Barnayoga, massasja og meditatión til børn | 26. & 27. oktober 2017



  • Arbeiðir tú við børnum?
  • Hevur tú áhuga fyri yoga, massasju og/ella meditatión?

So er hetta skeiðið nakað fyri teg.


Bert 2 pláss eftir!


Fá amboð til at gera yoga, massasju og meditatión við børnum


Á skeiðinum fært tú ítøkilig amboð til at gera yoga, massasju og meditatión við børnum. Tú fært eisini eina innleiðslu í at nýta Panda Pelle Univers, eina app við yoga og mindfulness, sum sum tit kunnu fáa hugskot frá, til at koma í gongd á stovninum.

Skeiðið vendir sær til námsfrøðingar, lærarar og onnur fakfólk, sum arbeiða við børnum. 

Skeiðið snýr seg um børn í aldrinum 3 til 8 ár, og dentur verður lagdur á bæði ástøði og royndir, har tú fært ítøkilig amboð til at nýta Panda Pelle Univers saman við børnunum í gerandisdegnum. 

Tú fært undirvísing í yoga, massasju og meditatión, sum vart tú eitt barn, men luttakararnir skulu eisini sjálvi royna at undirvísa hinum luttakarunum seinna dagin. Luttakararnir fáa eitt kompendium, sum teir kunnu nýta aftan á skeiðið.

Royndirnar hjá Gitte - undirvísaranum - eru, at tann vaksni hevur stóra ábyrgd, tá tað kemur til huglag og samband. Tí arbeiða vit eisini við, hvussu tit eru. Tá tú arbeiðir við venjingunum, er tað eisini einfaldari at bera tær víðari til børnini. Eykavinningurin er, at tú sjálv/ur fert at føla minni strongd, innari frið og gleði. Harvið fært tú eisini størri arbeiðsgleði og eitt betri læringsumhvørvi.




Yoga við tema frá gerandis-degnum hjá barninum 


Yoga við børnum verður gjørt við spæli, dramatisering, týðandi temum frá gerandisdegnum hjá barninum (vinalag, arbeiðsbyrða, happing, einsemi o.s.fr.) og vitan um náttúru, anatomi og kenslulív. Sostatt eru grundleggjandi førleikarnir hjá barninum útgangsstøðið: hjarta, kroppur, andadráttur, tilvitan og kreativitetur. Samstundis verður barnið tilvitað um seg sjálvt og hvussu tað virkar, og fær møguleika at tosa um tey evni, sum tað baksast við.





Neyðugt at hugsa nýtt


Yoga og meditatión eru í brennideplinum fyri tíðina, eisini til børn. Kanningar benda á, at yoga og meditatión hava góða ávirkan á trivnaðin hjá børnum – og øll vita, at børn í javnvág læra meira.

Vit hava úr at gera í gerandisdegnum, har dentur verður lagdur á framleiðslu og hart arbeiði. Í mong ár hava alsamt fleiri foreldur stríðst við at fáa alt at mala runt. Tíverri fylgja børnini við í hesari menningini, og tað sæst týðiliga í talinum á børnum við diagnosum, og eisini í talinum á børnum við strongd. 

Í sambandi við donsku skúlaábótina, har bæði fakligu og sosialu krøvini til næmingarnar eru størri enn nakrantíð, er tað blivið tyngri at vera ung/ur í dagsins skúlum. Undirvísarin - Gitte - heldur at tað er neyðugt at hugsa nýskapandi til tess at ganga børnunum á møti og menna tey, so tey kunnu rúma teimum nógvu sansaávirkanunum og krøvunum, sum tey uppliva. Gitte heldur, at yoga kann vera svarið. Kom á skeiðið og lær hvussu tú kanst brúka yoga saman við børnunum. 



Yoga er øðrvísi enn onnur rørsla og ítróttur


Yoga til børn og ung er øðrvísi enn onnur rørsla og ítróttur, við tað at yoga júst gevur møguleika fyri at arbeiða við rørslum, kenslum og tilvitan um eina leið út frá útgangsstøðinum hjá einstaklinginum, samstundis við at tað skapar eitt betri læringsumhvørvi. Tí hevði tað verið náttúrligt at havt yoga við í undirvísingini á stovnum og skúlum.



Panda Pelle Univers - ein app til teldil


Til børn í barnagørðum/innskúlingini hevur Gitte ment Panda Pelle Univers, har Panda Pelle ger siðbundnar yogastøður (asanas), andadrátsvenjingar, avspennings- og visualiseringsvenjingar við børnunum. Panda Pelle Univers er gjørt sum app, sum kann nýtast á iPad og teldli, so tit kunnu gera yoga hvønn dag. Appin er gjørd, so at bæði børn og fakfólk kunnu brúka hana. Sostatt hevur Panda Pelle Univers fleiri nýtslumøguleikar.

