Financial Business Partner / Controllerútbúgving | Vár 2018 | 18 - 21. juni 2018


Ver vælkomin á okkara spennandi controllerútbúgving!




Eftirmeting | Heili 10,2


Vit brúka 13'skalain


Hvør kann luttaka?


Útbúgvingin vendir sær til tín, sum hevur royndir innan fíggjararbeiði og controlling innan privata vinnulívið ella tað almenna. 

Tú ynskir at fáa innlit í leiklutin sum Financial Business Partner fyri betur at kunna arbeiða saman við fíggjarstýringini og fyritøkuni/stovninum sum heild. Tú ynskir eisini at menna tín førleika og fáa innlit í øll aspekt av nútímans konsern-controlling í einum altjóða umhvørvi. 

Tú arbeiðir á einari fíggjar- ella roknskapardeild sum konsulentur, controllari, grannskoðari, ella kanska arbeiðir tú eisini við kundum, tænastu, sølu, brúkaravegleiðing og ráðgeving.

Tá tú hevur tikið útbúgvingina, hevur tú veruliga hækka tín førleika í búskaparfunktiónum. Hetta fer at hava við sær, at tú fert at klára teg enn betur í samanspælinum millum fíggjarstýringina og menningina av fyritøkuni/stovninum. Harafturat fært tú skapað tær eitt netverk, sum tú helst ikki finnur aðrastaðni.

Útbúgvingin er ment soleiðis, at bæði starvsfólk innan tað privata og tað almenna kunnu luttaka.



Undirvísari John Eli Andersson


Undirvísari verður John Eli Andersson, sum er royndur undirvísari og rithøvundur innan búskap og hevur undirvíst hjá m.a. Djøf í nógv ár, eitt nú á útbúgvingini Offentlig Controlling.

Hann er eksternur lektari á Ingeniørháskúlanum í Keypmannahavn og undirvísir m.a. á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn og á Syddansk Universitetscenter. 

John Eli hevur drúgvar arbeiðsroyndir sum stjóri og nevndarlimur í fleiri fyritøkum.

Um útbúgvingina


Tá tú ert liðug/ur við útbúgvingina, ert tú før/ur fyri at hava ein kompetentan og konstruktivan dialog við leiðsluna um, hvat skal til fyri at reka eitt virki/ein stovn fíggjarliga forsvarliga. Tú verður soleiðis betur før/ur fyri at gera relevantar frágreiðingar til leiðsluna og at velja út tey stýringsamboð, sum títt arbeiðspláss hevur tørv á. Tú fert at skilja betur, hvat tað vil siga at vera ein Financial Business Partner/Controller. 

Á útbúgvingini lærir tú eisini um ymiskar hættir at optimera mannagongdir og botnlinju, metodur til at tálma útreiðslunum og innlit í sáttmála-controlling umframt projekt-controlling.

Sigma Controlling er tó ikki ein partur av hesari útbúgving.



Hvat fært tú burturúr?



  • Tú fert at kunna vera við til – sum fíggjarstarvsfólk – at styrkja fatanina av, hvønn tørv fyritøkan/stovnurin hevur, og hvat tað er, sum skapar virði fyri eigarar og aðrar interessentar
  • Tú fert at vera før/ur fyri at eyðmerkja og vera við til at effektivisera týdningarmiklastu fíggjarligu mannagongdirnar, herundir at styrkja analysutilbúgvingina á deildini
  • Tú fert at kunna meta um, um amboð sum eitt nú ABC, Balanced Scorecard og variansanalysa kunnu nýtast hjá tykkum 
  • Tú fert at kunna meta um, hvussu rapporteringar til leiðsluna kunnu gerast í ymiskum støðum – herundir at meta um form, bygnað og innihald
  • Tú lærir at planleggja, raðfesta og fremja fíggjarstýring við serligum atliti til mál-, úrslita- og risikostýring
  • Tú fært innlit og vitan um controller sum hugtak og starvshátt, umframt leiklutin sum Financial Business Partner
  • Tú fært vitan um nógvar av metodunum og amboðunum hjá Financial Business Partner – bæði á privatum og almennum arbeiðsplássum. Eitt nú vitan til at seta fokus á menning og úrslit gjøgnum stýringsamboð
  • Tú verður før/ur fyri at eyðmerkja sterkar og veikar síður hjá arbeiðsplássinum, umframt at seta upp mál fyri succes/góð úrslit
  • Tú fært innlit í og vitan um, hvussu tú kanst eyðmerkja fellur og forðingar í broytingarprocessum
  • Tú fert at duga betur at leggja fram fyri leiðsluni og harvið at skapa eina felags fatan fyri stovnin/fyritøkuna
  • Harafturat fært tú amboð til at samskifta betur og til at loysa ósemjur


Innihald og formur


Á útbúgvingini nýtir undirvísarin skilabestu meginreglur fyri innlæring, við áhaldandi at skifta millum teori, venjingar og afturmeldingar. Undirvíst verður út frá cases, venjingum og heimaarbeiði.



Sí skránna her!

Spurningar


Hevur tú spurningar um útbúgvingina, ert tú vælkomin at venda tær til Ásu ella Anniku - tel. 227464/222355.


     
[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=Se4rtYJ1lk4]
Hoyr John Eli greiða frá útbúgvingini

Tilmelda

Kostnaður19.500,00 + mvg
,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

 




Praktiskt

Dagur: 18. - 21. juni 2018 | 09.00 - 16.00

Tilmeldingarfreist:
 25. mai 2018

Próvtøka:
 22. juni 2018 | 09.00 - 12.00*

*Legg til merkis viðv. próvtøkuni: Møguleiki er eisini at fáa próvtøkuspurningarnar heim við. Tá skal próvtøkan verða svarað í seinasta lagi  30. juni 2018. Hesin leistur verður nýttur í DK og í Grønlandi. 

Vit hava valt at lata luttakararnar velja, um teir ynskja at koma til próvtøkudagin tann 22. juni 2018 og fáa próvtøkuna avgreidda, ella um teir ynskja at lata próvtøkuspurningarnar inn 30. juni 2018.

Staður: Synergi, Rabarbuhúsið á Tvørgøtu 13, 100 Tórshavn. OBS! Nógvar trappur, sig frá, um tað er ein trupulleiki.

Undirvísari:
 John Eli Andersson | John Eli Andersson hevur undirvíst fyri Synergi í fleiri umførum. Hann fær sera góðar eftirmetingar. Tað er eisini hann, ið undirvísir á hesari útbúgving, ið verður bjóða út av Djøf í DK.

Mál:
 Danskt

Íroknað:
 Umframt undirvísing, íblástur og meirvitan fært tú tilfar og sjálvsagt okkurt til matna allar dagarnar.

Kostnaður:
 kr. 19.500 u/mvg. (kr. 24.375 v/mvg.)


 


Mai 2018

28. mai 2018
Bókhald frá grundini | 28. - 30. mai 2018
31. mai 2018
At leiða onnur uttan at vera (formellur) leiðari | 31. mai &

Juni 2018

04. juni 2018
Speglrefleks kamera | Kvøldskeið | 4. juni 2018
07. juni 2018
Nýggjur samráðingar teknikkur | Smartnership | 7. & 8. juni
08. juni 2018
Heilasmartur pedagogikkur | 8. juni 2018
11. juni 2018
Excel I - tey fyrstu fetini | 11. & 12. juni 2018
Yvirlit