Bókhald frá grundini | 28. - 30. mai 2018


Kom við til eitt av okkara populerastu skeiðum
Seinast var útselt! 


Kom og lær teg bókhald frá grundini uppá 3 dagar, eingin forkunnleiki krevst


Kundi tú hugsað tær at fingið innlit í bókhald heilt frá grundini? At lært um debet og kredit, kassaroknskap, MVG, vøruroknskap, kontobygnað o.m.a.? Uppá 3 dagar lærir tú tað grundleggjandi, so tú kanst koma í gongd.

Tú lærir øll tey vanligu grundleggjandi bókhaldshugtøkini. Tvs. líka frá hvat debet og kredit er til kontobygnað, kassaroknskap, skuldarar, ognarar, MVG, roknskaparuppseting v.m.



Egið virkið? Arbeiðir tú við bókhaldi? Í banka? Á skrivstovu?


Skeiðið er sera viðkomandi fyri teg, um tú hevur hevur egið virkið, arbeiðir á skrivstovu ella um tú kundi hugsað tær at arbeitt við bókhaldi ella á skrivstovu. Eisini er skeiðið gott fyri teg, um tú bara kundi hugsað tær at fríska vitanina upp ella koma nærri bókhaldshugtøkunum.

Skeiðið krevur ongan forkunnleika - undirvíst verður á byrjanarstøði, so øll kunnu vera við.


Úrtøka


Tú fært grundleggjandi fatan um bókhald og aftaná skeiðið ert tú nógv betur før/ur fyri at arbeiða við bókhaldi og kanst fara í gongd við evt. egið minni bókhald. Á skeiðinum sleppur tú m.a. at royna at bóka í føroysku bókhaldsskipanini Sirius, sum fleiri bókhaldarar brúka.


Brellbitar úr skránni

  • Grundleggjandi fatan av bókhaldi
  • Góðan bókhaldssiður og týdningin av regluligum bókhaldsarbeiði
  • Dupulti bókhaldshátturin (Ogn, Skuld, Eginpeningur, Kontohugtakið)
  • Kontobygnaður
  • Vøruroknskapur og kostnaður í handilsvirkjum
  • Kassaroknskapur
  • MeirVirðisGjald
  • MVG-Ognarar og Skuldarar
  • Roknskaparuppgerð og roknskaparuppseting

Undirvísari: Tummas Jacobsen

Tummas Jacobsen hevur drúgvar royndir sum undirvísari og hann er sera væl dámdur. Eftirmetingarnar eru í top. Synergi hevur havt samstarv við Tummas í fleiri ár, ma. undirvísir hann á okkara vælumtóktu Excel skeiðum. Eisini hava vit fleiri ferðir havt bókhaldsskeið, har hann hevur undirvíst. Eisini her, fær hann top eftirmetingar. 

Hjá Tummas kanst tú verða 100% vís/ur í, at tá tú ert í iva um eitthvørt á skeiðinum, so vil hann svara tær, soleiðis at tú skilur tað. Og tað er óansæð, hvørjum støðið tú ert á frammanundan. 

Umframt at undirvísa, so arbeiðir Tummas sum eitt nú bókhaldari. Hetta merkir, at hann dugur ikki einans allar funkurnar í einum bókhaldsprogrammi ella alt tað teoretiska, men hann dugur eisini væl alt tað praktiska rundan um eitt bókhald, at seta seg inn í tína støðu og hvørjum tú hevur tørv á. Og tá er nógv lættari hjá tær at fáa undirvísing frá honum.



Tilmelda

Fulltekna





Praktiskt 

Skeiðið er fullteknað!

Dagar
28., 29. og 30. mai 2018 | kl. 09.00 - 15.30 

Kostnaður

Kr. 6.895 + mvg. (kr. 8.618,75 v/mvg.)


Staður
Synergi, Rabarbuhúsið á Tvørgøtu 13, 100 Tórshavn. OBS! Nógvar trappur, sig frá um tú hevur trupult við at ganga í trappum.

Undirvísari
Tummas Jacobsen

Mál
Føroyskt

Teldur
Undirvísingarteldur eru á staðnum, so tað er ikki neyðugt at hava egna teldu við.

Kostnaður
kr. 6.895 + mvg. (kr. 8.618,75 v/mvg.)

Íroknað

Umframt undirvísing, íblástur og meirvitan fært tú tilfar og sjálvsagt okkurt til matna.    


Mai 2018

28. mai 2018
Bókhald frá grundini | 28. - 30. mai 2018
31. mai 2018
At leiða onnur uttan at vera (formellur) leiðari | 31. mai &

Juni 2018

04. juni 2018
Speglrefleks kamera | Kvøldskeið | 4. juni 2018
07. juni 2018
Nýggjur samráðingar teknikkur | Smartnership | 7. & 8. juni
08. juni 2018
Heilasmartur pedagogikkur | 8. juni 2018
11. juni 2018
Excel I - tey fyrstu fetini | 11. & 12. juni 2018
Yvirlit