NÝTT! Grundskeið í tolli | Innflutningur | 25. oktober 2017


  

Skeiðið er útselt, men pláss er:  7. februar 2018


Er tað tín uppgáva at umsita og avgreiða innflutningsskjøl?


  • Kennist tað ofta tungt, tá tú skalt seta teg at gera klárt at fáa innfluttu vøruna til høldar? Stendur tú ofta føst/fastur, tí tú í veruleikanum ikki kennir røttu mannagongdirnar í sambandi við tolling av innfluttum vørum nóg væl?
  • Kundi tú hugsað tær at lært eitt sindur um hetta, so arbeiði hjá tær framyvir verður lættari?
  • Veitst tú av, at tað kemur meiri enn so fyri, at goldið verður ov nógv, um man ikki kennir røttu mannagongdirnar?
  • Kom á grundskeið í tolli (innflutningur) og lær røttu mannangongdirnar, so tað framyvir fer at fella tær lættari at fáa hetta avgreitt. 

 

Úr skránni


 Tolllógin og aðrar kunngerðir

 Upprunareglur

 Toll- og vøruskráin

 Heilsufrøðilig skjøl og mannagongdir

 eToll skipanin



Støðið verður tikið í gerandisdegnum hjá føroyskum fyritøkum


Fyri at tú skalt fáa sum mest burturúr, verður støðið tikið í gerandisdegnum hjá føroyskum fyritøkum. Harnæst verður gott høvi hjá tær at seta spurningar og fáa svar uppá júst tað, sum tú heldur vera mest trupult at fáast við. At sita sjálv/ur og royna at finna útav, hvat vendir upp og hvat vendir niður, er ikki altíð so lætt.

Afturat hesum fært tú høvi at tosa við hinir luttakararnar, hvør veit, kanska tú eisini fært okkurt gott ráð frá onkrum av hinum luttakarunum, sum situr við tí sama sum tú;).



Endamál


Luttakararnir fáa innlit í, hvussu røttu mannagongdirnar eru í samband við innflutning av vørum til Føroya, og hvørjar lógir og reglur liggja aftanfyri hesar mannagongdir. Kom og lær teg hetta, so arbeiði framyvir fer at fella tær nógv lættari. 




Luttakarar


Dagurin er ætlaður tær, sum dagliga umsitur og avgreiður innflutningsskjøl. Pláss er fyri 20 luttakarum. Skeiðið plagar at vera útselt, so vit mæla til skjóta bílegging.



Undirvísarar


Annsy Høghamar, Annika Hansen og Hanna Jacobsen, sum allar arbeiða og hava arbeitt hjá TAKS í mong ár, so tær eru at kalla ekspertar á økinum. Skeiðið er eitt samstarv millum Synergi og TAKS.



Onnur hava eisini hugt at hesum skeiðum





Tilmelda

Fulltekna





Praktiskt
MAX. 20 luttakarar |FULLTEKNAÐ

Dagur

25. oktober 2017, kl. 9.30-15.00 | ÚTSELT
07. februar 2018, kl. 9.30-15.00 | PLÀSS

Staður

Skeiðið verður í Fíggjarmálaráðnum, Kvíggartún 1, Argir (Albert Hall)


Undirvísari
Annsy Høghamar, Annika Hansen og Hanna Jacobsen, TAKS

Mál
Føroyskt


Kostnaður
EINANS Kr. 985,00 + mvg (kr. 1.231,25 v/mvg)

Íroknað

Umframt undirvísing, íblástur og meirvitan fært tú ein kaffimunn fyrrapart, frokost og seinnapartskaffi.


Januar 2018

15. januar 2018
Revit - víðka skeið | 15.-17. januar 2018
16. januar 2018
Speglrefleks kamera | Kvøldskeið | 16. januar 2018
22. januar 2018
ÚSSM | Vár 2018 | Útbúgving fyri skrivstovufólk, samskipar
22. januar 2018
ÚSSM 2018 | Tilmelding
22. januar 2018
Lær grundstingini í broderí til føroysk klæðir| Kvøldske
26. januar 2018
Leiðaradagurin 2018 | 26. januar 2018
Yvirlit