Excel víðka | 1. & 2. mars 2018


Kom í gongd við
at nýta tær meiri
avanseraðu funkurnar í Excel


Nógv av okkum, sum arbeiða dagliga við Excel, duga at nýta forritið soleiðis nøkulunda. Vit duga at brúka Excel til tey vanligu tingini. Men vit vita at Excel hevur nógv fleiri møguleikar enn tað, vit vanliga arbeiða við. Vit vita eisini, at vit kunnu gera arbeiðið nógv skjótari og meiri effektivt.

Ert tú ein av teimum sum dugur tað grundleggjandi í Excel? Og ert tú samstundis greið/ur yvir, at har eru funkur, sum tú heilt víst hevði havt stóra nyttu av at duga - men sum tú ikki dugir - eitt nú tí tú ikki hevur havt stundir at seta teg inn í tað?

So er hetta skeiðið júst nakað fyri teg.

Og tað er faktiskt ikki so torført at læra :)


Hetta skeiðið hevur
í eftirmetingunum fingið heili
10,5

í miðal eftir 13'skalanum



Góðir møguleikar at spyrja


Excel II er eitt tveir daga skeið og hetta merkir, at tú fært góða stundir til at læra allar tær nýggju og stuttligu og avanceraðu funkurnar. Eisini verða góðir møguleikar at spyrja. Undirvísingin gongur fyri seg partvíst "á talvuni", men eisini "hands-on".

"Talvuundirvísing" gevur tær eitt gott yvirblik. Og fyri at tú skalt læra at brúka funkurnar sjálv/ur, so er eisini neyðugt hjá tær, at sleppa framat telduni. Tað er týdningarmikið, tí so minnist tú nógv betur, hvussu tú skalt gera tá tú kemur heim.


 

Tilfar - stig fyri stig


Á øllum okkara skeiðum brúka vit proffessionelt tilfar, tilfar sum er dagført og sum alla tíðina verður tillaga. Hetta merkir, at aftaná skeiðið eigur tú eina bók, sum kann hjálpa tær, tá tú verður í iva, hvussu tað var at onkur funka virkaði. Í bókini verða funkurnar nevnliga lýstar stig fyri stig, so tú ert ikki í iva, hvat tú skalt gera.


 

Office 2016 


Undirvíst verður í Offcie 2016, men um tú hevur Office 2013, so fært tú eisini nógv burturúr at koma á skeiðið, tí Office 2013 og Office 2016 líkjast ógvuliga nógv.

Á hesum skeiðinum verður undirvíst í 2016. Flestu funkurnar eru tó eisini í 2013 og enntá 2010 versiónini.



Málbólkur


Skeiðið vendir sær til tey, sum hava nýtt Excel í longri tíð, men ikki eru komin ordiliga í holt við at nýta tær meiri avanseraðu funkurnar í Excel. Funkur sum eru SERA hentar at duga.


 

Á skránni


  • Vísa og tilpassa
  • Navn á cellum, formateringar
  • Alt um funktiónir (fx)
  • Finansiellar funkur
  • Tær snildu Pivottabellirnar
  • Scenarie og simuleringar, hvat-nú-hvis...
  • Professionel diagramm
  • Nýtsla av makro'um
  • Listar og databasur
  • Konsolidering
  • Skabelónir; hvussu kanst tú upprætta og brúka skabelónir í tínum arbeiði`
  • Hvussu leggur tú leinkjur inn frá Excel til Word?
  • Hvussu kanst tú seta t.d. diagramm frá Excel inn í eina PowerPoint framløgu?


Undirvísari: Tummas Jacobsen


Tummas er ein sera dugnaligur undirvísari. Hann hevur undirvíst í fleiri ár fyri Synergi og hann fær sera góðar eftirmetingar. Hetta merkir, at tú kanst verða 100% vís í, at tú fært eina góða undirvísing. Og tú kanst verða 100% sikkur uppá, at tá tú ert í iva um eitthvørt á skeiðinum, so vil Tummas svara tær, soleiðis at tú skilur. Og tað er óansæð á hvørjum støðið tú ert á.

Umframt at hava undirvíst í fleiri ár, so hevur Tummas sjálvur brúkt Excel í sínum arbeiði, eitt nú sum bókhaldari. Hetta merkir, at hann dugur ikki einans funkurnar í Excel, men dugur væl at seta seg inn í tína støðu og hvat tú hevur tørv á og tá er nógv lættari hjá tær at fáa undirvísing frá honum.


 


Tilmelda

Kostnaður3.956,00 + mvg
,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

 




Praktiskt


MAX. 12 luttakarar

Dagur

1. & 2. mars 2018, kl. 9.00-15.30

Staður
Synergi, Rabarbuhúsið á Tvørgøtu 13, 100 Tórshavn. OBS! Nógvar trappur, sig frá um tú hevur trupult við at ganga í trappum

Undirvísari
Tummas Jacobsen

Mál
Føroyskt

Teldur
Undirvísingarteldur eru á staðnum, so tað er ikki neyðugt at hava egna teldu við

Kostnaður
Kr. 3.956,00 + mvg (kr. 4.945 v/mvg)

Íroknað
Umframt undurvísing, íblástur og meirvitan fært tú tilfar og sjálvsagt okkurt til matna


 

Eftirmeting: 10,5 


Skeiðið fekk 10,5 í miðal í eftirmetingini. Hetta er eftir 13'skalainum.


Luttakarar siga >>


"Tað var lætt at fylgja við, positiv og livandi undirvísing - sum fevndi um nógv."

"Ein sera góður undirvísari."

"Innihaldið í forritinum, ið er sera viðkomandi fyri einhvørja framkomna skrivstovu/umsiting."

"Haldi ikki nakað var sum ikki var gott nokk."

   


November 2017

27. november 2017
Lær grundstingini í broderí til føroysk klæðir| Kvøldske
28. november 2017
PowerPoint | 28. november 2017 | kl. 09.00-12.00
29. november 2017
HR-Løgfrøði | Modul 5 | Sjúkrafrávera | 29. november 2017
30. november 2017
Excel I - tey fyrstu fetini | 30. november & 1. desember 2017

Desember 2017

05. desember 2017
Outlook | 5. desember 2017 | kl. 09.00-12.00
05. desember 2017
Lær at gera fotobók | Kvøldskeið | 5. desember 2017
Yvirlit