleika at leggja afturat og menna pedagogiska kunnleika og royndir teirra, tá Anette Prehn greiðir frá logikkunum í heilanum. Tú fært nógv ítøkilig amboð og hugskot heim við, sum kunnu geva íblástur til nýggjar vegir í samspælinum við børnum – serliga í teimum truplu støðunum.

Skeiðið fekk 11 eftir 13'skalanum seinast!
Hetta siga luttakararnir:


 

"Nýgg relevant vitan um heilan. 
Alt í alt eitt gott skeið, ið man 
kann brúka beinanvegin í praksis. 
Sera glað fyri tað :)."

-

"At eg, sum havi lisið bøkurnar, 
fekk enn meira kjøt á arbeiðsháttin.
Ein fantastiskur háttur til at endurhugsa 
nógvar vanligar taluhættir í barnagarðinum."

-

"Serliga gott var mátin Anette undirvísti uppá 
og øll dømini hon hevði, so man veruliga 
fekk sett alt í perspektiv. Alt var meira skilligt 
við tað, at hon kom við dømum."



"Ein risa opinbering"


Lærarar, pedagogar og skúlaleiðarar...
...nevna bók hennara Hjernesmart pædagogik ein “risa opinbering”, sum “eigur at liggja á einumhvørjum náttborði!”. Og nógvir danir hava longu notið ágóðan av, at Anette Prehn hevur umsett spælireglurnar fyri heilan, so tær kunnu nýtast at styrkja børn og ung.


Málbólkur


Pedagogar, lærarar og leiðarar í stovnum, sum arbeiða við børnum í aldrinum 3-16 ár.


Á skránni

FYRRAPART

TEMA 1 Sjálvstjórnaður neuroplastisitetur: Hvat er tað – og hvussu kanst tú gera heilan til viðspælara í verki?

TEMA 2
Hví ein og hvør við pedagogiskari ábyrgd kann hava fyrimun av at taka “svarta beltið í amygdalahandfaring”... og geva børnum hug til tað sama. Amygdala er kent sum ávaringarklokkan í heilanum, og kann verða sett í gongd, tá vit (bæði børn og vaksin) kenna okkum hótt ella hava eina ringa støðu framman fyri okkum.

SEINNAPART

TEMA 3
Fimleikur fyri enniblaðið (pandelappen) – hvussu verður tað stimbrað, og hví er tað so týdningarmikið!Ennibløðini kallast eisini “bossurin í heilanum”. Her búgva sonevndu eksekutivu funktiónir okkara, sum eru tær, ið gera okkum til hugsandi og virkandi menniskju.


TEMA 4
Virðið av fjølbroytni og strálandi eygum – hvussu tú heilasmart kanst fara undir undirvísing og lærandi samveru.

Um undirvísaran



Anette Prehn (1975) er sosiologur, virðisløntur undirvísari, fyrilestrahaldari og rithøvundur. Hon verður umrødd sum “ein klók kona við barnaeygum”, sum miðlar gransking um heilan og sosialt samspæl á nýtiligan hátt. Drívmegin hjá Anette er ynskið um at gera truplar spurningar einfaldar, at royna seg við smáum fetum, sum gera stóran mun, og at skapa synergi tvørtur um tað, sum vanliga verður uppfatað sum ymiskar vísindagreinir.
Anette hevur skrivað bókina Hjernesmart pædagogik (Dafolo 2015), og saman við heilagranskaranum Kjeld Fredens hevur hon skrivað bøkurnar Coach dig selv – og få hjernen med til en forandring (Gyldendal 2010) og Play Your Brain (Marshall Cavendish 2011). Harumframt hevur hon skrivað bókina Hjernesmarte Børn (People’s Press 2015) og eina námsætlan til heilasmart háttaløg til 0.-9. flokk.


Tilmelda

Kostnaður1.800,00 + mvg
,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

 




Praktiskt 


Avmarkað pláss!

ERU TIT FLEIRI, BIÐ UM TILBOÐ!

Dagur

8. juni 2018


Klokkan

kl. 09.00-15.30. 


Staður
Niels Winthersgøta 1, Tórshavn
(Hølini hjá Frelsunarherinum)

Undirvísari

Anette Prehn


Undirvísingarmál

Danskt


Kostnaður

kr. 1.800,00 u/mvg.  (kr.  2.250,00 v/MVG)
Stovnar og fyritøkur fáa mvg. aftur!

Íroknað

Umframt undirvísing, íblástur og meirvitan fært tú tilfar og sjálvsagt okkurt gott til matna (morgunmat kl.10, frokost kl. 12 og seinnapartsakaffi) 


Luttakarar seinast siga:

"Eg helt skeiðið verða sera áhugavert. Ótrúliga góð at lurta eftir og so skuldu vit sjálvi verða í sving gjøgnum allan dagin. Tað ger eisini at man er "vakin/aktivur" gjøgnum allan dagin."

"Helt tað var deiligt at tað var so realistiskt og niðri á jørðini. Serliga tað at hon legði dent á at tað ikki er nakar mirakulkurur og nú duga vit alt, men at tað er nakað man skal arbeiða við sjálvur og trena og spakuliga føra út í praksis. Tað ger at tað heila er nemmari at brúka í arbeiðinum framyvir."

 "Nógv góð dømir. Og málið var ikki so háfloygt, ella gott gerandismál."


September 2018

12. september 2018
HR-Løgfrøði Modul 4 | Loyalitetur | Sosialir miðlar | Whist
17. september 2018
Navision fyri bókhaldarar (Dynamics NAV) | 17. & 18. september
19. september 2018
HR-Løgfrøði | Modul 5 | Sjúkrafrávera | 19. september 201
24. september 2018
Soleiðis fáa tit effektivar fundir við góðum fasiliterings
27. september 2018
Samskiftisførleikin hjá tær sum leiðara | 27. & 28. septemb

Oktober 2018

15. oktober 2018
Lær at handfara trupula atferð v/Bo Hejlskov Elvén | 15. okt
Yvirlit