Excel - víðka | 22. & 23. november 2017 | kl. 09.00-15.30


Kom í gongd við 
at nýta tær meiri 
avanseraðu funkurnar í Excel


Nógv av okkum, sum arbeiða dagliga við Excel, duga at nýta forritið soleiðis nøkulunda. Vit duga at brúka Excel til tey vanligu tingini. Men vit vita at Excel hevur nógv fleiri møguleikar enn tað, vit vanliga arbeiða við. Vit vita eisini, at vit kunnu gera arbeiðið nógv skjótari og meiri effektivt.

Ert tú ein av teimum sum dugur tað grundleggjandi í Excel? Og ert tú samstundis greið/ur yvir, at har eru funkur, sum tú heilt víst hevði havt stóra nyttu av at dugað, men sum tú ikki dugir, eitt nú tí tú ikki hevur havt stundir at seta teg inn í tað? So er hetta skeiðið júst nakað fyri teg. Og tað er faktiskt ikki so torført at læra :)





5 PLÁSS EFTIR!





Undirvísingarformur


Excel II er eitt tveir daga skeið og hetta merkir, at tú fært góða stundir til at læra allar tær nýggju og stuttligu og eitt sindur avanceraðu funkurnar. Eisini verða góðir møguleikar at spyrja. Undirvísingin gongur fyri seg partvíst "á talvuni", men eisini "hands-on". "Talvuundirvísing" gevur tær eitt gott yvirblik. Og fyri at tú skalt læra at brúka funkurnar sjálv/ur, so er eisini neyðugt hjá tær, at sleppa framat telduni. Tað er týdningarmikið, tí so minnist tú nógv betur, hvussu tú skalt gera tá tú kemur heim.

Á øllum okkara skeiðum brúka vit proffessionelt tilfar, tilfar sum er dagført og sum alla tíðina verður tillaga. Hetta merkir, at aftaná skeiðið eigur tú eina bók, sum kann hjálpa tær, tá tú verður í iva, hvussu tað var at onkur funka virkaði. Í bókini verða funkurnar nevnliga lýstar stig fyri stig, so tú ert ikki í iva, hvat tú skalt gera.



Endamál

Endamálið við skeiðinum er, at tú skalt læra at brúka tær meiri avanceraðu funkurnar í Excel. Funkur sum faktiskt ikki eru so torførar at læra. Serliga er tað gott at hava tveir dagar og ein góðan undirvísara, sum vil kunna læra teg at brúka tær avanceraðu funkurnar uppá tann lætta mátan. 



Á skránni

  • Vísa og tilpassa
  • Navn á cellum, formateringar
  • Alt um funktiónir (fx)
  • Finansiellar funkur
  • Tær snildu Pivottabellirnar
  • Scenarie og simuleringar, hvat-nú-hvis...
  • Professionel diagramm
  • Nýtsla av makro'um
  • Listar og databasur
  • Konsolidering
  • Skabelónir; hvussu kanst tú upprætta og brúka skabelónir í tínum arbeiði?
  • Hvussu leggur tú leinkjur inn frá Excel til Word?
  • Hvussu kanst tú seta t.d. diagram frá Excel inn í eina PowerPoint framløgu?
  • o.a.



Snøgt sagt, eitt skeið,
sum øll sum dagliga brúka Excel,
burdu tikið ;)


Hvør kann luttaka?

Hetta skeiðið er ment til og er eitt tilboð til brúkarar á Landsnet. Skeiðið vendir sær til tey, sum hava nýtt Excel í longri tíð, men ikki eru komin ordiliga í holt við at nýta tær meiri avanseraðu funkurnar í Excel. Funkur sum eru SERA hentar at duga.


Hvar verður skeiðið?

Skeiðið er partur av KT landsins og verður hildið í
Telduskúlastovuni á 1. hædd
á Gjaldstovuni 
á Argjum

 

... og ja, tað er í Albert Hall ;)



Spurningar?


Hevur tú spurningar, so vend tær endiliga til Ásu hjá Synergi - asa@synergi.fo | tel. 227464.


Kostnaður 


Skeiðið kostar;) Sí kostnaðin á skeiðsskránni hjá Gjaldsstovuni;)



OBS! OBS! 
Sí burtur frá rokningini, tá tú teknar teg!

Altso... skeiðið er tíverri ikki ókeypis, hóast tað stendur 0,0 kr. niðanfyri ;). 

Okkara skipan er skrúva soleiðis saman, at tá tú hevur teknað teg, kemur ein rokning fram á skermin. Hesa rokning skalt tú síggja burtur frá, tí Synergi avroknar beinleiðis við Landsnet, sum so avroknar við stovnin hjá tær. 

Legg til merkis, at tað er bindandi tilmelding. Fært tú ikki møtt sjálv/ur, ber tó væl til at bjóða plássið til ein starvsfelaga.


Ert tú í iva, ring til Ásu hjá Synergi, 227464.







Tilmelda

Kostnaður0,00 + mvg
,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini