Okkara undirvísari Trine Kolding er sera dugnalig. Tað er skjótt tú sparir skeiðið innaftur.

Effektivur arbeiðsdagur og persónlig planlegging | 19 februar 2018


Seinast fekk hetta skeiðið heili

10,9 í miðal

eftir 13'skalanum!

TILMELDINGARFREIST: 5. FEBRUAR 2018


Soleiðis raðfestir tú uppgávurnar
og brúkar 
tíðina rætt


  • Veitst tú ikki, hvar tú skalt byrja, tá tú kemur til arbeiðis?
  • Er innbakkin fullur og borðið somuleiðis?
  • Verður tú ofta forstýra av hastiuppgávum hjá øðrum, meðan tú situr og roynir at arbeiða teg niður í bunkanum?
  • Fært tú ofta boð at koma við á fundir, sum tú kanska ikki nýtist verða við til?
  • Hevur tú fult av øllum møguligum uppgávum, sum allar sýnast at hasta?

Brúka bara ein dag...


... og fá kekk uppá arbeiðsuppgávurnar

Svarar tú ja til nakrar av spurningum omanfyri, er skeiðið um persónliga planlegging og effektivitet júst nakað fyri teg.


Tú fer at arbeiða við tínar egnari støðu...

...so tú beinanvegin aftaná skeiðið kanst fara í gongd við at brúka tað, tú hevur lært.


Tí skalt tú koma á skeiðið...


 

Tá skeiðið er liðugt, ivast tú ikki í, hvørjar arbeiðsuppgávur hjá tær eru mest umráðandi at avgreiða. Tú hevur lært, hvussu tú skalt raðfesta miðvíst, og tú dugur at leggja eina ætlan, sum heldur.

Harumframt fært tú eina rúgvu av góðum ráðum um, hvussu tú skapar fokus og minkar um tað, sum avbrýtur teg í arbeiðsdegnum, eitt nú fólk, sum ynskja tína hjálp, telefonin sum ringir og mailar sum allatíðina tikka inn.



Skrá


  • Gev heilanum bestu arbeiðskor
  • Hvussu greið eru tíni mál
  • Tíðaroptimistur, tíðarrealistur ella tíðarpessimistur – hvør ert tú?
  • Tíðarskráseting – gev tínari planlegging eitt serviceeftirlit
  • Tínar styrkir og menningarmøguleikar óansæð hvør tíðartypa tú ert
  • To-do listin - frá ynskilista til verulig arbeiðsamboð
  • Íblástur til tíðarrealistiska planlegging í tínum arbeiðsdegi
  • Raðfesting – brúka tíðina uppá tað rætta
  • Hoyr um hví hastiuppgávur faktiskt ikki altíð hasta
  • Fá eina greiða mynd av, hvussu tú raðfestir nú og í framtíðini
  • Ein vifta av strategium at styrkja tín raðfesting
  • Væntanarsamsvar – spar eina rúgvu av tíð við at seta røttu spurningar
  • Spar fleiri tímar um vikuna! Tips og triks til økt fokus og miðsavnan
  • Fokustíð, slepp av við freistingarnar og hav kjekk uppá innbakkan
  • Nýggjir vanar – hvat skal til?
  • Tín strategi til ein effektivan arbeiðsdag
  • Uppfylgjan í innbakkanum í 2 mánaðir aftaná skeiðið



Sparir tú bert fáar tímar um vikuna,
hevur tú skjótt tjent skeiðið innaftur...


Fært tú optimera tíðina við bert fáaum tímum um vikuna, hevur tú longu spart skeiðið innaftur. Skeiðið er ein lítil men langsikta íløga, sum fer at geva tær virðið frá fyrsta degi.



Endamál


Skeiðið ger teg meiri tilvitaða/n um, hvussu tú brúkar tína tíð. Tú fært góð amboð, so tú hevur betri yvirlit yvir tínar uppgávur. Hetta fer at gera tað lættari hjá tær at raðfesta rætt og planleggja tína tíð og arbeiðsuppgávur.




Fyrireiking - fá mest møguligt burturúr


Fyri at tú skalt fáa mest møguligt burturúr skeiðinum, og veruliga koma langt í tíni tíðarplanlegging, so fært tú tvær minni uppgávur áðrenn skeiðið, umfram at tú í 2 mánaðir aftaná skeiðið fært nakrar teldupostar, sum hjálpa tær at halda fast í tí, tú hevur lært. Hetta er ikki nakað sum tekur nógva tíð:).



Trine Kolding - skeiðsleiðari


Er ein livandi undirvísari, sum fær sera góðar eftirmetingar. Hon er rithøvundur og undirvísari við spesiali í persónligari planlegging og effektiviteti. Hon hevur undirvíst í evninum í nógv ár. Áðrenn hon gjørdist sjálvstøðug, arbeiddi hon sum projekt- og teamleiðari á Teknologisk Instistut.

Hon hevur skrivað 5 bøkur um effektivitet og verður ofta brúkt sum spesialistur í donsku miðlunum. Hon er útlærd á Copenhagen Business School og Danmarks Pædagogiske universitet.


 


 

Tilmelda

Kostnaður4.795,00 + mvg
,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

 




PRAKTISKT


Luttakaratal: Max. 25

Dagur
19. februar 2018, kl. 9.00-16.00

Tilmeldingarfreist:
5. februar 2018 kl. 12:00

Staður
Tórshavn


Undirvísari
Trine Kolding

Mál
Danskt

Kostnaður
kr. 4.795,20 + mvg (kr. 5.994 v/mvg)

Íroknað
Umframt undirvísing, íblástur og meirvitan fært tú tilfar og sjálvsagt okkurt til matna.




Luttakarar á skeiðinum:

"Entusiastiskur og sera inspirerandi undirvísari. Fjølbroyttur undirvísingarháttur. Væl valt innihald."

Sigrun Wardum, Javni

"Undirvísarin megnaði at geva okkum avbjóðingar, uttan at vit kendu ótta ella stúran fyri at avdúka manglandi førleika í tí, sum undirvíst var í. Har var ikki nógv at finnast at."

Odd Færø, SEV

"Eg eri kanska eitt sindur inhabil, men eg luttók sjálv á skeiðinum og eg haldi at eg fekk sera nógv burturúr. Fleiri ting havi eg longu broytt. T.d. havi eg fjerna notifikatiónir á t-postinum og eg tjekki ikki mail alla tíðina, sum eg plagdi. Hon greiddi eisini frá, at multitasking er nógv minni effektivt, enn single tasking. Tað hevur man hoyrt fyrr, men á skeiðinum gjørdu vit eina test og fingu sjón fyri søgn. Tað tók dupult so langa tíð!!! Simpulthen. So eg fari at leggja meg eftir at single taska, tí eg eri hervilig til at multitaska."

Ása, Synergi

"Nomið varð við fleiri relevant evni, enn eg hevði væntað."
NN

 

 


November 2017

27. november 2017
Lær grundstingini í broderí til føroysk klæðir| Kvøldske
28. november 2017
PowerPoint | 28. november 2017 | kl. 09.00-12.00
29. november 2017
HR-Løgfrøði | Modul 5 | Sjúkrafrávera | 29. november 2017
30. november 2017
Excel I - tey fyrstu fetini | 30. november & 1. desember 2017

Desember 2017

05. desember 2017
Outlook | 5. desember 2017 | kl. 09.00-12.00
05. desember 2017
Lær at gera fotobók | Kvøldskeið | 5. desember 2017
Yvirlit