Panda Pelle Univers kann eisini nýtast heima í familjuni, so at familjurnar kunnu nýta nøkur av somu amboðunum, sum tit nýta í gerandisdegnum. Enn finst appin tó bert á donskum, so á skeiðinum fært tú innleiðslu í at nýta hana og kanst brúka hana sum íblástur. 



Málbólkur


Skeiðið er fyri teg, sum er námsfrøðingur, lærari ella annað fakfólk, sum hevur hug at nýta yoga, massasju og meditatión sum partur av gerandisdegnum við børnunum. Tað kann vera í tímunum, stuðlandi undirvísing, sum smáir steðgir ella fyri einstaka barnið, sum hevur tørv á persónligum steðgum og friði.
Tað er ein fyrimunur, um tú longu hevur royndir við yoga og mediatión, men tað er ikki eitt krav fyri at kunna vera við. Tað hevur størri týdning, at tú hevur hug at nýta rørslur og at bjóða innara barni tínum av til spæl. 


Á skránni


  • Yogaheimspeki og -søgu
  • Anatomi, menning og kropstilvitan hjá barninum
  • Nervalag og ávirkan av oxytocin
  • Hvussu ein yogatími er uppbygdur
  • Yogastøður og spøl, fyri einstaklingar og bólkar alt eftir aldri á barninum
  • Andadrátsvenjingar
  • Massasjur
  • Meditatión
  • Hvussu appin Panda Pelle Univers verður nýtt í gerandisdegnum

Undirvísingin er sett saman av ástøði og royndum, har tað eisini verða smærri bólkauppgávur. Dagarnir enda við at vísa, hvat tit hava lært, við at undirvísa hinum luttakarunum.

Tú skalt hava klæðir við, sum tú kanst røra teg í.

Undirvísari: Gitte Steen-Thøde


Gitte Steen-Thøde er útbúgvin 4 ára psykoterapetur, læknaexam. fysiurgiskur massørur og barnayogalærari. Við ynskinum um at stuðla børnum í menningini og at skilja kropp og kenslur hevur hon granskað í, hvussu hetta best verður gjørt. Tí hevur hon ment Panda Pelle Univers. Appformurin ger Panda Pelle Univers einfalt at nýta. 

Síðan 2015 hevur hon undirvíst í Panda Pelle Univers í barnagørðum og skúlum, og hetta hevur havt stóra ávirkan á børnunum. 

Gitte undirvísir við einari holistiskari menniskjaáskoðan og leggur dent á at síggja tilfeingið hjá tí einstaka. Lívið skal vera stuttligt og fult av látri og kærleika.




”Børnini hava verið sera glað fyri at gjørt yoga og hava glett seg til hvørja ferð.
Vit vaksnu hava sæð á børnunum, at teimum dámdi at gera yoga,
og at tey aftaná hava verið avslappað.
Vit hava nógv ófriðarlig børn,
sum hava havt góða úrtøku av stillu løtuni,
tey hava fingið við yoga.”

- 0. A og 1. A, Mellervangskolen




Onnur hyggja eisini eftir hesum >>


Tilmelda

Kostnaður3.300,00 + mvg
,   
,    ,   
**
** Fyri at fara víðari í tilmeldingini, mást tú játtað, at tú góðtekur at talan er um bindandi tilmelding. Fært tú forfall er tú tó sjálvandi vælkomin at senda annan persón. Sí avlýsingartreytirnar her!

Tasta inn í feltið tey tekn tú sært á myndini

 




Praktiskt


MAX. 18 luttakarar! 

Dagur: 

26. oktober 2017 | kl. 09.00-17.00

27. oktober 2017 | kl.  09.00-14.45

Miðmáli er kl. 12.30-13.00

Staður: Kimi, Yviri við Strond 21, 100 Tórshavn

Undirvísari: Gitte Steen-Thøde

Mál: Danskt

Kostnaður:  3.300,00 kr. + mvg. (4.125 kr. v/mvg.) 

Íroknað: Umframt undirvísing, íblástur og meirvitan fært tú tilfar og sjálvsagt okkurt til matna.

At hava við: Yogamáttu og klæðir sum tú kanst røra teg í. 




November 2017

27. november 2017
Lær grundstingini í broderí til føroysk klæðir| Kvøldske
28. november 2017
PowerPoint | 28. november 2017 | kl. 09.00-12.00
29. november 2017
HR-Løgfrøði | Modul 5 | Sjúkrafrávera | 29. november 2017
30. november 2017
Excel I - tey fyrstu fetini | 30. november & 1. desember 2017

Desember 2017

05. desember 2017
Outlook | 5. desember 2017 | kl. 09.00-12.00
05. desember 2017
Lær at gera fotobók | Kvøldskeið | 5. desember 2017
Yvirlit