Connie Nissen: Sansaintegratión hjá børnum | 14. mars 2019

- og teirra sansamotoriska menning, umframt stóra tørv á góðum samanspæli 



Vælkomin til eitt spennandi skeið um sansaintegratión (SI) hjá børnum og teirra sansamotorisku menning og stóra tørv á góðum samanspæli.

Fokus verður á børn millum 0 til 7 ár.


Luttakararnir seinast siga:



"Connie Nielsen hevur nógva erfaring og dugir sera væl at greiða frá evninum.
Hon hevur nógv viðkomandi, greið, og lýsandi dømir at koma við."

"Evnið var sera relevant og undirvísarin var fantastisk."

11,5 í miðal eftir 13'skalanum 


"Haldi at tað er gott at skipa verður fyri sovorðnum skeiðum, man fær brúkt.
Haldi sjálv at eg dugði at síggja, mun á børnunum eftir stutta tíð, 

við eitt sindur av sansamenning."

"Stuttligt at hoyra ein fakpersón viđ so nógvum royndum, deila sína vitan."



Formur og innihald

Dagurin verður skipaður sum ein blanding ímillum teori og praksis.

Á skránni:

  • Hugtøkini sansamotorikkur og sansaintegratión verða gjøgnumgingin og sett í ein samanhang, soleiðis at tað kann nýtast í dagliga arbeiðinum við børnum
  • Neyvlýsing av hvønn tørv børn hava á tøttum sambondum og góðum tilknýti
  • Ein stutt teoretisk innleiðsla um heilan við fokus á kensluliga handfaring, tilknýti og sambond
  • Hvussu kann "vakinheitsstøði"(arousal) hjá børnunum (arousal) hanga saman við sambondum og handfaring av kenslum?
  • Hvørjar avleiðingar kann tað hava fyri okkum, tá nøkur børn hava trupulleikar við at handfara kenslur. 

Ígjøgnum skeiðið verða nógv dømir um, hvussu atburður, lag, motorisk menning og læring hjá børnunum kann verða ávirka av nevndu evnum.

Eisini verða venjingar, har vit fara at royna teoriina í verki.


Undirvísari | Connie Nissen

Connie Nissen er barnaergoterapeut og hevur í 27 ár arbeitt við børnum við trupulleikum við:

  • sansaintegratión
  • motoriskari menning
  • kropsligum uppmerksemi
  • innlæring
  • samstarvi
  • vm.

Dagurin gevur...

...íblástur til námsfrøðiliga siðvenju og vitan um amboð og bókmentir innan økið. Harafturat fært tú íblástur til, hvussu tú kanst gera eitt metingaruppskot um, hvat barnið kann sansamotoriskt og hvussu tú metir um, hvat virkar avbjóðandi uppá einstaka barnið.

 

Málbólkur

Skeiðið vendir sær til tey, sum arbeiða við børnum í aldrinum 0-7 ár.

 

Eitt nú:

  • Námsfrøðingar
  • Hjálparfólk
  • Ergoterapeutar
  • Fysioterapeutar
  • Sálarfrøðingar
  • Heilsusystrar
  • v.fl.

Tilmelda

Kostnaður1.184,00 + mvg
,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

 




Praktiskt 


Dagar
14. mars 2019

Klokkan

kl. 09.00-15.30. 

 
Staður
Tórshavn - stað verður upplýst seinni
Undirvísari

Connie Nissen

Undirvísingarmál
Danskt

Kostnaður
kr. 1.184,00 u/mvg.  (kr.  1.480,00 v/MVG)
Stovnar og fyritøkur fáa mvg. aftur!

Íroknað

Umframt undirvísing, íblástur og meirvitan fært tú tilfar og sjálvsagt okkurt gott til matna (morgunmat kl.10, lættan frokost kl. 12 og seinnapartsakaffi) 


Mai 2018

28. mai 2018
Bókhald frá grundini | 28. - 30. mai 2018
31. mai 2018
At leiða onnur uttan at vera (formellur) leiðari | 31. mai &

Juni 2018

04. juni 2018
Speglrefleks kamera | Kvøldskeið | 4. juni 2018
07. juni 2018
Nýggjur samráðingar teknikkur | Smartnership | 7. & 8. juni
08. juni 2018
Heilasmartur pedagogikkur | 8. juni 2018
11. juni 2018
Excel I - tey fyrstu fetini | 11. & 12. juni 2018
Yvirlit