Góður leiðsluháttur á sjónum | 19. og 20. apríl 2018


Skeiðið fær absoluttan TOPP karakter frá luttakarunum!

HEILI 11,33 eftir 13' skalanum


"Besta skeiðið eg havi verið á - og eg havi verið á nógvum!" 


Eksklusiv leiðslu-eftirútbúgving fyri leiðarar á sjónum v/undirvísara við servitan innan maritima økið:


Navigatørar, maskinmeistarar, hovmeistarar, fabrikschefar, hotelchefar, innkeypschefar, restaurantchefar og aðrir leiðandi persónar í siglandi vinnuni.


Innihaldið á donskum kann takast niður HER!



Hvat er góð leiðsla umborð?


Hvussu leggur tú til rættis og samskiftir best sum leiðari, so tit sleppa undan ósemjum og strongd? Hvussu arbeiðir tú best sum leiðari fyri at betra um trygdina umborð? Hvat gjørt tú, um manningin er fleirmentað? Hvussu gjørt tú, um ein kreppa stingur seg upp?


Støðið verður tikið í tínum gerandisdegi og fer at menna teg sum leiðari umborð


Sum leiðari á sjónum, hevur tú hvønn dag eina rúgvu av avbjóðingum á ymiskum stigum. Støðið verður tikið í tínum gerandisdegi sum leiðari, og fer at menna teg til at handfara títt arbeiði sum leiðari umborð. Bæði tær vanligu avbjóðingarnar, men eisini tær meiri óvæntaðu avbjóðingarnar.



Innihald og úrtøka


Tú fært íblástur at arbeiða við tryggleikanum, trivnaðinum, motivatiónini og effektivitetinum umborð.

Tú fert at arbeiða uppbyggjandi við leiðsluleiklutinum, og tú fært bæði ítøkilig leiðsluamboð umframt innlit í, hví ósemjur og aðrir trupulleikar stinga seg upp. Hetta eru góð amboð hjá tær at brúka í tínum gerandisdegi sum leiðari. Amboðini fara at menna tíni leiðsluevni og títt grundarlag, tá tú skalt taka avgerðir um m.a. tryggleika og trivnað.


Tú fært grundleggjandi innleiðslu í...


  • Hvat er góð leiðsla umborð?
  • Samskifti og kunning umborð og samskifti millum skip og skrivstovu 
  • Handfaran av ósemjum og kreppum umborð
  • Trupla samrøðan 
  • Fyribyrgjan av sosialari avbyrging/einsemi
  • Arbeiðsbyrðir og strongd
  • Leiðarans leiklutur fyri tryggleikan umborð
  • Leikluturin hjá leiðarinum fyri motivatión og trivnað
  • Arbeiði við fleirmentaðari manning | tá manningin kemur úr ymiskum mentanum

 



Formur


Luttakararnir verða í mest møguligan mun tiknir við í undirvísingini, og tú  skalt rokna við at hava ein aktivan leiklut. Á henda hátt lærir tú mest. 




Málbólkur


Eftirútbúgvingin er fyri teg, sum hevur leiðsluábyrgd í siglandi vinnuni, navigatørar, maskinmeistarar, hovmeistarar, innkeypschefar, fabrikschefar, hotelchefar, restaurantchefar, leiðandi skipskokkar osfr. Tú kanst bæði hava drúgvar royndir ella verða lutfalsliga nýggj/ur sum leiðari.



Leiðandi sálarfrøðingurin hjá Mærsk Træning Center er undirvísari


Vinnusálarfrøðingurin Søren Diederichsen, sum á 10’unda árið arbeiðir sum leiðandi sálarfrøðingur hjá “Mærsk Træning Center” innan leiðslumetan, verður undirvísari. 

Seinastu 8 árini hevur hann eisini arbeitt við vinnusálarfrøðiligum uppgávum innan fyri SØFARTEN, fyri nógv reiðarí, umvegis SEAHEALTH.

Hann hevur drúgvar royndir at undirvísa leiðarum á sjónum og fær methøgar eftirmetingar.






Tilmelda

Kostnaður6.996,00 + mvg
,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

 




Praktiskt

Dagur

19. og 20. apríl 2018, kl. 09. - 15.30 | FÁ PLÀSS EFTIR!


MAX 16 luttakarar - 4 pláss eftir!


Tak niður danska versión av innihaldinum á eftirútbúgvingini HER!

Staður
Synergi, Rabarbuhúsið á Tvørgøtu 13, 100 Tórshavn. OBS! Nógvar trappur, sig frá um tað er ein trupulleiki.

Undirvísari
Søren Diederichsen

Mál
Danskt

Kostnaður | Serligur introprísur
kr. 6.996 + mvg (kr. 8.745 v/mvg)

Íroknað
2 daga undirvísing við undirvísara við servitan innan maritima øki, íblástur, tilfar, morgunmat, góðan frokost og seinnapartskaffi.


Luttakarar seinast siga:

"Eitt sera gott skeið, tað besta eg havi verið til"
Magnus Olsen, Strandferðslan

"Alt var gott, øll evnini vóru viðkomandi og lýstu sera væl tað sum vit sum leiðara uppliva næstan dagliga. Føli meg nógv betri klæddan at taka tær avbjóðingar, sum eru, tá íð man hevur við menniskju at gera.
Ósemjur umborð á skipum er eitt kent fyribrygdi, Sørin dugdi sera væl at greiða frá, hvussu man loysti slíkar ósemjur.
Alt í alt, Sørin var sera væl fyrireikaður og var áhugaverdur at lýða á, kann bert mæla øllum sum hava við leiðslu á sjónum at gera, at luttaka á hesum skeiði."
Luttakari november 2017

"Sera gott skeið, sum fer at hjálpa mær nógv í mínum arbeiði. Man er betur ílatin aftaná skeiðið, bæði við hvussu ymisk fólk eru, konfliktir og annað
Anna Eysturberg, Strandferðslan

"Eg fari at brúka alt, eg havi lært! Líka frá skrivan av maili, til at arbeiða við konfliktum og leiðsluarbeiði".
Luttakari mars 2017


Apríl 2018

23. apríl 2018
InDesign - tey fyrstu fetini | 23. & 24. apríl 2018
30. apríl 2018
Outlook | 30. apríl 2018 | kl. 09.00-12.00

Mai 2018

07. mai 2018
Revit - grundskeið | 7.-9. mai 2018
15. mai 2018
Retorikkur fyri leiðarar | 15. og 16. mai 2018
17. mai 2018
Photoshop - tey fyrstu fetini | 17. & 18. mai 2018
22. mai 2018
Hvat er pína? Hvussu kanst tú liva við pínu? | Kvøldskeið
Yvirlit