Effektiv og góð fundarleiðsla | 18. september 2017


Hevur tú ábyrgd av fundum?



Kom á skeið
og fá uppskriftina uppá góða fundarleiðslu


Vit vita tað væl. At tað er umráðandi, at øll føla, at tíðin, tey brúktu til fundin, var væl givin út. At hon var neyðug og at tey veruliga fingu nakað burturúr at vera við á fundinum. Men ofta haltar kortini.

Vit hava ikki gjørt okkum greitt hvussu týdningarmikið tað er, 

 

  • at fundurin er væl fyriskipaður, 
  • at tað eru tey røttu fólkini ið luttaka, 
  • at sjálvur fundurin verður væl stýrdur og 
  • at man fylgir upp uppá tær avtalur og avgerðir, ið tiknar vóru á fundinum.

 


Lær at seta rammuna um fundin


Á skeiðinum verður arbeitt við at skipa ein góðan, konstruktivan fund. Arbeitt verður við hugtøkunum pre – frame og de – frame, sum vísa til, at tað er umráðandi at seta rammuna um fundin, bæði áðrenn fundin, ímeðan fundurin er og til at enda fundin við.


Effektiv fundarleiðsla



Innihald:

  • Pre – framing – hvat er tað?
  • De – framing – hvat er tað?
  • Fundarinnkalling – hvør og hvat skal við?
  • Fundarskrá – hvussu verður hon bygd upp á besta hátt?
  • Hvussu brúka vit skránna?
  • Hvussu skildra vit fundarevnini sundur og seta tey saman eftir tema?
  • Rammur um fundin, sum heild
  • At taka saman um - Hvussu gera vit eitt gott fundarreferat og hvat kann referatið brúkast til?
  • At – gera (to do) listi - Hvussu gera vit ein slíkan lista og hvussu brúka vit hann at tryggja, at tað, vit hava avtalað á fundinum veruliga verður gjørt?
  • Skipa framhaldsviðgerð
  • Vit nema eisini við, hvønn sosialan týdning ein fundur hevur, og hvussu man kann brúka fundir til at koma at kennast betri


Málbólkur


Fólk, ið hava ábyrgd av fundum, fyrireika fund, innkalling, stýring, uppfylging vm. umframt fólk við áhuga í evninum.


Endamálið við skeiðinum


Er at læra at effektivisera fundir, soleiðis at sum mest kemur burturúr, bæði arbeiðsliga og

sosialt. Hetta er sera relevant, av tí at stórur partur av arbeiðstíð okkara fer við at hava

fundir.


Undirvísari


Siri Tórgarð er útbúgvin innan organisatión, samskifti og leiðslu frá Københavns universitet. Harumframt er hon útbúgvin innan facilitering, konflikthandfaring og mekling. Eisini hevur Siri tikið eina útbúgvning sum coach frá Manning Inspire.

Siri hevur m.a. arbeitt hjá A.P. Møller - Mærsk innan HR øki, hjá TAKS innan HR og samskifti, hjá Reyða Krossi sum dagligur leiðari og í nógv ár hjá CISV við sjálvbodnari leiðslu og skeiðsvirksemi.







Tilmelda

Kostnaður3.200,00 + mvg
,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

 




PRAKTISKT


Dagur

08. februar, kl. 9.00-15.30 ÚTSELT!

18. september, kl. 09.00-15.30 PLÁSS

Tilmeldingarfreist:
14. september 2017

Staður
Synergi, Rabarbuhúsið, Tvørgøta 13, Tórshavn

Undirvísari
Siri Tórgarð

Mál
Føroyskt

Kostnaður
kr. 3.200 + mvg (kr. 4.000 v/mvg)

Íroknað
Umframt undirvísing, íblástur og meirvitan fært tú tilfar og sjálvsagt okkurt til matna.

   


November 2017

27. november 2017
Lær grundstingini í broderí til føroysk klæðir| Kvøldske
28. november 2017
PowerPoint | 28. november 2017 | kl. 09.00-12.00
29. november 2017
HR-Løgfrøði | Modul 5 | Sjúkrafrávera | 29. november 2017
30. november 2017
Excel I - tey fyrstu fetini | 30. november & 1. desember 2017

Desember 2017

05. desember 2017
Outlook | 5. desember 2017 | kl. 09.00-12.00
05. desember 2017
Lær at gera fotobók | Kvøldskeið | 5. desember 2017
Yvirlit